leygardagur 12. mars 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
41
Tingið tekur sær um reiggj
Trivnaðarnevndin
hevur við nýggju
barnarverndarlógini
skapað fordømi fyri
framtíðar lógarsmíði
í Føroyum, har tey
fólkavaldu taka støðu
í virðismálum í
alsamt almennari
tilgond
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
kari@justice.com
Tey gomlu norrønu tingini skiltu
ímillum at rætta lógina og at
gera nýmæli. Tað fyrra var í
ítøkiligum málum at loysa knútar
í lógarverkinum, tað seinna at
smíða nýggjar ásetingar. Í báðum
førum varð nýggj lóg gjørd, antin
sum fordømi ella sum lóggáva.
Í málinum um barnavernd
hevur trivnaðarnevndin givið
spildurnýtt fordømi fyri, hvussu
nýmæli kunnu verða til ígjøg-
num drúgvt og nærlagt nevndar-
arbeiði. Nevndin hevur eisini
latið frá sær sjálvsamt dømi um
sera væl viðgjørda føroyska
tinglóg.
Tað tykist eisini sum avvarandi
landsstýrismaður, Hans Pauli
Strøm, tekur undir við, at ting-
nevndir skulu gerast meiri
virknar og ikki bara vera aftur-
hvarv av orðaskiftinum í ting-
salinum. Hans Pauli segði nakað
soleiðis í brævi til trivnaðar-
nevndina: ‘enn er bert talan um
lógaruppskot, og stendur tað tí
tinginum frítt fyri at seta sítt
merki á lógaruppskotið; tað
skuldi ikki verið trupult at gjørt
tær broytingar, sum løgtingið
ynskir.’
Hetta kann tykjast mongum
sjálvsagt. Tað hoyrir til einfaldan
barnalærdóm, at lógir verða sam-
tyktar á tingi, og at landsstýrið
og aðrir stovnar bert útinna
tingsins vilja.
Veruleikin er tó annar. Av
teimum um 100 lógaruppskot-
unum, sum tingið viðger í hvørji
tingsetu, eru vanliga øll ella
nærum øll orðað í teirri fyrisit-
ing, sum sigst skulu útinna ting-
sins vilja. Hans Pauli Strøm
hevur áður sjálvur sum ting-
maður verið frammi við við-
merkingum um, at tingið bert
stemplar uppskot frá fyrisiting-
ini. Tiltikin eru eisini orðini hjá
tingsins Baldrian um, at tað hjá
samgongumonnum bert krevst at
síggja mun á reyðum og grønum.
Tá samgongan skjýtur upp, trýst
so á grønt fyri ja; tá andstøðan
roynir seg, trýst á reytt fyri nei.
Við 62 broytingum, 10
fundum, fleiri enn 20 skjølum og
8 hoyrdum pørtum, sum trivn-
aðarnevndin hevur havt við í
viðgerðini av nýggju barna-
verndarlógini, ber tað tann vegin,
at tingnevndir sjálvar megna at
smíða lógaruppskot. Og so er
dagurin kanska ikki fjarður, at
vit fara at fáa veruligt valdsbýti í
Føroyum. Veruligt valdsbýti er tá
sami stovnur ikki sleppur bæði at
smíða regluna og tulka hana.
Barnavernd
At samtykkja lóg um barnavernd
er at viga fleiri sera týðandi og
trupul atlit í senn. Eyðvitað er
fremsta ætlanin at verja børnini.
Børn eru frá upphavi veik, verju-
leys og viðkvom. Børn verða
merkt av umstøðunum, sum tey
er í undir uppvøkstrinum, og
ætlanin við barnavernd er at
verja børn móti skaðiligum árin-
um og stuðla teimum, tá tey hava
hjálp og viðgerð fyri neyðini.
Uppí spurningin um rættartrygd
hoyrir spurningurin, hvør stovnur
kann royna - eftirmeta - avgerðir,
og hvørji tiltøk, til dømis at taka
børn heimanífrá, beinanvegin
skulu leggjast fyri dómara at
góðkenna.
Men børn eiga eisini foreldur,
systkin og onnur skyldfólk. Ser-
liga foreldrini eru í truplari
støðu, tá talan er um barnavernd,
tí mistanki um misrøkt og
óheppin árin fellur á tey. Felags
fyri barnið sjálvt og foreldrini er
tí, at rættartrygdin má vera í
hásæti. Mannagondir og rættindi
skulu tryggja, at tey fáa rættvísa
viðferð, fáa høvi at taka til orð-
anna og verða nøktandi umboðað
í ofta ørkymlandi og fremmand-
ari tilgongd.
Síðani eru atlit til kunnleika og
førleika av ymsum slagi. Higartil
hava kommunurnar havt barna-
verndarnevndir. Hetta tryggjar
góðan staðbundnan kunnleika,
men kann merkja væntandi før-
leika at meta um umstøðurnar
hjá barninum og væntandi fatan
av mannagongdum og rættind-
um. Spurningurin hevur tí verið,
um dentur heldur skuldi leggjast
á tann fakliga førleikan, men tá
kann vandi vera at missa fyrsta-
honds kunnleikan til støðuna hjá
barninum og fatanina av lokal
høpinum. Millumleiðin er
onkursvegna at sameina tað
fakliga og tað lokala.
At enda er spurningurin, hvørt
kommunur ella land skulu hava
tað fíggjarliga um hendi.
Álitið
Í álitið sínum velur trivnaðar-
nevndin nakað øðrvísi enn
landsstýrismaðurin og fyrisiting
hansara. Nevndin vil heldur lata
kommunurnar taka størri ábyrgd
- fakliga eins og fíggjarliga -
heldur enn at lata málsøkið
liggja hjá landinum og ta týðandi
barnarverndarstovuna at vera
landsstovn. Gularótin, at
kommunar framvegis skuldu
hava lægru stovnarnar á økinum,
var ikki nóg leskilig til at
trivnaðarnevndin lat sær lynda
við tí..
Hetta er virðismál. Spurningur
um, hvussu ymsik virði skulu
vektast. Skeri eg teg her, missi
eg teg har. Alt ov ofta fara slíkir
spurningar í onkra uttantings-
nevnd, sum í áliti sínum sigur,
hvat tey fólkavaldi skulu velja. Á
hesum sinni valdu tingfólk, tey
ið hava ómakað sær at stilla upp,
og sum vit veljarar kunnu viga
og meta næstu ferð.
Nevndin leggur upp til, at
landið skal lækka sín part av
skattinum, og kommunurnar fáa
uppá seg meira, nú tann fíggjar-
liga byrðan uppá einar 10 milli-
ónir árliga øll verður kommunal,
økt frá hálvari triðu millión í
kommunal útreiðslum sum er.
Men álitið hjá nevndini er
eisini merkt av sera nógvum
tekniskum broytingum. Nakað av
togtogan millum ymsar máls-
ligar, juridiskar og fyrisitingar-
ligar skúlar sæst. Tær nógvu
broytingarnar hjá nevndini hava
tí lítið uppá seg og vísa helst,
hvussu neyðugt tað er at fáa
fakligt kjak um slíkar spurningar,
so teir ikki darva ov nógv tí
veruliga politiska arbeiðnum hjá
tingnevndunum. Alt ov ofta
gerast landsstýrismenn og
tingmenn boðberar í lítisverdum
stríði millum fakfólk á ymsum
almennum skrivstovum, sum
hava hvør sína fatan av tilvís-
ingum ella setningsbygnaði.
Málið beint í nevnd
Við til hesa søgu hoyrir, at
trivnaðarnevndin er óvanliga væl
fyri. Sum limir ella varalimir sita
fyrrverandi landsstýrismenn
bæði á hesum málsøkinum og
øðrum. Eisini tingfólk við
viðkomandi útbúgvingum og
royndum. Somuleiðis hevur
arbeiðið í fyrisitingini verið sera
gott og drúgt, og tingið hevur
fyrr havt málið á tingborði.
Serliga at fegnast um er sjálv-
sagt, at talan er um breiða semju
tvørturum samgongugjónna, og
at talan er um lóg av heldur
tekniskum slagi, sum neyvan
kann brúkast til bíligt atkvøðu-
agn, men sum skal avrikast,
skulu Føroyar í roynd og veru
umsita yvirtikin málsøki.
Nú verður spennandi at síggja,
um hetta fordømið, henda til-
laging av tingskipanini í venju,
verður fylgd. Tey mongu upp-
skot, sum landsstýrismenn leggja
fyri ting beint uppundir freistina
í mars geva ikki stundir og náðir
at gera sama grundiga arbeiði.
Tora nevndirnar at havna nøkrum
teirra, og síðani leggja upp-
skotini fram aftur eftir ólavsøku,
so vit fáa enn fleiri avrik í
lógarsmíði? Á Tinghelluni verður
so bíðað í andakt.
Við nøkrum tillagingum aftur-
at kann lógarsmíð í Føroyum
koma nærri føroysku hugmynd-
ini: tingfólk samtykkja lógir,
men bert eftir dygdargott alment
orðaskifti, har eisini onnur enn
tey innvígdu sleppa at siga
hugsan sína - og mugu svara fyri
seg.