Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 50 - 12. mars 2005 UTTAN ÚR HEIMI Kunnu ikki revsast Eftir boðum frá stjórnini í Washington hevur admiral- urin Albert T. Church kannað, um hernaðarligir ella sivilir amerikanskir leiðarar kunnu ábyrgjast fyri, at fangar hava fingið ringa viðferð í Guantanamo, Irak ella í Afghanistan. Frágreiðingin, sum admiralurin handaði Kongressini fyrradagin, er loynilig, men sambært amerikonskum fjølmiðlum er niðurstøðan, at tað ber ikki til at sekta nakran hernaðarligan ella sivilan leiðara fyri, at fangar hava fingið ringa viðferð. Admiralurin skrivar, at í kríggi kann tað vera neyðugt at nýta heldur harðliga framferð fyri at fáa fangar at avdúka tað, teir vita, og sum má metast at hava áhuga. Hann vil eisini vera við, at teir amerikonsku hermenninir vórðu ávirkaðir av mótpartinum, sum ikki altíð leggur so stóran dent á rættindi hjá fangum. Albert T. Church skrivar kortini, at herleiðslan legði ov lítlan dent á at kunna hermenn og fangavørðar um, hvussu teir áttu at bera seg at, og tí kundi USA sloppið undan teimum nógvu atfinningunum, um meiri varð gjørt burtur úr kunningini, heldur hann. Átøk ímóti nýnazistum Um slakar tveir mánaðir verður skipað fyri hátíðarhaldi í Týsklandi til minnis um, at 60 áru eru liðin, síðani nazistastýrið fall. Í tí sambandi hava nýnazistarnir og aðrir víðgongdir høgrabólkar boðað frá, at teir fara at skipa fyri sínum egnu almennu tiltøkum, men tað vilja teir týsku mynd- ugleikarnir ikki hoyra talan um. Eitt nú hava myndugleikarnir gjørt greitt, at nýnazistarnir sleppa ikki at skipa fyri mótmælisgongum fram við støðum í Berlin, ið eru reist til minnis um seinna heimsbardaga og jødatýningina. Týskir politikarar hava leingi roynt at fáa dómsvaldið at banna nýnazistiskum flokkum, men fyri tveimum árum síðani sýtti grundlógardómstólurin fyri at banna flokkinum NPD at virka. Húsaeigarar gera kvetti Húsaprísurin í Danmark er hækkaður so nógv í ár, at í teimum størru býunum er prísurin hækkaður umleið 1.000 krónur um dagin, skrivar Børsen. Í realkreditfelagnum Nykredit siga tey, at í teimum dýrastu økjunum er prísurin hækkaður ímillum fimm og seks prosent síðani á nýggjárinum. Hetta er serliga galdandi í Keypmannahavn og har um vegir, men prís- urin er eisini hækkaður í hinum stóru býunum. Orsøkin er tann lága rentan, og at fólk yvirhøvur hava fleiri pengar at ráða yvir. Ein onnur orsøk er, at tað eru fleiri keyparar enn seljarar á marknaðinum. Seinastu dagarnar hava tekin verið um, at rentan fer at hækka í ár, men teir donsku sethúsameklararnir vænta, at hækkingin verður lítil, og at hon fer ikki at fáa stórvegis ávirkan á húsaprísirnar. Ríkir menn Tíðarritið Forbes hevur enn eina ferð almannakunn- gjørt eitt yvirlit yvir heimsins ríkastu menn. Har sæst millum annað, at Microsoft-stovnarin Bill Gates er heimsins ríkasti, og at hann eigur einar 260 milliardir krónur. Hetta er annars 11. árið á rað, at Bill Gates stendur á ovasta plássi í yvurlitinum. Næstur honum er landsmaður hansara Warren Buffet, sum eig- ur smáar 250 milliardir krónur, og á triðja plássi er Lakshmi Mittal, ið sambært Forbes eigur 140 milliardir krónur. Tann ríkasti evropearin er sviin Ingvar Kamprad, ið eigur møblahandilsketuna Ikea. Hann eigur umleið 130 milliardir krónur. Ríkasti maður í Danmark, Mærsk Mc-Kinney Møller, eigur næstan 30 milliardir krónur, og tann mest múgvandi norðmaðurin, reiðarin John Fredriksen, verður hildin at eiga einar 18 milliardir krónur. Higartil í ár eru 36 skip farin úr norsku altjóða skipaskráseti- ngini SKIP Árni Joensen fartekst@mail.dk Alt færri og færri handils- skip sigla undir norskum flaggi. Tað kom týðiliga fram á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum, sum var hósdagin. Har varð upplýst, at í januar fóru 17 skip úr norsku altjóða skipaskrá- setingini NIS, í februar fóru 17 afturat, og teir fyrstu dagarnar í mars vórðu uppaftur tvey skip skrásett aðrastaðni. Um ársskiftið vóru 692 skip skrásett í NIS, og av teimum vóru 56 útlendsk, men reiðarafelagið væntar, at uppaftur fleiri skip fara úr skrásetingini. Formaður- in í felagnum, Johan G. Hvide, sigur við Aften- posten, at norska skráset- ingin er ikki nóg góð sam- anborið við aðrar skráset- ingar, og tí velja reiðaríini at skráseta skipini aðra- staðni. 56 útlagnir iranar løgdu hald á eitt flog- far hjá Lufthansa fyri at gera vart við sína misnøgd við presta- stýrið í Teheran MÓTMÆLI Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir 56 iranararnir fóru um- borð í Lufthansa-flogfarið í floghavnini í Frankfurt, men tá flogfarið hevði sett seg í Bruxelles, sýttu teir fyri at fara út. Iranararnir, sum eru rík- isborgarar í ymsum evrope- iskum londum, gjørdu greitt, at talan var ikki um eitt flográn, og teir lótu eisini hini ferðafólkini og manningina sleppa úr flog- farinum. Ætlan teirra við átakinum var at vísa sína misnøgd við prestastýrið í Teheran, eins og teir vildu hava ES at leggja størri trýst á iransku leiðsluna. Gjáramorgunin gjørdi belgiska løgreglan av at taka iranararnar úr flogfar- inum. Ein talskvinna hjá løgregluni segði, at teir flestu gjørdu, sum løgregl- an segði, men nakrir máttu berast út. Amerikanararnir við- ganga nú, at tað vóru ikki amerikanskir vaktarmenn, sum skutu italska fregnar- tænastumannin Nicola Calipari MISTAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Í síðstu viku eydnaðist tað italskum fregnartænastu- monnum at fría tíðinda- kvinuna Giulianu Sgrena frá gíslarænarum í Irak. Men tá fregnartænastu- menninir vóru á veg til floghavnina í Bagdad við tíðindakvinnuni, skutu am- erikanskir hermenn eftir bili teira. Ein av teimum it- alsku fregnartænastu- monnunum doyði, og tíð- indakvinnan varð særd. Amerikanararnir hava síðani hildið uppá, at amer- ikanskir vaktarmenn skutu eftir bilinum, tí hann koyrdi alt ov skjótt, og tí bilførarin sýtti fyri at steðga. Hesum hava italsku myndugleikar- nir víst aftur, og í gjár við- gekk amerikanska sendi- stovan í Bagdad, at tað vóru nakrir aðrir amerikanskir hermenn, sum skutu eftir bilinum, og at talan var um eitt mistak. Italska uttanríkisráðið hevur fyrr upplýst, at bil- urin við italiumonnunum steðgaði at kalla beinanveg- in, tá amerikonsku her- menninir settu ein ljóskast- ara á hann. Men tá var longu ov seint. Nógv norsk skip flagga út Løgdu hald á flogfar Amerikanararnir viðganga mistak Lufthansa-flogfarið, sum teir 56 iranararnir løgdu hald á