leygardagur 12. mars 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
39
sera sannførandi við sínum
eyðkenda griska mytologiska
dámi.
Fyri stuttum fekk Tjóðpallurin
eitt nýtt ljóðanlegg, sum er gjørt
til hølið á gamla meiarínum og
nú verður nýtt fyri fyrstu ferð.
Millum annað hava leikarnir inn
ímillum mikrofon uppi á sær,
sum eisini er við til at geva upp-
setingini ein modernaðan dám.
Eisini ljósútgerðin hevur fingið
fleiri møguleikar at skapa ymsar
effektir, og júst í hesum leikinum
verður nútímans tøknin brúkt til
sítt ítarsta.
– Øll hendan tøkini er ótrúliga
hugtakandi, men man skal ansa
eftir, at hon ikki yvirtekur ella
verður trýst niður yvir leikirnar,
bara fyri at sleppa at brúka hana.
Tað skal vera leikurin, sum
brúkar útgerðina og ikki øvugt,
sigur Ria.
Tey ungu
Á Tjóðpallinum vóna tey eisini,
at nýggju møguleikarnir við ljóð
og ljósi kunnu vera við til at
freista tey ungu at koma til sjón-
leik. Júst tey ungu hava kanska
verið eitt sindur við sviðið soð,
tá tað ræður um sjónleikir, halda
tey, men vænta at Momo avgjørt
ein leikur, tey ungu kunnu kenna
seg aftur í.
- Nógvir av spurningunum,
sum koma fram í leikinum, eru
jú sovorðnir, tannáringar ofta
baksa við. Vit minnast ivaleyst
øll, hvussu vit hugleiddu um,
hvør meiningin er við øllum, og
hví vit bera okkum at, sum vit
gera, sigur Ria og trívir aftur í
nýggja tøknina í húsinum.
- Tað er eitt sindur ironiskt, tí
við nútímans tøknini hava vit
fingið serliga góðar møguleikar
at skapa júst tað zapparauni-
versið, sum leikurin kritiserar ...
Í so máta endurspeglar pall-
setingin kanska júst tað tvístøðu,
leikurin ímyndar. Vit duga væl at
síggja tað meiningsleysa í øllum
gerandisresinum, men sam-
stundis eru vit bebbarødd fyri at
dragna afturúr. Ella sum Beppo í
leikinum hugleiðir, meðan hann
skundar sær at feia eitt sindur
skjótari
- Hvar hevði eg verið, um eg
ikki fylgdi við? Eg hevði verið
ein tíðarspilla ... eg hevði verið
uttanfyri ...
ðpallinum
Klassiskt ævintýr
Leikurin Momo byggir á skaldsøguna hjá týska rithøvundanum
Michael Ende. Søgan er eitt klassiskt ævntýr um løgnu gentuna
Momo, sum kemur til ein bý, har fólk liva í sátt og semju við hvønn
annan í einum hugnaligum og friðarligum gerandisdegi. Býarfólkini
taka væl ímóti Momo og lata hana sleppa at búgva í gamla,
niðurlagda amfiteatrinum uttanfyri býin.Tey hava góða tíð, so tey
vitja dúgliga klóku og vinarligu Momo, sum altíð er so væl nøgd við
alt. Men knappliga broytist alt, tá ein herur av gráum monnum sníkja
seg inn í býin. Snildisliga sannføra teir býarfólkini um, at um tey
royna at spara tíð, er tað sum at seta hana í bankan, tí tá fara tey at
fáa tíðina tvífalt aftur. Og so hevur ongin knappliga tíð til nakað
longur, heldur ikki at vitja Momo, sum situr einsamøll eftir úti í gamla
amfiteatrinum.
Men Momo veit eitt loyndarmál, og so byrjar stríðið, móti gráu
monnunum, um at fáa tíðina aftur ...
Momo og hini høvdu tað so gott,
inntil snildu, gráu menninir komu
sníkjandi ...
Fragd fyri eygað og
forkunnugan
fiskarætt
Suðuroyggin átti at satsa meira uppá ferðavinnu í framtíðini,
halda fleiri. Og produkthugskot tróta ikki. Trupulleikin er bara,
at ongin loftar teimum, og ger tey søluklár
FERÐAVINNA
Anna Mortensen
Einaferð stóð eitt busskýlið fram
við vegnum á Tvøroyri - innil-
okað við beinki og øllum. Veit
ikki hví, men brádliga var tað
burturi, beint inn á eitt vendi-
pláss, og har stóð tað leingi.
Hálvavegna burturbeint stóð tað
nú á høvdinum. Og ein góðan
summardag sóust tvey fronsk
ferðafólk, so tolin, standa
frammanfyri skýlinum. Tey
stóðu leingi, áðrenn tey fingu at
vita, at hagar kom bussurin ikki,
tí skýlið var burturbeint... Hetta
var einaferð fyrst í 80´unum, tá
flakavinnan var í hæddini, og
útlendingarnir í bygdini hitti
man til arbeiðis niðri á flaka-
virkinum. Nú, 20 ár seinni,
høvdu hesi bæði fronsku ferða-
fólkini óivað leitað sær inn á
kunningarstovuna og fingið
leiðbeining. Flakavinnan syrgir
ikki longur fyri, at útlendingar
koma hendavegin á sumri, her er
deydligt, sum sjálvdan áður. Og
stundum hittir tú fólk á máli, ið
næstan gerast eitt sindur firtin,
tá tey hoyra um eina møguliga
framtíðar ferðavinnu her í oynni:
"vit hava onki veðurlag, ongar
sólstrendur og ongar heitar
keldur... hvat skuldu vit havt at
bjóða útlendingum?
Men nú vit skriva 2005 verð-
ur tosað nógv - í krókunum - um
ferðavinnumøguleikar í Suður-
oynni. Nakrar eldsálir hava altíð
verið í hesi vinnu, og tær tykjast
nú fleiri. So vónandi fara tankar
og hugskot hjá teimum at gerast
veruleiki, tí vit skulu ikki bjóða
ferðafólki 30 hitastig í julimánað
ella ein svimjitúr í heitum keld-
um - tað lata vit danir og íslend-
arar um. Vit skulu bjóða teimum
eina fragd fyri eygað í skiftandi
ljósi, pollamjørka, ljósum
nætrum, regni og anga av
nýslignum grasi, vísa teimum
útsýni frá Suðuroynni ein kláran
dag, tá allar oyggjarnar liggja og
slanga sær norðureftir í kvirruni,
og oman í sjóvarmálan, tá
brimið brýtur og sjógvurin leikar
í. Vit hava stabbagrót og basalt-
fláir, kolanám og varðagøtur, og
bygdir, ið allar hava eina søgu at
siga frá....
Vit eru heppin at eiga
grundarlagið at byggja hesa
vinnu á, nevniliga eina náttúru,
har tað er stutt frá fjalli til fjøru,
frá bygdum landslagi til óbygt -
náttúran er so tætt við, vit eru
mitt í henni allatíðina, tað er
okkara sermerki. Her kann
skipast fyri alskyns túrum til
gongu, í bili og báti. Og tann
ferðandi kann fáa innlit í søgu
okkara og mentan á allarbesta
hátt, um vit ynskja tað - t.d.bara
við at fylgja einum vanligum
føroyingi, ið hevur seyð og bát -
á rættina at klippa, í hoyna, út at
fiska, eftir fugli o.s.fr. Nógvir
føroyingar liva eitt "sermerkt
lív" í mun til aðrir vesturlend-
ingar, ið hava skift alla siðvenju
út við nýggjan lívsstíl. Her hava
vit framvegis eitt samfelag, sum
livir og virkar - eisini - við elli-
gomlum siðvenjum í einum
nútímans dagligdegi.
Fiskur og handverk
Vit hava gamlir bygningar, ið
ríkja av søgu. Her sipi eg til
bygningarnir hjá Thomsen, sum
saman við kaiøkinum á Tvøroyri
kundi verðið eitt spennandi og
"livandi" portur til Suðuroynna.
Her kundu útlendingar, eins og
føroyingar - til dømis - farið á
forkunnuga fiskarestauratión og
keypt spennandi fiskarættir. Tí
vit eiga heimsins bestu rávøru,
sum kemur beinleiðis úr sjónum,
og verður landað beint uttanfyri
dyrnar. Farið á café, har før-
oyskir tónleikarir spældu, og
notið eina føroyska øl og/ella ein
føroyskan snaps (bryggjaður í
oynni) ella ein góðan kopp av
kaffi afturvið tónleikinum. Havt
møguleika fyri at sæð føroyska
framleiðslu, eitt framsýningar-
høli, har tað um summarið var
søluframsýning av føroyskum
handverki úr leiri, glasi, steini,
ull, horni, træi .... So kaiin aftur
kundi verðið miðdepil, har
fiskur verður landaður og virk-
aður, handilslívið mennist eins
og mentanarlívið.
Vit hava hópin av fólki, ið
kunnu vera við til at skapa for-
kunnugar ferðir, bæði í hagan-
um, í fjøruni og undir vatn-
skorpuni, um tað skuldi verið.
Kanska búgva tey ikki øll í
oynni, summi eru stødd uttan-
lands í lestrarørindum, og onnur
búgva kanska aðrastaðni í
landinum, men tey vitja altíð um
summarið. Tá hevði verið brúk
fyri teimum í ferðavinnuni, eins
og tað altíð var brúk fyri fólki í
flakavinnuni um sumrarnar. Vit
hava málkøn fólk, søgusigarar,
kvæðarar, ævintýrarar og ...
Men okkum tørvar ein persón
ella eina eind, ið samskipar,
planleggur, savnar træðrirnir og
arbeiðir við Suðuroynni, sum
eina heild, býtt upp í smærri
eindir, ið t.d. allar hava sína ser-
uppgávu. Havi nú tikið kaiøkið
og Tvøroyri sum dømi um, at
hetta kundi verið staðið, har fólk
hittust um kvøldarnar, fóru út at
eta og gistu. Í løtuni eru trý gist-
ingarhús á staðnum, tvey mið-
skeiðis í bygdini, og tað triðja
liggur í vøkrum umhvørvi við Á
í Øravík. Hugsast kann, at tað
eftirhondini gjørdist tørvur á
fleiri, eins og onnur alternativ
vórðu - eitt nú teltpláss. Vágur
kundi t.d. verðið miðdepil og
staðið fyri útferðum, bæði
Framhald á næstu síðu