leygardagur 12. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
11
VIÐMERKINGAR
Landsfundur Sjálvstýrisfloksins í Vágunum
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Landsfundurin
seinasta
vikuskifti hevur fingið
góða blaðrúmd ávikavist í
Sosialinum og Dimma-
lætting. Hesir miðlar høvdu
sent blaðfólk á fundin.
Nú hava seinastu lands-
fundirnir verið opnir fyri
pressuni og er tað at fegnast
um, at bløðini senda umboð,
so føroya fólk fær eina hóm-
ing av, hvat hendir á slíkum
fundum. Eg má tó siga, at
hevði væntað eina meira
objektiva frásøgn enn hana,
blaðmaðurin á Sosialinum
borðreiddi við týsdagin.
Samanumtikið má ásannast,
at blaðmaðurin ger sínar
persónligu niðurstøður, ið
síðan verða borðreiddar fyri
lesarunum sum ein liðugt-
rættur. Heldur átti hann at
greitt frá hvat veruliga
hendi, og lata lesaran gera
sínar
egnu
niðurstøður.
Blaðmaðurin var valevni hjá
politiskum flokki, ið situr í
samgongu, og boðskapurin
er í alt ov stóran mun er
litaður av hesum.
Hvat hendi so á fund-
inum?
Limirnir vóru sum van-
ligt er kunnaðir um mál, ið
Sjálvstýrisflokkurin hevur
arbeitt við farna árið.
Sjálvstýrisflokkurin met-
ir at gransking eigur at rað-
festast í fremstu røð og var
hetta eisini nevnt í frágreið-
ingini. Formaðurin fekk eitt
herðaklapp frá gestarøðar-
anum Eyðun Andreasen
formanni í Granskingar-
ráðnum, fyri floksins støðu
og útsøgn um gransking í
Løgtinginum.
Niðurgerandi sigur blað-
maðurin á Sosialinum:
"Formaðurin harmaðist
um, at tað hevur verið so tor-
ført at fáa samskifti millum
floksleiðsluna og baklandið.
Men tað skuldi nú betrast.
Og til at gera tað lættari,
hevur flokkurin keypt eina
farteldu til skrivstovuna.
Eg greiddi frá, at vit
høvdu keypt eina kanón og
eina farteldu, sum fyrstu
ferð vóru roynd nú á fundin-
um. Hetta fór at lætta um og
betra møguleikarnar at fáa
boðskapin út, tá vitja bleiv
úti hjá lokalfeløgunum.
Somuleiðis varð greitt frá
mikudagsfundunum
á
Gamla Apotekið, har ting-
maðurin og baklandið tos-
aðu saman um aktuell mál,
hetta var nýggjur táttur og
var hetta ein styrki fyri
tingarbeiðið.
Eitt dagsaktuelt mál vóru
bygnaðarbroytingarnar hjá
Toll- og Skatt, sum lands-
stýrismaður
Sambands-
floksins í fíggjarmálum
hevur ábyrgdina av. Her
hevði
undirritaði
eina
greiða støðu til niðurlegg-
ingarnar av deildunum í
Vágum,
Saltangará
og
Klaksvík. Vísti á at einar 12
mió eru brúktar til bygning
í Klaksvík og áðrenn flutt
er inn verður avgerð tikin
um at flyta burtur. Hetta
verður heldur ikki nevnt í
Sosialinum.
Heldur ikki verður nakað
nevnt um ivasemi Sjálvstýr-
isfloksins til førda fíggj-
arpolitikkin hjá hesari sam-
gonguni. Samtyktin vísir
floksins støðu til nøkur
tídningarmikil mál, sam-
stundis sum høvuðsdentur
verður lagdur á gransking
og at landstýrismaðurin í
fiskivinnumálum støðgar
spekulatiónini við fiski-
loyvum.
At aldargamli Sjálvstýris-
flokkurin nú er í ferð við at
leggja árarnar inn og er
komin á deyðastrá, er ynski-
dreymur hjá politisku mót-
støðumonnum floksins. Vit
eru fleiri, ið eru av tí áskoð-
an, at framtíðin við teimum
avbjóðingunum ið liggja fyri
framman
hjá
føroysku
tjóðini, best verða loyst sam-
svarandi teimum ætlanum,
val- og stevnuskrá Sjálv-
stýrisfloksins slóða fyri.
Politiska søgan her á landi
hevur prógvað, at brúk er
fyri Sjálvstýrisflokkinum.
Vit høvdu framgongd til
fólkatingsvalið og flokkurin
kemur
sterkt
aftur
til
komandi løgtingsval. Svarið
er ein greiður boðskapur,
ídni, trúfesti, samanhald.
Unn í Dali
Citat
frá
Chief
Dan
George:
Um tú tosar við dýrini,
tosa tey við teg.
Um tú ikki tosar við tey,
lærir tú tey ikki at kenna.
Og tað tú ikki kennir,
gevur tær ótta.
Tað tú óttast drepur tú.
Vit kunnu, um vit ynskja
tað, læra ómetaliga nógv av
okkara sambúgvum her á
jørð. Kettan lærir teg, at
finna frið við tær sjálvum,
at virða teg sjálvan og tað
sum er. Hygg eina ferð,
hvussu hon gevur sær tíð at
sleikja sær, at hvíla og
finnur fri.
Hundurin lærir teg trúð-
festi og endaleysan kær-
leika. Hygg, hvussu hann
fylgur øllum tú gerð og
hvussu hann oysur kær-
leika til tín, óansæð hvussu
tú handfert hann. Hann
baktalar teg ikki.
Fuglurin, sjálvt um tú
hevur sett hann í búður.
Hann lærir teg, at syngja og
lovprísa lívi. Sjálvt um øll
eggini fórust, so syngur
hann av hjartanum. Hann
finnur gleðina aftur, beint
sum sólin rísur. Ein nýggjur
dagur, ein nýggjur sangur.
Eiturkoppurin
vísur
okkum, hvussu vit kunnu
spinna okkara lívsleið við
gávum. Hvussu vit lætt
kunnu ganga leiðina, uttan
at snáva.
À henda hátt tosa tey við
okkum, hvønn dag. Uttan
at ótolnast og fordøma, at
vit ikki lurta og uttan mun
til, hvørji vit eru, so tosa
tey við okkum. Kongar og
biddarar eru líka, í eygun-
um á okkara sambúgvum
og Gudi.
Illviljin
móti
okkara
sambúgvum, er grundaður
á fávitsku. Hygg at teimum
og Guds orði: Kettan =
elska teg sjálvan, so tú eis-
ini kan elska onnur.
Hundurin = Tann enda-
leysi kærleikin og trúfesti.
Fuglurin = lovprís lívi í
takksemi, syng eisini fyri
teimun, sum einki eiga, so
tey kunnu eiga sang.
Eiturkoppurin = halt leið
tína reina og óttast ei
morgindegnum.
Eitt serliga kent dømi, nú
várið er í nánd. Eg hugsi
her um allar hvølparnar og
kettlingarnar, sum verða
dripnir á bæði líkinda og
ólíkinda hátt. Uttan viring
fyri tí einstakað og rættindi
til lív, verður høvdið slitið
av hesum forsvarsleysu
kroppum. Og hugsa tær til,
at mamman ber ikki illan
huga til tín. Um tú steinar,
druknar, blakar ella kroyst-
ur, hesi smáu hjørtu. Kettan
ikki eingang rýmir og
hundurin elskar teg, eins og
Gud ger, óðansæð hvat tú
gert. Fávitska og mangl-
andi kærleiki, er orsøkin,
til henda sorgarleik.
Ego-kærleikin blendar
okkum
menniskju.
Vit
halda okkum elska, bert við
at hugsa, at vit elska.
Tað ber til, at taka
ábyrgd, at handla! Fyri-
byrging av føðing av
kettlingum og hvølpum, er
ein veruligur møguleiki.
Men bert, tá kærleikstankin
er blivin ein útliva kær-
leikskensla.
Vit menniskju hava flutt
okkum frá tí upprunaliga,
sum er, at liva við náttúruni
og kærleikskensluni, til at
liva av nátúruni og kær-
leikstankanum.
Eitt dømi um tað, er mat-
urin vit eta. Men bert tí vit
hava valt at eta kjøt, er tað
ikki neyðugt at slakta meir
enn etið verður. Her er tað,
at vit liva av náttúruni.
Høvdu vit bert tikið tað,
sum var neyðugt, og harvið
víst virðing, livdu vit við
náttúruni. Og tað hevði
verið nokk av mati til øll.
Tað fara fleiri tons av mat-
vørum um árið, enda sum
rusk her heima í Føroyum,
grundað á vanvirðing/fá-
vitsku og tørvandi kærleika.
Menniskjur doyggja av
svongd, kring allan heim, av
somu orsøk. Jesus heitti á,
at samla allar molarnar
saman so onki fór til spillis.
Vit eiga ábyrgdina. So
einkult er tað. Men eiga vit
kærleikan?
Millum nærum øll dýr í
Føroyum er kettan ikki eitt
upprunadýr,
ei
heldur
hundurin. Tað eru vit
menniskju, sum hava valt,
at hesi dýr skulu vera her.
Sum tænarar skulu tey
hjálpa okkum. Hundarnir
nýtast sum seyðahundar,
vagthundar, førarahundar
og til pynt. Kettan sum
rottu- og músafangarar og
eisini til pynt. Vit hava
ábyrgdina av, at hesir ar-
beiðsomu og trúfastu sam-
búgvar, sum vit hava valt at
takað ræði á, verða hand-
farnir við virðing og kær-
leika.
Óvitanin hevur sníkt seg
sum tjóvur á nátt, innyvir
hjørtu okkara og kølt tey
niður. Vit hava nýtt heilan
so leingi, at vit hava gloymt
at liva hjarta. Tíðin er nú
komin, at vit velja at liva
við náttúruni, og liva kær-
leikskensluna.
Áhugavert er tað, at tað
einasta organið, sum ikki er
virt í mumiunum, funnar í
Egyptalandi,
er
heilin.
Hann er sogin úr høvdun-
um og koyrdur burtur sum
óbrúkilit rusk!
Hóttanin mót alt lív
er fávitska
Í bløðunum um dagarnar
sigur Símun á Høvdanum,
at undirritaði ikki hevur
hildið orð, tá um av-
greiðslugjaldið uppá 30 kr
ræður, sum Toll- og Skatt-
stovan krevur, nú fyritøkur
gera arbeiðið vegna mynd-
ugleikarnar.
SáH setti spurningin til
Fólkaflokkin í ÚF-kjaki
undan løgtingsvalinum fyri
ári síðani, har trý fólka-
floksvalevni svaraðu spurn-
ingum frá lurtarum.
Undanfarni løgmaður og
núverandi formaður í fíggj-
arnevndini, Anfinn Kalls-
berg, undirritaði og Fólka-
flokkurin hava verið samd
um, at tá tollautomatiser-
ingin er framd, so skal
vinnan nýta hesa tænastu
kotsnaðarleyst. Fyritøkur-
nar gera tá vituligt arbeiðið
fyri tað almenna.
Tí heldur Fólkaflokkurin
fast við sjónarmiðið um, at
avgreiðslugjaldið eigur at
falla burtur og var hetta jú
eisini støðan undan sein-
asta løgtingsvali.
Fólkafloksins sjónarmið
eru landsstýrismanninum í
fíggjarmálum
kunnug.
Hann hevur málsræði á øk-
inum og ger sostatt av nær
gjaldið
verður
strikað.
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevur eisini boð-
aða frá, at tá tollautomatis-
eringin er virkin um alt
landið, vil hann taka av-
greiðsluavgjaldið til endur-
metingar við tí fyri eyga at
strika tað.
So, Símun á Høvdanum,
bæði undirritaði og Fólka-
flokkurin halda við støðuna
undan valinum í fjør um
kostnaðarleysa avgreiðslu-
tænastu.
Vit seta okkara álit á
landsstýrismannin í fíggjar-
málum, at hann í næstum
fer at avgreiða málið sam-
svarandi sjálvsagda ynski
okkara. Livst so spyrst.
Vinaliga
Bjarni Djurholm
Jú, eitt orð er eitt orð
Edvard Joensen
blaðmaður
Tað er hvørki persónliga
politiskt litað ella niðurger-
andi, sum blaðmaðurin á
Sosialinum skrivaði frá
landsfundi Sjálvstýrisfloks-
ins í Vágum.
Hvørja politiska sann-
føring blaðmaðurin hevur,
er slíkum uppgávum full-
komuliga óviðkomandi, og
tað hevur blaðmaðurin eis-
ini í hesum førinum hildið
uttanfyri.
At blaðmaðurin gjørdi
eina niðurstøðu út frá tí,
sum hendi á fundinum, er
sjálvsagt. Tað er tað hann
fór til. Eitt fundarreferat
minutt
fyri
minutt
er
óáhugaverd. Tað, sum ræð-
ur um, er at fáa tað »vesent-
liga«, sum hendi á fund-
inum, út til lesaran. T.d.
hvørjar
framtíðarætlanir
flokkurin hevur. Hvønn po-
litikk fer flokkurin at reka í
framtíðini?
Tað, sum er farið, er
søga, sum lesarin longu
hevur fingið at vita, og er tí
óáhugavert at hoyra um-
aftur í eini landsfundarfrá-
søgn í blaðnum.
At ein andstøðuflokkur er
ósamdur við samgonguna,
er eingin nýggjheit. Tað er
sjálvsagt, og eftir blað-
mansins meting ikki neyð-
ugt at brúka blaðrúmd uppá.
Annars átti tað, sum
onkur fyrrverandi fram-
standi
sjálvstýrismaður
hevur gjørt eftir landsfund-
in, at fingið formannin at
hugsa um, um ikki tað, sum
stóð í Sosialinum nú mundi
vera á rættiliga góðari leið.
Ver nú realistiskur Kári