Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 50 - 12. mars 2005 SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Momo er fyrsti leikurin á Tjóð- palli Føroya, síðani barnið fekk eitt navn, sum stjórin á Tjóð- pallinum Jenny C. Petersen tekur til, men hugskotið til leikin er ikki nýtt – Tá vit fóru undir venjing- arnar í januar mánað, var tað framvegis ikki heilt greitt, um Tjóðpallurin var vorðin veruleiki til ætlaðu frumsýningina 12. mars. Men tað gjørdist hann so, og nú haldi eg, tað er ógvuliga hóskandi, at Tjóðpallurin verður tikin í nýtslu við júst hesum leikinum, sigur Jenny. Momo er nevniliga ein leikur, sum vendir sær til øll, bæði børn, ung og vaksin við einum tíðarleysum, men kortini ógvuliga nútíðar- ligum boðskapi. Nýtt leikrit Hóast skaldsøgan hjá týska høvundanum Michael Ende um Momo, sum varð skrivað í 1973, eisini er gjørd til leik fleiri ferðir, valdu Hans og Ria Tórgarð at skriva eitt nýtt leikrit til hesa uppsetingina. Ria, sum eisini er leikstjóri, greiðir frá, at, hóast Momo kann tykjast sum eitt sera einfalt ævintýr, hevur tað uttan iva frá byrjan verið sera trupult at gera søguna til leik. Hetta kemst ikki bara av, at søgan ofta flytir seg rættiliga langt og skjótt í bæði tíð og stað, samstundis sum hon verður søgd í nógvum ymiskum løgum, men eisini av teimum longu og ovurhonds orðaríku filosofisku frágreiðing- um, sum skjótt kunnu gerast í so abstraktar til eina livandi pall- seting. – Ein av orsøkunum til, at vit valdu at skriva okkara egna leikrit, var, at vit vildu gera søguna meir nútíðarliga, fyri á tann hátt eisini at gera hana meir ítøkiliga og livandi. Men tað var eisini neyðugt at laga tey leikrit, sum vóru, til okkara leikarahóp, pall og umstøður annars, sigur Ria og leggur afturat, at tey allatíðana hava arbeitt víðari við leikritinum saman við hinum leikarnum og gjørt broytingar undir venjingunum. – Stóra avbjóðingin við einum leiki, sum hesum, er, at leikarnir ikki sum so skulu spæla ymsar persónar, men heldur geva filosofiskum fyribrigdum, hug- leiðingum og tvístøðum lív onkusvegna. Hetta slag av sjónleiki krevur fyri tað fyrsta, at leikarnir veru- liga skilja og vita, hví teir siga tað, teir siga. Ikki, at aðrir leikir ikki eisini krevja tað, men í einum leiki sum hesum, hevur tú lítið annað enn andlitsúttrykk, kenslur, rørslur og so orðini at byggja dramatiseringina á, men hetta kann framvegis ikki skapa rætta, gandakenda huglagið í søguni einsamalt, sigur Ria 11 tons av sandi og nýggj tøkni Óvanliga langi listin yvir fólk, sum hava verið við í fyrireiking- unum ella eru aftanfyri pallin, boðar frá nógva arbeiðinum, sum er lagt í fyri at skapa júst tað rætta huglagið í heiminum hjá Momo og øllum hinum. Hendan dagin, vit stukku inn á gólvið á Tjóðpallinum, var eitt av hjálpar- fólkunum júst í ferð við at vatna sandin í amfiteatrinum, sum í høvuðsheitum verður nýtt sum pallur. Ikki minni enn 11 tons av sandi hava tey sjálvi trilla inn við trillubøru, og úrslitið er eisini Momo – fyrsti leikurin á Tjó Fyrsti leikurin á Tjóðpalli Føroya er eitt tíðarleyst ævintýr, sum ikki kundi verið meir nútíðarligt. Momo er ein stór- ingin uppseting, har neyðars býarfólkini kapparenna við og undan tíðini inntil tey varnast, at onkur hevur stolið tíðina frá teimum ... Ein avgrund av framstigum "Vit finna alla tíðina uppá okkurt nýtt fyri at spara tíð.Skjótari og skjótari bilar og flogfør,allar møguligar maskinur,teldur,sum rokna ræðuliga skjótt,robottar,sum gera arbeiðið nógv skjótari enn menn- iskju,og kortini hava fólk nógv minni tíð enn fyrr.Hetta er ein tann størsta lygnin,sum er til.Vit reypa og erpa okkum av øllum teimum ómetaliga stóru framstigunum,vit gera,men tey gera okkum hvørki eydnuríkari ella betri nøgd.Tvørtur ímóti.Um vit halda fram uppá hendan mátan,verður endin,at menniskjuni ganga til grundar í øllum sínum framstigum." Úr sjálvævisøguni hjá Michael Ende Momo: Skaldsøga eftir Michael Ende Leikgerð: Ria og Hans Tórgarð Leikstjórn: Ria Tórgarð Leikarar Katarina Nolsø Momo Hans Tórgarð Gigi, gráur maður, maður í kø, skrellimaður Kári Øster Beppo, Fusi, gráur maður, fotografur, maður í kø Birita Mohr Nina, Franco, gráur maður, dama, sjónvarpsvertinna Kristina Hansen Maria, Kassiopeia, gráur maður, Bibigirl, skrellimaður, politistur, blaðkvinna, skrivari, dama Høgni Johansen Nicola, Meistarin Ora, dómari, maður í kø, fínur maður, skrellimaður, lækni Leikmynd Eyðun Johannesen Framleiðslustjóri Jenny C. Petersen Momo verðu frumsýndur á gamla Meiarínum leygardagin 12. mars kl. 18.00