Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 50 - 12. mars 2005 Stjørnan-Kyndil 42-15(22-11): Stórsigur til Stjørnuna Oddaliðið vann stór- sigur á Kyndli í KÍ- høllini hóskvøldið SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hóskvøldið leiktu Stjørnan og Kyndil ein framskund- aðan dyst í KÍ-høllini í Klaksvík. Úrslitið av dyst- inum segði næstan seg sjálvt undan dystinum, tí talan var um ein dyst mill- um topp og botn í Sunset- kappingini, og tað er ikki nakað dulsmál, at hjá kvinnunum er sera stórur munur millum tey fremstu og aftastu liðini. Heilt galið eftir steðgin Í fyrra hálvleiki megnaði Kyndil at fylgja við heima- liðnum allarfyrstu løtuna, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 4-4, tá ið slakir tíggju minuttir vóru leiktir, var ongantíð nakar ivi. Stjørnan tók nú leiðsluna, og tær hugdu ongantíð aftur um seg, men bara øktu um leiðsluna hjá sær og skor- aðu nærum eftir vild. Kyndlakvinnurnar vóru tó ikki heilt eiðasørar í fyrra hálvleiki, tí tær megn- aðu hóast alt at fáa bóltin í Stjørnumálið ellivu ferðir fyri steðgin. Trupulleikin hjá teimum var bara tann, at Stjørnan skoraði tvífalt so nógv mál. Í seinna hálvleiki sást munurin á liðunum heilt týðuligani. Nú stongdi verj- an hjá Stjørnuni málið, og tær grønu úr Havn høvdu ómetaliga trupult við at fáa bóltin í málið hjá Stjørnuni. Tað eydnaðist teimum bert at fáa fýra mál í seinna hálvleiki, meðan heimalið- ið framvegis helt á at skora við somu ferð. Munurin millum liðini vaks tí støð- ugt, og tá ið teir 60 minutt- irnir vóru farnir aftur um bak, stóð tað 42-15 til Stjørnuna á máltalvuni. Stjørnan-Kyndil 42- 15(22-11) Stjørnan: Anna Kristina Samson 8, Annika Ljós- stein 8(4), Katarina Stjepa- nov 7(1), Alina Olaru 6, Bára Skaale Klakstein 4, Una Olsen 4, Joan M. Djor- djevic 3, Maria við Neyst 2 Kyndil: Lotte Sørensen 4(2), Anya Midjord 3, Linda Weihe 2, Ann-Mari Wang 2, Hildur Høghamar 2, Randi Wardum 2 Brotskøst: Stjørnan 6(5), Kyndil 2(2) Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 4 Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen Tað var ongantíð nakar ivi, tá Stjørnan hóskvøldið tók ímóti Kyndli vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 554 379 175 25 2 VB 4 4 - 0 - 0 584 350 234 21 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 565 425 140 18 4 Søljan 5 3 - 0 - 2 500 445 55 14 5 VÍF 5 1 - 0 - 4 436 447 -11 7 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 424 490 -66 7 7 Kyndil 6 2 - 0 - 4 397 545 -148 7 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 282 661 -379 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 7 - 0 - 1 527 465 62 22 2 Kyndil 8 4 - 0 - 4 534 446 88 16 3 StÍF 8 5 - 2 - 1 483 506 -23 15 4 KÍF 8 3 - 1 - 4 448 489 -41 11 5 H71 8 2 - 0 - 6 515 535 -20 9 6 Neistin 8 1 - 1 - 6 489 555 -66 6 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 18 15 - 3 47 15 32 21 2 TB 18 15 - 3 47 22 25 21 3 Dráttur 18 10 - 8 39 30 9 16 4 ÍF 18 8 - 10 30 33 -3 12 5 KÍF 18 5 - 13 19 42 -23 6 6 SÍ 18 1 - 17 12 52 -40 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 15 14 - 1 43 11 32 21 2 Mjølnir 14 10 - 4 34 17 17 14 3 Fleyr 14 8 - 6 28 26 2 11 4 ÍF 14 3 - 11 16 36 -20 5 5 Fram 15 1 - 14 12 43 -31 1 Næstseinasta umfarið í meistaradeildini hjá kvinnum verður leikt um vikuskiftið. FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tríggir dystir eru á skránni leygardagin og sunnudagin. Leygardagin verður dystur á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av Drátti. Her kann gerast talan um ein spenn- andi dyst, tí ÍF hevur bitið væl frá sær í seinastuni, meðan Dráttur hinvegin hevur havt ein lítlan niðurtúr. Oddaliðini lættar uppgávur Á pappírinum sær tað út til, at tey bæði oddaliðini, Mjølnir og TB, hava lættar uppgávur um vikuskiftið. Bæði liðini eru á heima- vølli, og bæði skulu tey spæla móti botnliðum. Í Klaksvík fær Mjølnir vitjan av avgjørda botnliðn- um SÍ, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tað skuldi eydnast sørvágskvinnum at fáa nakað burtur úr tí dystinum. Mjølnir liggur ájavnt við TB í stigum, men hevur betur settmun, og tí fara tær eisini óivað at gera alt fyri ikki at missa óneyðug sett, sum kunnu kosta teimum dýrt seinni. TB fær í Trongisvági vitjan av KÍF, og hóast TB í seinastuni hevur havt tað eitt sindur stríggið við at basa lægru liðunum, so er einki at ivast í, at talan er um ein dyst, sum TB óivað vinnur. Men TB hevur, sum áðurnevnt, fleiri ferðir verið noytt til at spæla javnbrótara móti lægri liðum í seinastuni, og spurningurin er so, um hetta fer at endurtaka seg sunnudagin. Vágskvinnur koma norður til miðstaðar- økið í vikuskiftinum, og tær skulu spæla bæði leygardag og sunnudag SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru bert tríggir dystir á skránni í Sunset-kappingini um vikuskiftið. Uppruna- liga skuldu tað verða fimm, men tveir vóru framskund- aðir og eru longu av- greiddir. Spennandi á Giljanesi Ivaleyst mest spennandi dysturin verður á Giljanesi leygardagin, har Søljan fær vitjan av VB. Gamaní hava VB og Stjørnan verið væl betur enn næstu liðini í ár, men tað er ikki so langt síðani, at Søljan vitjaði í Vági, og tá hevði VB stórar trupulleikar av at basa vágaliðnum. Harumframt var VB heldur ikki sannførandi seinasta vikuskifti, tá ið tær høvdu vitjan av VÍF, sum tapti við bert tí eina málinum. Sunnudagin skulu vágs- kvinnur aftur í dyst. Hesaferð skulu tær inn á Skála at hitta StÍF. Her er talan um ein dyst, har tað eigur at verða gjørligt hjá VB at taka sær eitt sindur av løttum, og kanska lata nakrar av stuðulsspælarun- um hvíla eitt sindur. Men hinvegin ræður tað tó um hjá VB at vinna greiðar sigrar, tí tað er ikki óhugs- andi, at tað verður málmun- urin, ið verður avgerandi, tá ið ein føroyameistari skal finnast. Seinasti dysturin um vikuskifti verður í Runavík sunnudagin, har botnliðið Tjaldur fær vitjan av VÍF. Óivað verður talan um enn ein lemjandi ósigur til Tjaldur, sum vikuskifti aft- aná vikuskifti kann stað- festa, at tað var eitt langt lop hjá teimum at flyta upp í bestu deildina. Nærkast endanum VB skal spæla tvær ferðir