leygardagur 12. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 50 - 12. mars 2005
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
21. februar fingu Gudny og Brian Rasmussen,
Kaldbak, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og
vigaði 4750 gr.
24. februar fingu Anna Zachariasen og Søren Ras-
mussen, Esbjerg, eina dóttur. Hon var 53 cm. long
og vigaði 4170 gr.
25. februar fingu Jóna Maria Malunardóttir og
Sámal Edel Kyrrigerð, Norðoyri, ein son. Hann var
52 cm. langur og vigaði 4000 gr.
5. mars fingu Tanja Hansen og John Erik
Johannesen, Søldafirði, ein son. Hann var 51 cm.
langur og vigaði 3090 gr.
5. mars fingu Anita Heinesen, Skála og Gerhard
Hølck Hansen, Miðvágur, ein son. Hann var 52
cm. langur og vigaði 3800 gr.
6. mars fingu Thordis Dahl og Dávid Reinert
Hansen, Oyri, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3370 gr.
6. mars fekk Ruth Eyvindsson, Hvalba, eina dóttur.
Hon var 50 cm. long og vigaði 3320 gr.
Prógv
25. februar hevur Jóan Petur Petersen úr Havn tikið
prógv sum sivilverkfrøðingur innan Informatik, á
Danmarks Tekniska Universiteti.
Brúdleyp
Í dag, 12. mars kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni
Berlina Sólsker og Tummas Martin Anthoniussen,
bæði úr Klaksvík. Veitsla fyri innbodnum verður í
Skálanum.
Í dag, 12. mars kl. 14.00 giftast í Siloa, Ester H.
Hansen, Fuglafjørður og Høgni E. Hansen,
Klaksvík. Eftir vígsluna verður móttøka, har høvi
verður at heilsa uppá brúðarparið.
Í dag, 12. mars giftast í Ráðhúsinum Svebølle,
Anja Winther úr Vági og Flemming Nielsen,
Kvanløse. Brúdleypsadr.: Grevinge Knalvej 27,
4571 Grevinge.
Andlát
2. mars
Niels Persson, Tórshavn, 66 ár.
Jona Dahl, í Vági, 93 ár.
5. mars
Annelena Joensen, Klaksvík, 84 ár.
Erhard Miðgerð í Fuglafirði, 67 ár
Marjun Kallsoy, ættað av Eiði, bús. í Albertslund,
69 ár.
6. mars
Ingi Naresh Petersen, sonur Dagny og Dagfinn
Petersen í Norðagøtu, 18 ár.
Napoleon Nolsøe í Trongisvági, vanliga nevndur
Pole, 70ár
Súsanna Joensen í Skúgvi, vanliga nevnd Sanna,
91 ár.
Olbana Eiðisgarð á Eiði, 91 ár.
Guttorm Hansen, Guttorm hjá Lamba-Krisjan,
Klaksvík, 79 ár.
7. mars
Janus Johnsen, vanliga nevndur Janus í Skúlanum,
Kollafjørður, 82 ár.
Anja Svenson, dóttir Nancy Svenson, ættað av
Válinum og Bjarka Svenson, 19 ár.
Dagurin
12. mars. Grakarismessa. Til minnis um tann tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði
12. marts ár 604. Grækarismessa er ein av teimum døgunum, sum boða várið. Um hetta mundið kemur
flytifuglurin tjaldrið aftur, og av mongum verður grækarismessa eisini rópt tjaldursdagurin. Grækarismessuhald
at fagna tjaldrinum er íkomið í nýggjari tíð.
13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu.
14. mars. Euthycius, deyður umleið ár 740. Tikin av døgum í Mesopotaniu.
11. mars fyllir ein kendur
hósvíkingur runt. Edvard
Hermansen verður sjeyti.
Í sjálvum sær er tað ikki
sørt av eini andsøgn í tí,
at hesin spelkni unglingin
longu er sjeyti.
Edvard vaks upp í Hós-
vík, men fór ungur av
bygdini og búði í fleiri ár
í Havn. Seinni búsettist
hann aftur í heimbygdini
og er fallin væl til og er
vorðin ein sjónskur partur
í
bygdarmyndini
har
norðuri.
Edvard er stak fjøl-
broyttur og fjølgávaður
maður og hann hevur
tikist við so mangt, bæði í
arbeiðslívi og frítíð. Í
fleiri ár arbeiddi hann
sum skrivstovumaður á
heilsølu og eisini sum
sølumaður, hann hevur
siglt úti við farmaskipi og
var eisini við hvalabáti, tá
ið hvalaveiði enn var ein
veiði hjá føroyingum.
Eitt megineyðkenni Ed-
vards er, at hann gevst
ikki á hondum ella steðg-
ar upp í tí, sum hann fæst
við. Altíð eru nýggjar ætl-
anir í umbúna og hug-
skotini tróta ikki. At falla
í fátt liggur ikki til Ed-
vard, til tess er hann ov
glaður fyri lívið og alt tað
góða og fjølbroytta, sum
tað hevur at bjóða. Tað
gav at bíta, tá ið hann
komin til eftirlønaraldur
aftur leitaði sær út á
arbeiðsmarknaðin, tí at
har hevði hann enn nógv
at lata, kendi hann á sær.
Men óvart mundi tað ikki
koma á nakran, tí soleiðis
er Edvard.
Áhugin fyri føroyskum
máli liggur frammarlaga
hjá Edvardi og sum hjá so
mongum í hansara ættar-
liði mundi tann áhugin av
álvara vakna á Føroya
fólkaháskúla, har ið hann
gekk eina ferð í fimmti-
árunum. Tað er so mang-
an, at Edvard hoyrist
minnast aftur á ta tíðina
við gleði og takksemi.
Lyndið er lætt og
mangan liggur íspegilin
og lúrir við onkrari
skemtiligari viðmerking
ella einum skálkabrosi.
Edvard er tikin úr leikum
at seta orð saman og fáa
at bera upp á rím. Eyð-
kend eru hansara bei-
nraknu og ertandi ørindi
sum viðmerkingar til mál,
sum eru frammi í sam-
felagskjaki, og hóast tón-
in kann tykjast argandi,
so er tað aloftast við ein-
um
undirstreymi
av
góðsku og virðing, at tað
verður borið fram. Ed-
vard er eisini nógv um-
biðin at yrkja til eitt nú
brúdleyp, føðingardagar
ella serstøk veitsluhøvi.
Yrkingin er sum ein ítrótt
fyri hann, fellur honum
eisini so lætt, og hana
gongur hann uppí við lív
og sál. Hon er jú eisini
óloysiliga knýtt at hans-
ara stóra áhuga fyri og
vitan um móðurmálið.
Eitt dømi um ungdóm-
liga sinnið hjá Edvardi er,
hvussu hann við lív og sál
hevur fylgt við sonum
sínum í teirra fótbólts-
spæli. Tað er neyvan ov
nógv sagt, at hann millum
lítlan og ongan áhuga
hevði fyri tí ítróttinum
frammanundan, men tað
var so skjótt, at hann eis-
ini hevði vant seg til tað,
og hann er fastur fúsur
við vøllin, tá ið synirnir
venja ella spæla dyst.
Honum so líkt er tað
heldur ikki sørt, at hann
eisini hevur sínar mein-
ingar um tað, sum fyri-
ferst inni á vølli. Soleiðis
er Edvard, altíð við í tí,
sum hendir og til staðar,
har sum hann er. Ongan-
tíð líkasælur um tað, sum
fyriferst.
Samfelagsmál
hava
hansara stóra áhuga, og
hann hevur roynst Sjálv-
stýrisflokkinum
hollur
stuðul og álitismaður í
mong ár.
Barngóður og familju-
kærur er Edvard sum
fáur, og vit eru mong,
sum hava notið gott av
hesum, gávumildur sum
hann altíð er.
Føðingardagin er Ed-
vard saman við konuni
staddur í Íslandi á vitjan
hjá dóttur og abbabørn-
um, sum búgva í Grinda-
vík.
Hjartaliga til lukku við
tí stóra degnum og bestu
ynski um nógv og virkin
ár frameftir.
Z.
Edvard Hermansen sjeyti