Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 • leygardagur • 12. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Til Klaks- vík eftir gullinum Menninir hjá SÍ fara leygardagin til Klaksvíkar at taka ímóti steypinum og gullheiðurs- merkjum. FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygardagin spæla sør- vingar seinasta dystin í einum minniligum kappingarári. Í ár eru tað júst 100 ár síðani, at SÍ var sett á stovn, og hetta valdi mansliðið hjá sørvingum at hátíðar- halda við at vinna greipuna. Møta gomlu meistarunum Tað er eisini rættuliga hóskandi, at tað er júst í Klaksvík móti Mjølnir, at SÍ fær handað steypið og heiðursmerkir, tí klaksvíkingarnir vóru jú meistarar í fjør, og harafturat var Mjølnir jú eisini mótstøðuliðið hjá SÍ í steypafinaluni. Dysturin hevur sum so einki at siga, men tað man verða lítið at ivast í, at sørvingar fegnir vilja enda kappingarárið við maner og prógva enn einaferð, at teir hava nógv tað besta liðið í landinum. Hinvegin vilja klaksvíkingar óiv- að eisini vísa, at tað framvegis er dugur í teimum. Ein annar dystur er í meistaradeildini hjá monnum leygardagin, og hann er á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av Fleyr. Hesin dysturin hevur heldur ikki nakran serligan týdning, tí Fleyr liggur á einum tryggum bronsuplássi, meðan ÍF liggur púra trygt á fjórðaplássinum. Klassikarin á Hálsi Nýklaktu føroya- meistararnir úr VÍF skulu sunnudagin til Havnar at dystast móti gomlu meistar- unum úr Kyndli í klassisku uppgerðini millum teir báðar før- oysku hondbóltsris- arnar ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin hjá monnunum er um at verða av, og før- oyameistararnir eru longu funnir. Vestmenningar tryggjaðu sær seinasta leygardag føroyameistara- heitið, men hetta merkir tó ikki, at teir fara at gera sítt allarbesta fyri at basa Kyndli á Hálsi sunnudagin. Kyndil vil hava uppreisn VÍF hevur verið nógv tað besta liðið í endaspælinum, og tað er fult uppiborið, at teir longu eru meistarar. Kyndil hevur hinvegin verið eitt stórt vónbrot, og tað eru leikararnir hjá havnar- felagnum eisini greiðir yvir sjálvir. Tað man tí verða lítið at ivast í, at teir eru ógvuliga uppsettir til sunnudagin, har teir kunnu fáa uppreisn móti vest- menningum og harvið bjarga sær eitt sindur av kappingarárinum. Harum- framt kann Kyndil framveg- is missa silvurið, tí strand- ingar eru beint í hølunum á teimum, og um Kyndil snávar, kann StÍF vinna seg upp á annaðplássið við ein- um sigri á KÍF. Talan er um klassikaran í føroyskum manshondbólti, og tað er einki at taka seg aftur í, at hesir dystir altíð eru nakað serligt, og at tað er ein serligur hýrur til dystirnar millum Kyndil og VÍF bæði í Havn og í Vestmanna. Sum áðurnevnt hittast steypavinnararnir úr StÍF og KÍF á Skála sunnudagin, og her eru tað fyrst og fremst strandingar, ið hava nakað at spæla fyri. StÍF liggur í løtuni á bronsu- plássinum, men stutt er upp til silvurið. Um strandingar megna at vinna silvurið, er tað eitt lítið bragd, tí StÍF fekk eina serstakliga vána- liga byrjan upp á kapping- arárið, og teir høvdu bestan hugin at avskriva alt árið. Kollfirðingar vóru nýlig- ani á bronsuplássinum, men teir hava snávað í sein- astu umførunum, og sam- stundis hevur StÍF tikið seg fram á stigatalvuni og yvir- hálað teir. Ein dystur verður eisini í Hoyvík, har tey bæði nið- astu liðini, H71 og Neistin, hittast. Her er bert heiðurin at spæla fyri, og ilt er at meta um, hvussu fer at ganga í hesum dysti. Tó skilst á lagnum, at hoyvík- ingar noyðast at verða sterka liðskiparan, Halgir Dahl-Olesen, fyriuttan, tí at hann er burturstaddur í arbeiðsørindum. Hetta er ein stórur smeitur hjá hoy- víkingum og økir ivaleyst um møguleikarnar hjá Neistanum at fáa ein sigur til høldar. VÍF hevur longu vissað sær gullið, men fyri tað er einki at ivast í, at Kyndilsmenn heldur enn fegnir vilja hava stigini Fýra dystir í Løgmans- steypinum Í kappingini um Løg- manssteypið verða fýra dystir á skránni um viku- skiftið. Enn eru liðini úr bestu deildini ikki við, men fleiri av sterkastu liðunum í 2. deild skulu í dyst sunnudagin. Eitt nú skal AB til Leir- víkar í eini reinari 2. deildaruppgerð, og tá verður spennandi at síggja, hvussu sterk hesi bæði lið eru í ár. Í Vágum verður lokaluppgerð, tá ið Sørvingar fáa vitjan av FS Vágar 2004. Hinir báðir dystirnir eru Sumba-MB og NÍF, sum er liðið hjá nólsoyingum, móti Fram. tn Dystaryvirlit Hondbóltur: Sunset-kappingin 12.03.05 Kl. 15.00 Søljan-VB Giljanes 13.03.05 Kl. 14.30 StÍF-VB Skála Kl. 15.00 Tjaldur-VÍF Runavík Atlantic Airways-kappingin 13.03.05 Kl. 16.00 Kyndil-VÍF Hálsi Kl. 16.00 StíF-KÍF Skála Kl. 16.00 H71-Neistin Hoyvík Flogbóltur: Meistaradeildin kvinnur 12.03.05 Kl. 14.00 ÍF-Dráttur Kambsdalur 13.03.05 Kl. 14.00 Mjølnir-SÍ KÍ-høllin Kl. 15.00 TB-KÍF Trongisvágur Meistaradeildin menn 12.03.05 Kl. 16.00 ÍF-Fleyr Kambsdalur Kl. 16.30 Mjølnir-SÍ KÍ-høllin Fótbóltur: Løgmanssteypið 13.03.05 LÍF-AB Sumba-MB SÍ-FS Vágar 2004 NÍF-Fram