Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Harmoniorkestrið GHM verður í næst- um lagt saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri. Við sínum 80 spælarum verður samanlagda orkestrið so stórt, at brúk verður fyri størri hølum, sigur Sunnuva Bæk, formaður í GHM ORKESTUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Harmoniorkestrið GHM verður í næstum størsta harmoniorkestur í landin- um. Orkestrið varð stovnað í 1922. Fyrsti formaður var Jákup Olsen, vanliga nevndur Zahle, og fyrsti musikkstjóri var Jens Christian Guttesen, vanliga nevndur Kisan. Í Dimmalætting 7. de- sember 1922 stendur m.a. "Orkestret GHM (Georg Hansen Minde) forlystede i Torsdags Aftes for første Gang Byens Borgere med Friluftsmusik. De mange Tilhørere var helt begejst- rede for Orkestrets fine Musik. GHM bestaar fore- løbig af 17 Mand, der kommer senere 3 Mand til, saaledes at Orkestret naar det er fuldtalligt vil blive paa 20 mand". Í næstum verður GHM lagt saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestri, sum er eitt ungdómsorkest- ur hjá Tórshavnar Musikk- skúla. Í samanlagda or- kestrinum verða so gott sum allir instrumentbólkar umboðaðir. Í løtuni venja orkestrini saman í Studentaskúlanum í Hoydølum, men hetta er bert ein fyribils loysn. Okk- um tørvar hølir, har in- strumentini kunnu standa í friði og ikki verða flutt hvørja ferð vit venja, sigur Sunnuva Bæk. Bæði orkestrini hava áður hildið til og vant á Musikkskúlanum á Frúu- trøð. Í komanadi viku fara or- kestrini saman til Italiu, har tey skulu spæla fleiri staðir, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum orkestrum. Mánakvøldið 14. mars fara GHM og Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestur at hava eina konsert í Norð- urlandahúsinum, áðrenn farið verður avstað. Diregentur hjá GHM er Steven R. Foggin, og dire- gentar hjá Tórshavnar Ung- dóms Harmoniorkestri eru Andrea Heindriksdóttir og Peder Riis Jensen. Nr. 50 - 12. mars 2005 15 Føroya størsta harmoniorkestur Steven R. Foggin, diegentur, og Sunnuva Bæk, formaður í GHM Í løtuni venja orkestrini saman í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tey vóna skjótt at finna onnur hølir, har instru- mentini kunnu standa í friði GHM í 1962. Aftara rað f.v.: Gunnleiv Mouritsen, Kári Mouritsen, Tórstein Poulsen, Álvur Johannesen og Thorstein Askham Miðraðið f.v.: Børge Jørgensen, Helgi Joensen, Bent Rubeksen, André Andrésen og Andrew Nielsen Fremst f.v.: Johan Meitilberg, Karl Guttesen, Anton Toftalíð, Holger Jensen, Kristoffur Jensen og Janus Sørensen Georg Hansen (1844-1924) , vanliga nevndur "bakar Hansen", sum GHM eitur eftir (Georg Hansens Minde). Hann gjørdi eitt stórt arbeiði fyri musikklívið í Føroyum