leygardagur 12. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
21
Hópuppsagnir í alingini í Norðoyggjum:
70 fólk missa arbeiðið
25 fólk eru nú søgd
upp á virkinum
Kryvjing í Klaksvík,
og tey 35 fólkini, sum
eru eftir til arbeiðis,
missa arbeiðið um
tveir mánaðir. Tá ið
flest fólk vóru til
arbeiðis á kryvji-
virkinum í Klaksvík,
vóru tey 70, men um
tveir mánaðir eru øll
arbeiðsplássini burt-
ur, og alt alivirksemið
í Norðoyggjum
steðgar
ALING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóskvøldið
varð
fyri
seinastu ferð arbeitt í
tveimum vaktum á virk-
inum Kryvjing í Klaksvík,
sum virkar alilaks. Avleið-
ingin var, at 25 fólk vóru
søgd upp.
35 fólk eru eftir til ar-
beiðis á virkinum, men tey
verða koyrd heim innan
tveir mánaðir, tá ið eingin
alilaksur er eftir at taka í
Norðoyggjum.
– Tað líður ímóti endan-
um við alivirkseminum í
Norðoyggjum, og innan
tveir mánaðir er eingin ali-
laksur eftir at taka, og tá
steðgar kryvjivirkið eisini
upp, sigur Heini Gregersen,
sum er annar av stjórunum
á virkinum.
Tá ið flest fólk arbeiddu á
Kryvjing, vóru tey 70 í tali,
men øll hesi arbeiðspláss
verða burtur innan tveir
mánaðir.
Virkið fyri 50
milliónir
Tað var í november mánaði
í 2003, at Kryvjing tók
ímóti fyrstu nøgdini av ali-
laksi, og síðani hevur nógv
arbeiðið verið á virkinum.
Upp í 70 fólk hava arbeitt í
tveimum
vaktum,
men
seinastu tíðina hava tey
verið um 60 í tali, og nú eru
35 eftir.
Kryvjing er nýtt og fram-
komið virki, sum kostaði
umleið 50 milliónir krónur
at byggja. Tað stendur á
vestara kaiøkinum í Klaks-
vík.
Tað vóru Faroe Salmon
og East Salmon, sum tóku
seg saman um at byggja
virkið, og tey eiga tað. Hesi
bæði feløgini hava staðið
fyri meginpartinum av ali-
virkseminum í Norðoyggj-
um, men nú er lítið virk-
semið eftir.
Faroe Salmon hevur tikið
allan fiskin hjá sær, og East
Salmon hevur nakað av
fingið gangandi í ringunum
í Árnafirði, men hesin
fiskurin verður nú tikin
sum tann seinasti í Norð-
oyggjum.
Heini Gregersen umboð-
ar Faroe Salmon sum stjóri
í Kryvjing, meðan Grímur
Rasmussen umboðar East
Salmon sum stjóri. Í løtuni
er tað Grímur Rasmussen,
sum ger av, hvussu stór ferð
er á tøkuni av tí seinasta
alilaksinum.
Stór óvissa um
alingina
Heini Gregersen veit einki
at siga, hvussu tað verður
við alivirkseminum í Norð-
oyggjum frameftir.
– Bæði Faroe Salmon og
East Salmon eiga smolt at
seta út, men tað er trupult at
fáa fígging til virksemið.
Eginpeningurin í Faroe Sal-
mon er burtur, og peninga-
stovnarnir krevja nýggjan
eginpening fyri at fíggja
virksemið. Men tað er sera
trupult at skaffa nýggjan
eginpening, og í løtuni vita
vit ikki, um tað fer at bera
til at fáa gongd í alingina
aftur, sigur Heini Greger-
sen.
– Um ikki onkur kapital-
sterkur íleggjari kemur upp
í, so verður tað trupult at
fáa gongd á aftur. Eg
trúgvi, at tað ber til at ala
laks í Føroyum, men peng-
arnir gera av, um vit kunnu
seta fisk útaftur, sigur
hann.
Einki at kappast um
Framtíðin hjá tí framkomna
kryvjivirkinum er eisini
óviss, tí um tað ikki er
nakar alilaksur at taka hjá
teimum báðum feløgunum,
sum hava havt tað mesta
alivirksemið í Norðoyggj-
um, so er eingin rávøra til
virkið.
– Tað er ein yvirkapa-
sitetur á virkjunum í land-
inum, og tað er so lítið at
fara eftir. Tí hevur Kryvjing
ongan fisk at virka, tá ið
tann seinasti laksurin er
tikin í Norðoyggjum sigur
Heini Gregersen.
– Kryvjivirkið hevur
annars riggað væl. Tað
hevur givið okkum eina
betri og bíligari kryvjing,
sigur hann.
Men innan tveir mánaðir
er eingin alilaksur eftir at
taka, og tað steðgar virkið
við sínum virksemi og 70
arbeiðspláss eru rokin.
Framkomna virkið Kryvjing í Klaksvík virkar nú tann seinasta alilaksin í Norðoyggjum. 25 fólk vóru í vikuni søgd upp, og innan tveir mánaðir fara tey 35, sum
eru eftir til atbeiðis, eisini heim. Tá steðgar alt alivirksemi í Norðoyggjum
TÍÐINDASKRIV
frá Javna
Fyri
at
kunna
stuðla
foreldrum og avvarðandi at
børnum og ungum við
menningartarni ætlar Javni
at skipa fyri sjálvhjálpar-
bólkum.
Hetta er gjørt fyrr við
góðum royndum, siga tey,
ið vóru við tá.
Ætlanin er, at tey ið vilja
vera við kunnu koma
saman í smáar bólkar og
tosa um evnir, sum eru
teimum viðkomandi.
Vit hava fingið Ásvør
Skaalum, sálarfrøðing at
hjálpa okkum í byrjani og
stuðla okkum, tá og um tað
er neyðugt.
Prát ella tos loysir ikki
allar trupuleikar, kanst tú
kanska siga. Men, vit halda
kortini, at tað kann hjálpa
og styrkja, um vit royna at
bera byrðarnar hjá hvørj-
um øðrum og fyribyrgja, at
vit kenna okkum einsamøll
í ávísum umstøðum. Tað
kann eisini væl henda, at
vit við at tosa um felags-
trupulleikar á henda hátt
finna loysnir úr teimum.
Tey, ið hava áhuga at
vera við, kunnu venda sær
til Javna.tlf. 314827 ella t-
post: javni@javni.fo
Um áhugi er fyri hesum
fara vit at byrja í hølunum
hjá Javna hóskvøldið 31.
mars klokkan 19.30 -
21.30 og hava fundirnar
eina ferð um mánan.
Sjálvhjálparbólkar