Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2005 17 Ferðaráðið skrásetir ferðavinnuna Ferðaráð Føroya er farið undir at savna hagtøl fyri føroysku ferðavinnuna. Enda- málið er millum annað at vísa á, hvønn týdning ferða- vinnan hevur fyri samfelagsbúskapin FERÐAVINNA Edvard Joensen Ferðaráð Føroya hevur sett sær fyri at skráseta ferða- vinnuna, alla sum hon er. Hagtølini skulu so brúkast at vísa á, hvønn týdning ferðavinnan hevur landsbú- skaparliga, og sum frálíður eisini í framtíðar marknað- arføring. Á Ferðaráðnum hava tey ikki verið heilt nøgd við tey hagtøl, sum hava verið at- komulig um ferðavinnu í Føroyum. Talan hevur so at siga bert verið um tøl fyri gistingar á føroyskum gist- ingarhúsum. Men tey tølini hava heldur ikki verið ser- liga fullkomin og tískil heldur ikki heilt eftirfar- andi. Hagstovna hevur sent spurnarbløð til gistingarhús og hotel og so skrásett tað, sum aftur er komið. Men trupulleikin hevur verið, at ikki alt er komið aftur, sum ynskiligt var. Sostatt hevur Hagstovan í grundini bara skrásett partar av gistingun- um, sigur Per Hansen, vara- stjóri á Ferðaráð Føroya. Fólk frá Ferðaráðnum fara nú at leggja størri orku í at fáa fatur á teimum hag- tølum, sum kunnu fáast um gistingar, vitjanir á kunn- ingarstovum, ymsum søvn- um, um fremmandar stutt- leikabátar, sum vitja hend- anveg, og annars tað, sum kann geva greiðu á, hvussu nógv ferðafólk vitjar okk- um, hvørji tey eru, hvørji ørindi tey hava, og hvussu leingi tey eru í landinum, sigur Per Hansen. Hann sigur, at slíkar kanningar hava ikki verið gjørdar fyrr. Tað einasta, sum hevur verið skrásett umframt tær gistingar, sum Hagstovan hevur skrásett, er hvussu nógv fólk ferðast til og úr Føroyum. – Men hvaðani tey eru komin, hvar tey fara, hvat tey vilja her og so framveg- is, vita vit ikki nóg neyvt, sigur hann. Ætlanin er, at tølini fyri gistingarnar skulu fara til Hagstovuna at skráseta, sigur Per Hansen. Hini tøl- ini, ið savnað verða, ætlar Feraráðið í fyrsta umfari sjálvt at hava til innanhýsis brúk, sigur hann. Hann sigur, at á Ferða- ráðnum halda tey, at týdn- ingurin av ferðavinnuni í landsbúskapinum hevur verið eitt sindur undirmett- ur. Við hesi skrásetingini, tey nú eru farin undir, er ætlanin millum annað at rætta upp á hesa upp- fatanina, sigur varastjórin á Ferðaráði Føroya. Í vikuni vóru fólk frá Ferða- ráð Føroya á Hotel Øravík og kannaðu og skrásettu gistingar á hotellinum Mynd: Álvur Haraldsen Bygdarráðið í Sørvági samtykti hóskvøldið at játta tvær milliónir krónur til nýggja graslíkisvøll GRASLÍKI Edvard Joensen Sørvági: Gamli graslíkisvøllurin í Sørvági hevur tænt fyri seg og verður skiftur út við ein nýggjan vøll. Bygdarráðið hevur játtað tvær milliónur krónur til nýggja vøllin. Jákup Suni Lauritsen,. borgarstjóri í Sørvági, sig- ur, at tað var eitt samt bygdarráð, sum gjørdi av at seta pening av til at skifta graslíkið á fótbóltsvølinum út. – Vit meta tann týdning, fótbóltsvøllurin hevur fyri aktivitetin hjá ungdóminum í bygdini so stóran, at vit ikki halda okkum hava ráð at vera vøllin fyri uttan, sigur hann. Borgarstjórin sigur, at kommunan er væl fyri fíggjarliga og eigur pening til at gjalda fyri vøllin. Vøllurin er keyptur frá Idé Húsinum og er av sama slagi sum tann vøllurin, sum lagdur verður á í Leirvík, sigur Jákup Suni Lauritsen. Vøllurin er úr Belgia, og fólk frá verksmiðuni kemur til Sørvágs fyrst í apríl at leggja vøllin á. Hann skal so vera liðugur at taka í nýtslu seinni í apríl, sigur bogarstjórin. Vøllurin er góðkendur av bæði UEFA og FIFA, sigur hann. Sostatt kann sjálvur vøllurin eisini nýtast til altjóða dystir, um tað skuldi verið. Hetta kemur sum vera man eisini væl við hjá Sí, sum í ár hevur fórbóltslið í triðu deild hjá monnum, umframt tær yngru deild- irnar. Sørvágs Ítróttarfelag fyllir 100 ár í næstu viku. Men tað er ikki beinleiðis sum føðingardagsgáva til ítróttarfelagið, at vøllurin verður skiftur út, sigur borgarstjórin. Tað er stutt og greitt tí, at tað var neyð- ugt. Gamli vøllurin var kolldømdur, so skuldi vøll- ur vera, mátti hann gerast av nýggjum, sigur hann. Nýggjur graslíkisvøllur til Sørvági Nýtt graslíki verður lagt á fótbóltsvøllin í Sørvági í næsta mána. Vøllurin ferat kosta umleið tvær milliónir, tá hann er liðugur Mynd: Edvard Jeonsen