Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gongutúrum og ferðum á sjónum. Her verður serliga hugsað um Johanne TG 326, sum sigldi nógvar spennandi túrar í síðsta ár. Ein gonguoyggj burturav Durita Brattaberg starvaðist sum avloysari á kunningarstovuni í Vági síðsta summar. Hon skipaði fyri einu rúgvu av gongutúrum og útferðum við Johanne. Gongutúrar vóru hvønn leygardag, alt summarið, hugt varð at fugli ymsastaðni, ein taratúrur var, fyri bara at nevna nakrir. Eini 60-70 fólk vóru við hvørja ferð, har væl meira enn helvtin vóru føroyingar. Við Johanne varð skipað fyri 6 ymiskum túrum - ein fiskitúrur, ein túrur undir Sumbiarbjørgini og ein út í Stóru Dímun, ein grilltúrur við theilendskum mati í Tjaldavík, ein grýlutúrur og ein nissutúrur. Hesir túrar vendu sær bæði til børn, ung og eldri. Og fullsett var hvønn túrin. Hetta prógvar bæði áhuga og tørv á slíkum tiltøkum: "Vit fingu roynt okkum, og vita nú, at tað ber til - túrarnir eydnaðust sera væl. Tað er so umráðandi at fáa tingini gjørd ítøkilig, at vit vita, hvat vit tosa um. Suðuroyggin er tað, eg vil nevna ein gonguoyggj, t.d. havi eg rokna út, at tú kanst fara 12 ymiskar varðagøtutúrar, og úr nógvum bygd-um kanst tú ganga beinleiðis niðan á oynna og njóta frítt útsýni norðureftir. Eisini kanst tú koyra nógvastaðni, t.d. suður í Akraberg og hyggja at fugli, og tað merkir, at øll, eisini illa gongd, smábørn og eldri fólk, ið ikki orka at ganga so langt, kunnu uppliva fjøllini. At koma til Suðuroynna at ferðast er jú eisini íroknað siglitúrurin av Bursatanga, ið gevur tí ferðandi møguleika fyri at sigla tætt framvið oyggjunum suðureftir og njóta útsýnið. Jarð- og landafrøðiliga er Suðuroyggin sermerkt, og tískil eisini eitt áhugavert námsferðarmál bæði hjá fólkaskúlum og miðnáms- skúlum kring landið. Tí er tað upplagt, at hon eisini gerst ferða- oyggj fyri føroyingar - alt árið, og ikki bert um summarið. Vit kundu t.d. eisini specialiserað okkum í at tikið ímóti virkjum/ arbeiðsplássum, ið fara "firma- túr" - fingið tey at komið henda- vegin og havt tað gott." Hvussu gera onnur Durita hevur, seinastu árini, búð í Norðurnorra. Hon sigur, at Lofoten er mest vaksandi ferða- vinnuøkið í landinum, og at teirra "image" snýr seg í stóran mun um fisk: "Tey hava opnað heimsins bestu fiskarestauratión, og ferðafólk yvirnátta í um- vældum neystum, við fiska- greipunum hangandi undir takinum. Tey fiska nógv, bæði av landi og úti í báti, og skipað verður t.d. fyri heimsmeistara- kapping í at fiska við tráðu". Hyggja vit til stuttleikar at New Zealandi, har Durita eisini hevur búð, so er teirra etikett heilt øðrvísi, her snýr tað seg um "adrenalin kick". Síðan mið- skeiðis í 80´unum hevur ferða- vinnan ment seg til í dag at vera ein tann mest týðandi parturin av búskapinum, og landið verður nevnt "heimsins størsta spæli- pláss". Tey uppfinna alskyns "kick", eitt nú elastikklopið, at sýga seg niður í togi eftir høvdinum, frálæru í fallskjóli o.s.fr. Skipað verður á hvørjum ári fyri hugskotskappingum, og tá Durita vitjaði seinast - í 2001 - var ársins vinnari ein gjøgnum- skygdur bóltur við hondtøkum, sum man situr í, og síðan verður rullaður út av eini trom... bum... bum.... Og nú vælfarta fólk úr øllum heiminum til New Zealands fyri at royna bóltin. Men fyri at koma aftur til klettarnar, so hava vit her eitt sera stórt potentiale, og tað er eyðsæð, at her hendur alt ov lítið, sigur Durita: "Vit hava tvær kunningarstovur, eina í sunnaru- og eina í norðaru helvt, sum eftir mínum tykki kundu havt eitt nógv størri samarbeiði. Eisini hava vit eina nevnd fyri ferða- vinnu í Suðri, har allar kommun- urnar eru umboðaðar við einum limi. Hon kundið t.d. heldur verðið mannað við fólki við stórum áhuga innan ferðavinnu, heldur enn at meginparturin skulu vera kommunulimir.Vit hava góðar fortreytir fyri at skapa nakað, og tað skal so sera lítið til fyri at gera mun. Gongu- túrarnir góðu væl, og Johanne sigldi nógvar pengar inn í summar, hóast prísirnir vóru lágir, so her liggja óavmarkaðir inntøkumøguleikar og bíða. Okkum væntar bara eitt gløgt høvd, ið kann savnað, greina og geva fólki einfaldar manna- gongdir at arbeiða eftir. Tá eru vit komin langt." Mugu byrja einastaðni Tim Wentslau hevur, saman við Jón Guttesen, virkið Auxilior, ið m.a. ger telduforrit til orðblind og rørslutarnað. Teir gera eisini heimasíðuloysnir til virkir í Suðuroynni: "Vit hava gjørt eitt heimasíðuuppskot, sum vit hava lagt fyri kunningarstovunum í oynni, men í løtuni er ongin undirtøka fyri hesum. Grund- gevingin er, at Ferðaráð Føroya er í holtur við at gera eina heildarloysn fyri alt landið, hvat viðvíkur heimasíðu. Og at okkara uppskot er ov dýrt.... Men tankin er, at heimasíðan skal vera ein háttur at savna tingini - fáa fatur á teimum, sum skipa fyri ymiskum túrum, bátaeigar- um, gistingarhúseigarum, matstovueigarum o.s.fr. - eitt forum! Tað er umráðandi at finna útav, hvussu vøran skal síggja út, tá vit tosa um ferða- vinnu, og tað halda vit manglar. Ein vøra skal sjálvsagt definerast útfrá málbolkinum, og tað merk- ir, at tað er neyðugt at hugsa um, hvussu Suðuroyggin skal seljast teimum, ið hava áhugað fyri tí, vit kunnu bjóða, nevniliga gongutúrum, fuglalívi, áhuga- fiskaríi, sigling, kaving o.s.fr. Til hesir møguligir keyparar/kundar mugu gerast ymiskir "pakkar", so tey vita nágreiniliga, hvat vit bjóða. Og líka so týdningarmikið er tað, at ferðastovur uttanlanda vita, hvat tað er, tey selja. Alt hetta skal planleggjast um heystið, soleiðis at vøran er klár, tá fólk - um jóltíðir ella fyrr - planleggja summarfrítíðina. Og áðrenn vit hava vøruna ber líkasum ikki til at fara út og marknaðarføra hana. Tá man so hevur funnið fram til endaligu vøruna, kann heimasíðan presentera eina nágreiniliga skráð, og geva fólki møguleika at fara inn og finna júst ta ferðina, ið hóskar teimum. - Eitt filtur, hagani fólk kunnu leitað sær alla informatión um søgu, geografi, demografi, túrar, tiltøk, gistingar, føði... Vit halda, at um Suður- oyggin skal satsa uppá ferða- vinnu, er tað umráðandi, at hon fær sína egnu heimasíðu, ístaðin fyri at gerast partur av eini størri loysn. Vit skulu eisini hugsa um, at vit liggja eitt fitt petti frá meginøkinum, og tí kunnu hava annan tørv enn meginøkið. Heimasíðan er ein liður í markn- aðarføringini, og bara við at lýsa í føroyskum fjølmiðlum koma vit ikki langt!" Tim er dani. Hann hevur búð á Tvøroyri í 7 ár, og hevur ikki gjørt sær so fáar tankar um hesa oynna sum "ferðaparadís": " Havi havt nógva vitjan her um sumrarnar, plagdi at ráða teimum til at steðga í minst 10 dagar (hóast eg ofta havi sað Suður- oynna umtalaða, sum verd at vitja í 2 dagar, tað er heilt burturvið), og tað er avgjørt ongin trupulleiki at fáa brúkt tíðina. Henda oyggin stendur ikki aftanfyri støðini, tey annars hava verið, tvørturímóti! Havi ein vinmann, ið hevur vitjað fjøll kring allan heim. Hann gjørdist heilt ovfarin av at koma niðan á Gluggarnar og uppliva útsýnið frá 600 m hædd. Hann helt seg hava upplivað alt uttan Mount Everest, men mátti ásanna, at tað hevði hann so ikki, her kundi ikki samanberast!" Tim heldur, at vit kunnu selja Suðuroynna sum eitt "anti-stress koncept" - komið hagar og njótið í frið og náðum, ongir lumma- tjóvar, ongar bíðirøðir (uttan tá tað er jarðarferð), alt gongur fyri seg í friðarligum tempo. Vit hava Ruth Smith savnið í Vági, sum fá vita um. Tað kundi verið grund- arlagið til eina ferð, ein lista- pakka, ið eggjar listaáhugaðum at koma hendavegin. Og vættrar, trøll, huldrur og aðrar søguverur kundu eisini víðkað um ferðaút- boðið. Eins og man t.d kundi havt ein fiskapakka, har øll tiltøk, í eina viku, snúðu seg um fisk og hav, o.s.fr. Møguleikarnir eru óendaligir, men vit mugu gera okkum greitt, hvør mál- bólkurin er, og hvørji tilboð vit kunnu samanseta og bjóða júst nú! So kunnu onnur koma afturat so hvørt. Avgerandi er, at tað verður hugsað í pengum og vanligum framleiðsluhátti, har vøran skal sýnast fram í góðari tíð. Tá so summarið kemur er greitt, hvørjir túrar verða, og ikki, hvussu nógvum ferðandi vit stórtsað kunnu rokna við o.s.fr. Onga kós og ongan skipara Tim heldur, at tað nýttar lítið, at fólk - hvør í sínum lagi - arbeiða fyri sakini. Tað manglar eitt yvirordna mál, og ein, ið setur fólk saman, savnar og organi- serar, so tað ber til at røkka hesum máli. Eins og Durita Brattaberg heldur hann, at besta loysnin hevði verið at sett ein menningarstjóra fyri Suður- oynna, sum umframt onnur projektur, hevði ferðavinnuna fremst í huga. Hesin kundi t.d.verðið settur í starv í eitt styttri tíðarskeið at byrja við, og løntur av kommununum í oynni. … Fragd fyri eygað og forkunnugan fiskarætt Framhald av síðu 39