Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 50 - 12. mars 2005 Í 2002 varð føroyska útlátið av veðurlags- gassi fyri tíðarskeiðið 1990-2001 gjørt upp. Nú er henda uppgerð dagførd, og vísa tøl- ini, at útlátið av veðurlagsgassi í kol- tvíiltueindum hevur verið støðugt síðani 2001. Útlátið í 2003 er sostatt enn 11% hægri enn í 1990 ÚTLÁT Heilsufrøðiliga Starvsstovan Umhvørvisdeildin Føroya Løgting hevur í 1993 samtykt ST-veður- lagssáttmálan, og er tað tí av týdningi, at eisini Før- oyar samhaldsfast átaka sær sín part av arbeiðinum við at steðga veðurlags- broytingum. Heilsufrøði- liga starvsstovan vil mæla til, at roynt verður at minka um útleiðingina av veður- lagsgassi. Hetta merkir, at nýtslan av fossilum brenni- evnum eigur at tálmast. Størsta avbjóðingin vil verða at minka CO2 útlátið frá fiskiskipum, sum standa fyri 33% av CO2 útlátinum. Harafturat er útlátsminking frá stórum keldum, sosum húsarhaldum (17%), orku- framleiðslu (16%), ídnaði (12%), og akførum (11%) sera týðandi. Í februar 2005 fekk Kyoto-protokollin frá 1997, sum er partur av veðurlags- sáttmálanum, lógfrøðiligt gildi, eftir at 141 lond høvdu staðfest avtaluna. Kyoto-protokollin snýr seg um ítøkiliga áseting av, hvussu nógv tey einstøku londini vilja tálma útlátið av veðurlagsgassi. Í Kyoto- protokollini hava ídnaðar- londini bundið seg til ein felags niðurskurð uppá gott 5%, men samstundis er ymiskt, hvussu niðurskurð- urin er býttur millum lond- ini. ES skal t.d. minka útlátið við í miðal 8%. Danmark hevur átikið sær at minka útlátið við 21%. Føroyar eru á orkuøkin- um í mangar mátar ólíkar Danmark og ES-londunum. Føroyski búskapurin er sera heftur at fiskivinnu, sum er ein orkukrevjandi vinna, har tað er torført at finna alternativ til olju. Hetta kundi talað fyri einum lægri niðurskurði, og við eini møguligari oljuvinnu í huga, kundi tað verið tørv- ur á at fingið viðurkent eina serskipan. Ísland og Noreg kunnu t.d. hava ávikavist 10% og 1% vøkstur í útlát- inum. Útroknaðu útlátini fyri 2002 og 2003 vísa, at saml- aða útlátið av veðurlags- gassi í koltvíiltueindum hevur verið støðugt síðani 2001. Útlátið í 2003 er so- statt hækkað 11% í mun til 1990. Útlátið frá fiskiskipun- um er hækkað úr 219 183 tonsum í 1990 til 244 998 tons í 2003 (12%). Frá 2001 til 2003 er útlátið hækkað við 8%. Útlátið frá húsarhald- um er minkað úr 145 843 tonsum í 1990 til 120 625 tons í 2003 (17%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 5%. Útlátið frá streymfram- leiðslu er hækkað úr 89 750 tonsum til 114 708 tons í 2003 (28%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 13%. Útlátið frá akførum er hækkað úr 56 856 tonsum í 1990 til 79 603 tons í 2003 (40%). Frá 2001 til 2003 er útlátið hækkað við 8%. Útlátið frá ídnaðinum er hækkað úr 62 162 tonsum í 1990 til 83 881 í 2003 (35%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 1%. Minkingin er tí, at oljuleit- ingin í 2003 ikki nýtti so stóra nøgdir av olju sum í 2001. Um útlátið frá olju- leitingum ikki roknast uppí samlaða útlátið í 2001 og 2003, er útlátið frá ídnað- inum hækkað við 17% síð- ani 2001. Útlátið frá handlum og stovnum er hækkað úr 39 185 tonsum í 1990 til 47 612 tons í 2003 (22%). Frá 2002 til 2003 er útlátið minkað við 7%. Heilsufrøðiliga starvs- stovan vil mæla til, at gjørd verður ein ítøkilig ætlan fyri, hvussu minkingar kunnu fremjast innan teir einstøku bólkarnar. Her kunnu ávísingarnar í veður- lagssáttmálanum og proto- kollini nýtast, sosum øktur orkueffektivitetur, íverk- setan av skipanum, sum eggja til minking av útláti, og av skipanum, sum eggja til menning av varandi orkukeldum. Eisini kann tað verða av týdningi at nýta ymiskar avgjalds- og stuðulsskipanir, sum verða nýttar í okkara grannalond- um, og sum vísa seg at vera virknar í mun til menning av tøkni og minking í út- látinum. Orsakað av stóra útlátin- um av vakstrarhúsgassi í seinastu øld fer veðurlagið væntandi at broytast meiri ella minni. Hetta uttan mun til, um tað eydnast pørtun- um í Kyoto-protokollini at liva upp til málsetningar- nar. Tí er tað eisini týdn- ingarmikið at fáa staðfest, hvørjar ítøkiligar broyting- ar eru væntandi í Føroyum, og hvat eigur at verða gjørt fyri at tillaga seg til tær mest sannlíku avleiðingar- nar av veðurlagsbroyting- unum. Nýggja frágreiðingin: "Útlát av veðurlagsgassi í Føroyum. Dagføring fram til 2003" er tøk á www.hfs.fo, undir "Út- gávur", m.a. saman við øðrum tilfari um veður- lagsgass. Útláti_ av koltvíiltu b_tt uppá bólkar (%) 2003 33% 17% 16% 12% 11% 7% 4% Fiskiskip Húsarhald El-framlei_sla Akfør Ídna_ur Handlar og stovnar Onnur skip Útláti_ av koltvíilitu b_tt uppá bólkar 1990-2003 0 50000 100000 150000 200000 250000 300000 1988 1990 1992 1994 1996 1998 2000 2002 2004 tons Fiskiskip Húsarhald Streym-framlei_sla Akfør Ídna_ur Handlar og stovnar Onnur skip Útlát av veðurlagsgassi - dagførd uppgerð Útlátið av koltvíiltu býtt upp á bólkar Mynd 1. Útlátið av koltvíiltu býtt uppá bólkar 2003 Útlátið av koltvíiltu býtt upp á bólkar Fiskiskip Húsarhald Streymframleiðsla Akfør Ídnaður Handlar og stovnar Onnur skip Nógv eftirspurda koppingarevnið móti ILA-sjúkuni er komið til Føroyar og er klárt at taka í nýtslu. Men enn liggur tað á goymslu, tí bíðað verður eftir einari kunngerð um loyvi at koppseta ALING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Smoltalarar vita ikki síni lívandi ráð, tí júst hetta koppingarevnið skuldi vónandi loysa trupulleikan við herviligu ILA-sjúkuni. Men teir sleppa ikki at brúka hetta koppingarevn- ið, tí enn finst eingin kunn- gerð frá landsstýrinum sum gevur teimum loyvi at brúka hetta evnið. Trupulleikin er tann, at smoltið jú veksur alla tíðina og gerst sjóbúgvið. Hetta er tí ein sera óheppin støða fyri smoltalarar, og sum dagarnir ganga gerst støðan bara verri og verri. - Jú, hetta er ein sera álvarsom støða fyri okkum. Hendir ikki okkurt rættiliga skjótt, so koma vit at hava eitt fíggjarligt tap av hes- um, sigur Atli Gregersen, alari úr Gøtu. Vinnumálaráðið hevur ábyrgdina av, at ein kunn- gerð verður gjørd og sett í gildi. Men henda er ikki komin enn, hóast Bjarni Djurholm í seinastu viku segði, at hon skuldi vera liðug hesa vikuna. Undan evstamarki okk- ara í gjár fingu vit tíverri hvørki fatur á Bjarna Djur- holm ella øðrum fólki í Vinnumálaráðnum, sum kundu siga okkum, nær kunngerðin varð liðug. Kann taka tíð Atli Gregersen sigur, at hann og hinir alararnir vóru sera fegnir, tá koppingar- evnið umsíðir kom til land- ið fyri 3-4 vikum síðani. Teir hava síðani tá bara bíðað eftir, at ein kunngerð um loyvi at brúka hetta evnið skuldi koma, men hon er so ikki komin enn. Alt er kortini ikki leyst og liðugt, tá sjálv kunn- gerðin kemur. Tí sum skilst, skulu alararnir senda inn eina umsókn um loyvi at koppseta fyrst. Og tað kann eisini taka tíð at fáa eina slíka avgreidda hjá mynd- ugleikunum. - Tað er ikki soleiðis, at fáa vit t.d. kunngerðina týsdagin so kunnu vit longu byrja at koppseta miku- dagin. - Og tí er tað sera óhepp- ið, at vit ikki sleppa í gongd sum skjótast. Tí vit hava veruliga skund við at fáa hetta gjørt, sigur Atli Greg- ersen. Tvørt fyri Koppsetingin hevur ser- ligan skund, tí at tað kopp- setta smoltið má hava eina ávísa tíð við evninum í sær, áðrenn tað kann sleppast út. Henda prosessin kann taka einar tveir mánaðir, og tá er ein longu komin út í hálvan mai mánað. Tá skal smoltið helst verða sett út, áðrenn summarhitin kemur í áirnar. Verður tað so, at verkfall somuleiðis verður í mai mánað, so kann støðan gerast sera trupul – fyri ikki at siga katastrofal – hjá mongum alarum. Og tá kann ein næstan byrja at tosa um at várútsetingin øll er farin fyri skeyti. - Tað er sera harmiligt, at vit sum hava stríðst fyri at bjarga alivinnuni, nú skulu bíða eftir eini einstakari kunngerð. Hetta kemur ótrúliga tvørt fyri, sigur Atli Gregersen. Hann hevur tó longu sent inn eina umsókn um loyvi at koppseta, og ætlar sær tí beinanvegin í gongd, so skjótt kunngerðin og loyvið eru klár. Alarar ótolnast eftir loyvinum at koppseta