leygardagur 12. mars 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
43
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
arabo@post.olivant.fo
Menniskjaliga lyndi er ofta at
generalisera ella skera alt yvir
ein kamb, tá vit tosa um onnur.
Vit sleingja nakað út, uttan at
vit grundgeva, hví vit nú halda
tað. So leingi hetta fer fram
undir neystavegginum ella
heima hjá okkum sjálvum, so er
ikki so nógvur skaði í tí.
Øðrvísi er, tá tað koma endur-
gevingar í fjølmiðlunum frá
fólki, íð vit meta sum vitandi
um tað, tey tosa um. Tá krevja
vit meira. Slík fólk kunnu ikki
sleingja nakað út uttan at
grundgeva.
Herfyri stóð í bløðunum, at
Óli Samró, sum er ein av
okkara mest vitandi monnum,
hvat viðvíkir uttanríkishandli,
skal hava sagt "at eingin vil
hava nakað við føroyingar at
gera, tí teir eru so ópálítiligir".
Nú arbeiði eg nógv við at
undirvísa ungdómum. Eg møti
har bara pálítiligum, nærlagdum
og vónríkum fólkum. At hesi
fólk skulu vera ein partur av
generelt ópálítiligum fólkaslagi,
íð eingin vil hava nakað við at
gera, tað er svass. Boðskapurin,
íð sendur verður frá Óla Samró,
er sera óheppin, um hann ikki
verður fylgdur av einari nærri
lýsing av trupulleikanum. Hann
skyldar okkara ungdómi at
greiða nærri frá, hví hann sigur
hetta.
Hvar eru vit ópálítiligir? Er
tað í peningaviðurskiftum? Í
leveringstíð? Í kvaliteti? Er tað
nøkur serskilt vinnugrein, ið
hugsað verður um?
Ja her er eitt ótal av spurning-
um, ið eiga at viðgerast og
lýsast. Gott hevði verið, um vit
høvdu fingið eina nærri út-
greining.
At okkurt ikki ruggar rætt í
okkara handilsviðurskiftum við
útlond, tað hava vit leingi havt
varhugan av. Tær frágreiðingar,
ið eg higartil havi sæð viðvíkj-
andi orsøkum, eru alt ov ullintar
til at taka støðu út frá.
Nógvar støður eiga at takast
av politiska myndugleikanum,
helst viðvíkjandi rættindum, ið
tað almenna hevur latið til
privatar at umsita, tí tað er her
byrjanin til alt okkara handils-
samskifti úteftir liggur.
Spurningurin er, um nógv av
teimum" loyviskortum", ið
landið hevur úti, ikki eiga at
verða tikin inn og blandað um
og síðan býtt út av nýggjum til
eina generatión, íð onkur vil
hava okkurt við at gera.
Tað krevur so at okkara
løgting vísir í verki, at tað er
hægsti myndugleiki, og ikki
letur seg ræða av snævur-
skygdum áhugamálum og
vanligum amatørjuristaríi.
Óheppin generalisering
Landsstýrismaðuri heldur
viðgerðina hjá Trivnaðar-
nevndini vera fyrimyndar-
liga. Tingmaður heldur, at
umsitingarliga orkan hjá
løgtinginum kann av-
marka eins drúgvar við-
gerðir í øðrum málum
TINGNEVND
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað munnu óivað vera tey
fægstu, sum ómaka sær at seta
seg inn í løgtingsmálið nr. 10
fyri 2004 um barnaverndarlóg.
Málið er ógvuliga drúgt, men er
endað við einari breiðari semju.
Barnaverndarlógin hevur verið
leingi ávegis. Málið hevur ligið á
borðinum hjá Trivnaðarnevndini
í næstan fýra mánaðir. Men tá
hinir løgtingsmenninir fingu
lógaruppskotið aftur úr nevnd
vóru heili 63 broytingar framdar
av einari samdari nevnd. Tað
hoyrir við til søguna, at jólini og
nýggjár hava útsett viðgerðina
nakað.
Flyta avgerð
Trivnaðarnevndin hjá Føroya
løgtingi er mannað við Jørgen
Niclasen, formaður, Finnur
Helmsdal, næstformaður,
Andrias Petersen, Lisbeth L.
Petersen, Johan Dahl, Annita á
Fríðriksmørk og Bill Justinussen.
Teirra millum hava bert Lisbeth
L. Petersen og Finnur Helmsdal
ikki verið landsstýrisfólk. Tað er
ikki gott at vita, um hetta er
orsøkin til, at Trivnaðarnevndin
hevur lagt so bragdliga fyri. Ì
øllum førum hevur nevndin tikið
tað á seg punkt fyri punkt at gera
viðmerkingar og broytingar til
barnaverndarlógina, soleiðis at
tað fyri ein stóran part var
nevndin og umsitingin hjá løg-
tinginum, sum í størri mun enn
áður stóð fyri lógarsmíðinum.
Nevndin hevði sín fyrsta fund
um málið 27. oktober. Lógar-
uppskotið var fyri á ikki færri
enn tíggju fundum hjá nevndini.
Landsstýrismaðurin var boð-
sendur fleiri ferðir, og dúgliga
varð skrivað aftur og fram
millum nevndina og Almanna-
og heilsuráðið.
Fyrimyndarligt lógarsmíð
Undir viðgerðini á tingi vóru tað
ikki allir tingmenn, sum vóru
eins glaðir fyri tær 63 broyting-
arnar, Trivnaðarnevndin var
komin við. Hildið varð millum
annað, at broytt var bert fyri at
broyta. Men allir nevndarlimirnir
og eisini onnur tingfólk reistust
úr djúpu stólunum í tinginum
fyri at prísa lógini.
Eisini landsstýrismaðurin
fagnaði uppskotinum - og ikki
minst trivnaðarnevndini.
- Eg eri øgiliga glaður fyri
leiklutin hjá trivnaðarnevndini í
hesum málinum. Hetta er ein
fyrimyndarligur máti at arbeiða
uppá, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann heldur ikki, at viðgerðin
hevur verið ov drúgv.
- Jólini og nýggjár fóru við
nógvari tíð, men eg haldi upp-
skotið er vorðið tað betri av teirri
longri viðgerðini, sigur Hans
Pauli Strøm.
Málið hevur verið á politisku
dagsskránni í skjótt tíggju ár, tí
gamla barnaverndarlógin er
elligomul.
Hann heldur, at aðalendamálið
í upprunaliga uppskotinum er
varðveitt eftir
- Umsitingin í Almanna- og
heilsuráðnum hevur røkt sína
uppgávu til fulnar. Eitt lógar-
uppskot er lagt fyri løgtingið,
sum síðani hevur valt at viðgera
málið. Broytingarnar so hvørt
eru gjørdar av mínari umsiting.
Hetta er júst soleiðis tað eigur at
vera, sigur Hans Pauli Strøm.
Kann elva til misskiljingar
Næstformaður í Trívnaðarnevnd-
ini, Finnur Helmsdal úr Tjóð-
veldisflokkinum, er fegin um tað
endaliga úrslitið. Men hann sigur
seg rokna við, at lógin fer at elva
til nøkur óheppin viðurskifti.
- Tað besta hevði verið, um
talvan varð vaskað rein, eftir at
vit høvdu gjørt okkara viðmerk-
ingar, soleiðis at lógin varð
smíðað av nýggjum heldur at
taka broytingarnar hjá nevndini
við. Tað er trupult at fáa allar
fylgjurnar við, sum vit ætlaðu á
henda hátt, sigur Finnur Helms-
dal.
Men hann heldur tað endaliga
úrslitið vera á góðari leið.
Løgtingsmaðurin heldur tað
vera ein fyrimun, at Trivnaðar-
nevndin hevur verið so virkin í
lógararbeiðinum í hesum málin-
um.
- Í nógvum málum eru løg-
tingsnevndirnar ikki nóg virknar.
Løgtingið og løgtingsnevndirnar
eru ein partur av teirri demo-
kratisku tilgongdini, sigur Finnur
Helmsdal.
Men ein aktiv trivnaðarnevnd
krevur nógv av umsitingini hjá
løgtinginum. Finnur Helmsdal
heldur at avmarkaða umsitingar-
liga orkan lættliga kann av-
marka, hvussu oftani tað ber til
hjá einari løgtingsnevnd at nýta
so nógva orku upp á eitt einstakt
mál.
- Vandin við at ein nevnd
luttekur somikið nógv í einum
máli, at tað kann enda við einum
hurlivasi, tá broytingar og upp-
runalógin ikki samsvara. Tað
hevði verið best, um tann, ið
smíðar lógina, samskifti við
viðkomandi partar og við
avvarðandi løgtingsnevndina,
sigur Finnur Helmsdal.
Í brævi til Hans Paula Strøm,
dagfest 20. desember 2004, fílist
Finnur Helmsdal hvassliga á
hugburðin hjá Hans Paula Strøm
í sambandi við arbeiðið hjá
Trivnaðarnevndini at gera
broytingar í lógaruppskotinum.
Men støðan er nú vorðin betri.
- Luftin var ring at byrja við,
men støðan gjørdist betri seinni,
sigur Finnur Helmsdal.
Hans Pauli Strøm sjálvur sigur
seg ikki skilja viðmerkingar hjá
Finni Helmsdal um, at tað var
annað enn eitt gott konstruktivt
samband millum landsstýris-
mannin og nevndina.
Drúgva lógarsmíðið er nú
liðugt, og ein nýggj barna-
verndarlóg hevur sæð dagsins
ljós.
Rættiligt liðavrik
Trivnaðarnevndin hevði barnaverndarlógina á
skránni á ikki færri enn tíggju fundum. Hin fyrsti varð
hildin 27. oktober 2004, og tann síðsti varð hildin
næstan fýra mánaðir seinni, hin 23. februar.
Í viðgerðini av barnaverndarlógini hevur
Trivnaðarnevnd løgtingsins havt fund við:
Hans Paula Strøm, landstýrismann.
Føroya Kommunufelag
Kommunusamskipan Føroya
Sosialu deild Tórshavnar Kommunu
Socialráðgevarafelagið
MBF
Kommunulæknafelagið
Barnaverndina/Sosialu deild Runavíkar Kommunu
Harumframt eru heili nítjan nevndarskjøl í málinum.
Ein stórur partur er samskifti millum nevndina og
Almanna- og heilsuráðið.
Árið málið kom fyri hjá Trivnaðarnevndini hevur tað
verið til hoyringar hjá nógvum pørtum, millum
annað Østre Landsret, Justitsministeriet,
Domstolsstyrelsen, Sorinskrivaranum, og Føroya
Kærustovni.
FAKTA