leygardagur 12. mars 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 50 - 12. mars 2005
TINGHELLUKRONIKKUR
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Síðsta summar, í einum kaffihúsi
mitt í Hackney, las eg um ein
lítlan riðil av evangelistum frá
Tennessee. Í fyrstani tók eg mær
ikki tykni av mánaðarritinum,
men avgjørdi so at blaða í tí sum
eg kortini skuldi bíða nakrar
minuttir eftir suppuni—‘alterna-
tivið’ var, minnist eg, at halda á
at gløa at eini eiggiligari damu
soleiðis umleið "klokkan ellivu"
frá har eg sat. Tó, líkleikin til
damuna, mína, avgjørdi málið:
"Les nú mánaðarritið, góði.
Les!"
Helst av misgáum kom eg
fram á eina grein um, ja,
"lætnan" á hin evangeliska
mátan, hugsi eg, eg best kann
lýsa innihaldið. Í sjálvari greinini
greiddi nakrir ørvitisfiskar frá at,
jú-jú, at teir ætlaðu sær til
Manhattan at luttaka á árliga
flokstinginum hjá republikanar-
unum "because the President is
doing the Lord’s work in Wash-
ington".
Ikki óvæntað royndi eg at
halda ímóti væl fatiligu innan-
trongdini at, eftiransandi, langa
høvdið í tallerkin við áleikandi
ætlanini at drukna í karrisuppuni,
sum eg jú hevði biðið um, og
sum var komin, alt ov tíðliga.
Men knappliga varð eg leiddur
frá teirri víðgongdu skræpu tá ið
eg, sum eg skimmaði tekstin,
gjørdist varugur við at ein teirra,
umframt nýkristiliga bíbliusøgu,
sjálvandi, var órógvandi trásettur
av eini bók kallað What Would
Jesus Eat?
"Oh, it’s the best way to lose
weight", segði hon blaðmann-
inum frá. "You should try it. It’s
simple. You eat what Jesus ate,
and the Holy Spirit works
through you and sends your fat
to Heaven". Eg havi síðani
kannað bókina, sum hevur – vísir
tað seg – selt meira enn tvær
milliónir eintøk. Høvundurin,
Don Colbert, brosar blídliga á
baksíðuni og upplýsir at "Jesus
wants YOU to be thin".
Nakað aftaná segði eg so ein-
um vinfólki frá um "tilburðin",
um hvat eg hevði lisið, og – sum
vera man – smáflentu vit at óvís-
indaligu pátrúgvini hjá ameri-
kanskum bønarfólki. Síðani
kveitti hon at armbandsurinum
og, kvikliga, savnaði síni ting.
"Eg verði noydd at fara", segði
hon, "annars komi eg ov seint til
homopati-avtaluna".
Halló? Um tú telist millum teir
mongu føroyingarnar, ið nýta
"alternativan heilivág" – og tí
kanska eisini samsekur í einum
føroyskum innflutningsvirði av
Alka-Mine á gott og væl eina
hálva millión krónur í donskum
gjaldoyra, og tað bara fyri 2003
– kanst tú ikki halda gekkarnar
og teirra "Jesus-klænkan" fyri
gjøldur.
Um tú veruliga hevur latið teg
billað inn at 180 posar av Sango-
korallum kunna lekja krabba,
hevur tú ikki bara frásagt tær
rættin at flenna at "hvussu
heilagi andin kann arbeiða seg
ígjøgnum teg og senda feittið til
Himmals", men kveistrað burtur
heilivágaídnaðin og, tessvegna,
‘materialismuna’ og upplýs-
ingartíðina. Har er nevniliga ikki
meira vísindaligt prógv fyri
alternativari viðgerð, ið nú tekur
hornapláss í alt ov nógvum
handlum, eisini apotekum, enn
fyri Jesus-klænkanini. Ein og
hvør homopatur og seljari, sum
roynur at yvirtala teg at keypa
"kinesiskan" heilivág, er á leið
líka vísindaliga virðiligur sum
Don Colbert.
Orsøkin til at vit hava hug at
halda Eat-Fish-For-Jesus-
ætlanina fyri spott, er tí at hon
blandar saman tvey fyribrigdi:
vísindi, sum er grundað á
kanningar, ið kunna mátast, og
"andi", sum er grundaður á
heilaspuna ella ímyndan og
sjálvssvik ella gykl. Hetta gong-
ur javnfjart við náttúruheilivágs-
og, serstakliga, kostískoytis-
ídnaðin, har náttúruheilivágur í
besta føri er "dokumenterað
húsráð".
Evangelistarnir eru sannførdir
um at heilagi andin kann arbeiða
seg ígjøgnum vombina; tey, ið
gera sær dælt av "fyrndar-
gomlum kinesiskum heilivági",
grunda jú teirra "viðgerðir" á ein
gátuføran orkufloym kallaður
"Qi", sum hvørki medisin ella
lívfrøði kann uppdaga.
Hvar er munurin? Í báðum
førum er talan um óvísindaliga
samanpentan. Kortini, so standa
aðramáta intelligent fólk í skelli-
látri, tá ið eg sigi teimum frá
Jesus-klænkanini, fyri síðani at
fara eitt rend inn til gandalæknan
at fáa eina óvísindaliga "urta-
viðgerð", har indiskir álvar og
kinesiskir vættrar fáa loyvi at
dansa á svára rygginum.
Verjarnir hjá "alternativum
heilivági", harímillum prinsurin
av Wales—hasin vísindaligi
analfabeturin—siga, at tað er
"ein andalig leking, ið viðger, ið
fer við øllum menniskjanum og
tess samband við kosmos", sett
upp ímóti "ísakaldari,
rationalistiskari vísund". Men,
har er líka ein trupulleiki: teirra
viðgerð er – eins og Jesus-
klænkanin – ein absurd lygn.
Journalisturin, John Diamond
– tá ið hann, ímóti sínum vilja, lá
til at doyggja – bjóðaði sær at
lata £10.000 til vælgerð, vald av
bretska krúnprinsinum, um hann
kundi lata honum so mikið sum
eitt másasligt prógv fyri hansara
hevdan, at "alternativar viðgerðir
kunna lekja krabbasjúklingar".
Sambært greinini "A Review
of the Incorporation of
Complementary and Alternative
Medicine" brúka eitt stað millum
triði og annar hvør vaksin í fram-
komnum londum okkurt slag av
"alternativum heilivági". Men
kanska er tað ikki so løgið,
kanska átti lutfallið ikki komið
óvart á okkum—les hetta: "Alka-
Mine er ikki bara ein av so nógv-
um tilboðum av kostískoytum,
men er onki minni enn ein
kollvelting [...] Tað óhepna er, at
apotekaralógin loyvir ikki at ein
slík vøra verður lýst at skula
gagna heilsuliga, so ella so og tí
kann tað ikki gerast her. Men tað
er einumhvørjum frítt fyri at fáa
sær nærri kunnleika gjøgnum ein
hóp av vitnisfrágreiðingum sum
kunnu fást her sum SkilaKeyp
heldur til, umframt tær á síðuni
"Fólk siga…"."
Fyrraárið, í 2003, vóru 578
kilo av hesum virðisleysa
"heilivági" flutt inn til Føroyar
(svarandi til eitt virði á DKK
557.061,-). Nú havi eg aldri lisið
handilsskap, men tú innflytur
væntandi við sølu í hyggju.
Og, trín inn, Olga Hentze. Tí
frú Hentze er nevniliga, sambært
sær sjálvum, útbúgvin føðslu-
viðgeri. Hvørt hon er ein teirra,
ið knoskin roynir at selja posar
av Sango-korallum til medfør-
oyingar, tað veit eg ikki. Men
hetta er so tað, hon sigur: "I was
looking forward to come to the
Faroes and offer my help to
people who like to have help like
that". Frálíkt, í sjálvum sær, men
"that" merkir "alternativur heili-
vágur". So, ikki so frálíkt
allíkavæl. Tað sagt, so tykist hon
mær vælmeinandi, at hon "vil
væl"; men, vælmeinandi ella ei,
úrslitið er tað sama—‘she’s a
con’!
At so er, at talan ikki bert er
um "fordómar" hjá einum illum,
hálvvaksnum drongi, kunna
fylgjandi úttalilsi vitna um:
"Almost every sickness that
exists in the Faroes could be
treated from herbs that is
growing locally ..."; "natura-
medicin, that I am practising,
can basically help any problem
..."; "... this is all up to you; your
health is in your hands. Nobody
else. No doctors. No medicine.
No pills. Your health is up to you
[] if you have cancer, if your
doctors give up on you... if YOU
give up on yourself, that’s when
you’ve lost your life ... you still
can live if you are ready to fight
for your life."
Píka sjey! Og eg sum helt at tú
doyði av krabba, tí at krabba-
mein er ein deyðilig sjúka. So
mamma doyði ikki av bróst-
krabba, men tí at hon ikki var
"ready to fight for her life".
Hmmm, ókey meðni, har hava tit
tað so: tað var slettis ikki ill-
vøksturin, men vantandi "posi-
tiviteturin", ið syrgdi fyri at
hasin stólurin fyri endan av
borðinum nú er tómur.
Men føðsluviðgerarin hevur
eisini eina meira bókstavliga
loysn: "Most herbs are growing
in the Faroes and the nature is so
wise [] most problems, people
develope at that particular area,
will be possible to cure by just
turning to the nature, turning to
what available; just try there in
your garden!"
Ja, ja, har sært tú, tað er bara
at fara út í havan, finna persillu-
beðið og, innafturkomin í hitan,
stappa tað í kjaftin áttanda hvønn
tíma ímeðan tú vendur eystur-
eftir, sjálvandi, og, ikki at
gloyma, "STAY POSITIVE"!
Mín andstøða at "alternativum
heilivági" hevur so avgjørt einki
við "bangilsi", "átrúnað", "pá-
trúgv" ella "kunnleikamangul" at
gera, men alt við vísindagrund-
aðan kunnleika, og helst eisini
upplýsingartíðina, at gera.
Hin navnfrægi Richard
Dawkins, ein tann mest fram-
úrskarandi vísindamaðurin, ja, í
verðini, greiðir frá hví, sambært
allýsing, "alternativur heilivágur"
ikki riggar—og, trúgv mær, hann
er ikki á nakran hátt "keyptur" av
ella í lummanum hjá nøkrum
heilivágsvirki. "If a particular
alternative treatment can be
shown before a panel of quali-
fied doctors to work, then it isn’t
called "alternative" any more. It’s
just medicine. "Alternative" is
another word for "ineffective",
sigur hann.
Men, Gud náði meg, hvørja
ferð eg geri fólk varan við hetta,
kemur øðin í fólki bóltandi fram:
"Men eg var ‘kureraður’ av
angaviðgerð/akupunktur/slangu-
olju, og gubbi mín doyði ikki
innan 1 ár, sum tey á Ríkis-
hospitalinum søgdu, fyrst aftaná
eitt-og-eitt-hálvt-ár, so, ‘stik
den’!" Og so framvegis...
Men eitt ávíst tal av fólki vil
altíð taka til sín hvat sum helst
slag av viðgerð (altso, reagera
positivt) – sjálvt til eina full-
komiliga nyttuleysa eina – um
tey veruliga trúgva, at hon riggar.
So, sjálvandi, av og á, hendinga
ferð, riggar "alternativur heili-
vágur"; alt riggar. Men kanst tú
prógva at tað er meira enn
‘placebo’, lumpiviðgerð?
Tær nýtist ikki at hugsa um
svarið; eg havi tað her. Eitt
yvirlit yvir allar tær fleiri túsund
vísindaligu kanningarnar av
"alternativum heilivági" var
nýligani almannakunngjørt í
Archives of Internal Medicine.
Tað kom fram á at "none had
performed better than a
placebo… They had no specific
effect beyond suggestion." Tað er
almannakunnigt: "alternativur
heilivágur" er svik—‘it’s a con’!
Tey alraflestu vísa helst hesum
frá sær við einum akslayppi og
ganga út frá, at "alternativur
heilivágur" er ein óskaðilig,
vesturlendsk njótan. Men hvussu
kann tað vera óskaðiligt at fáa
vinning burturúr at selja lygnir
til sjúk og hasi á deyðastrá?
Harumframt, og orsakað av
øktum populariteti, boða alt fleiri
læknar frá, at krabbasjúk fólk
velja frá kemo og stráling til
fyrimuns fyri, ja, "alternativan
heilivág", til fyrimuns fyri eitt nú
tí "krabbalekjandi" Alka-Mine.
Materialistar kunna veita tær
viðgerðir; spiritistar kunna aldri
veita tær meira enn lygnir
søtaðar við hunangi. Hvussu
kunna vit halda tað vera meina-
leyst, tá ið almennir persónar
siga, at veruligur heilivágur –
sum hevur viskað burtur
ræðuligar sjúkur sum koppar – er
javnverdur "andaligum" ikki-
heilivági, ið aldri hevur viskað
burtur nakrar sjúkur?
So, halt endiliga á við at vitja
tín homopat, um tær so lystir.
Men, vinarliga, ímynda tær ikki
at tú ert eitt viðursvet frægari
enn tey evangelisku í bíðistøðu
eftir at undirhøkan verður send
til Himmals.
Hvussu kunna intelligent fólk
nýta "alternativan heilivág"?