leygardagur 12. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 50 - 12. mars 2005
Dagligt breyð
hvønn dag
Nýggj andaktsbók er
komin út við andakt-
um til hvønn dag í
árinum – eisini til 29.
februar. Menn av
Argjum hava sett sítt
sín dám á bókina
KRISTILIGAR BØKUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi
at ein andaktsbók kemur út
á føroyskum. Men tað vil
so ikki siga, at ikki tørvur
hevur verið á eini slíkari.
Og tað er heldur ikki á
hvørjum degi, at ein fær
eina slíka bók til nýtslu í
gerandisdegnum,
sum
eisini tekur hædd fyri eini
andakt, tá skotár er.
Bókin "Dagligt breyð" er
væl kend í mongum før-
oyskum heimum, og mong
hava higartil havt gleði og
fragd av at lesa andaktir úr
hesi bókini á norskum og á
donskum.
Heimamissiónsforlagið í
Nesvík hevur nú givið út
hesa bókina, ið norski gud-
frøðingurin Carl Fr. Wisløff
skrivaði fyri mongum árum
síðani.
Tað eru argjamenninir
Henry D. Joensen, lærari og
trúboðarin Jóhannes Mort-
ensen sum hava týtt hana til
føroyskt.
Bókin er eisini mynd-
prýdd av einum øðrum
argjamanni.
Finnleif
Mortensen hevur nevniliga
teknað permumyndina, eins
og myndirnar inni í bókini.
Her er bókin skipað soleið-
is, at hvør mánaður hevur
sína mynd, sum er at finna
við
hvørt
andaktstykki
henda mánaðin.
- At byrja dagin við
einum Guds orði er ein
góður vani. Og kann henda
bókin eisini verða ein góð
hjálp til tað, sigur forlagið
um bókina.
Bókin er slakar 400 síðu
til støddar og kostar 275 kr.
Hon fæst hjá Heimamissi-
ónsforlagnum og í bóka-
handlunum kring landið.
Tveir argjamenn hava týtt og
ein argjamaður hevur
myndprýtt nýggjastu
føroysku andaktsbókina
Tey sinnisveiku fáa nú
eitt gott stað at
savnast í, tá Løkju-
kafé’in á Argjum letur
upp mánadagin
SINNISVEIK
Snorri Brend
Argir:
Tað eru ikki nógvar kafé’ir
á Argjum. Men mánadagin
letur í øllum førum upp ein
nýggj kafé við navninum
"Løkju-kaféin".
Endamálið
við
hesi
kafé’ini er at geva teimum
sinnisveiku ein møguleika
at savnast til eitt hugnaligt
og gevandi prát afturvið
einum
góðum
drekkamunni.
Tað er í fyrstu syftu
Stuðulsskipanin fyri vaksin
sum tekur sær av kafé’ini.
Men Fía Jespersen, ið er
pedagogiskur ráðgevi hjá
skipanini sigur, at tey hava
ætlanir um at lata brúkaran
sjálvan taka yvir so líðandi.
– Vit fara í øllum førum
at byrja soleiðis. Og so fáa
vit at síggja, hvør orkan
verður hjá teimum sjálvum
at føra arbeiðið víðari,
sigur
hon
í
stuttari
viðmerking við Sosialin.
Løkjukafé’in heldur til í
húsunum
hjá
Stuðuls-
fólkaskipanini fyri vaksin í
Lækjartúni. Hon liggur
ájavnt við veghæddina,
soleiðis at tað eisini er væl
atkomuligt
hjá
rørslutarnaðum brúkarum.
Kafé’in letur sum nevnt
upp mánadagin, og verður
annars opin frá mánadegi
til fríggjadag frá kl. 12:30
til 15.
Ein kafé fyri brúkaran
Tey rigga nýggju kafé’ina til
– Fía Jespersen og leiðarin í
Stuðulsskipanini, Regin
Johansen.
Mynd: Jens Kr. Vang