Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JAN MÜLLER STAVANGER Millum teir gomlu og royndu føroysku vinnulívs- menninar, sum eru við á oljumessuni í Stavanger í hesum døgum er eingin minni enn „the grand old man“ í føroyskari fiskivinnu og fyrrv. lands- stýrismaðurin Olaf Olsen. Vanliga seta vit navnið Olaf Olsen í samband við fiskivinnu og reiðskap til fiskivinnuna. Men kortini var júst Olaf Olsen ein av Olaf Olsen, nevndarlimur í Føroya Kolvetni: Umhugsa at skifta Cubatrolararnar út - við nýggjari skip og brúka gomlu cubabátarnar í oljuvinnuni teimum fyrstu vinnulívs- monnunum, sum vísti eini komandi oljuvinnu ans. Hetta var fyrst í 90-unum, tá hann og aðrir stovnaðu oljufelagið „Kolan“, ið hevði til endamál at savna vitan um olju og fáa sam- band við teir, sum vóru í oljuvinnuni, at fáa føroying- ar at virka í hesi vinnu. Tað kom tó ongantíð verulig gongd í felagið, sum kortini framvegis er tiil. Nú er Olaf Olsen tó aftur at síggja millum teir føroy- ingar, ið vilja vera við í oljuvinnuni. Hann er nevndarlimur í oljufelagnum Føroya Kolvetni, sum hevur fingið leitiloyvi saman við italska felagnum Agip. -Eg rokni við, at oljan fer at verða ein stórur partur av føroyska vinnulívinum og sum vinnulívsmaður haldi eg tað vera spennandi sigur Olaf Olsen, sum vísir á, at virksemi hjá teimum í dag hevur tilknýti til eina olju- vinnu eisini. Her sipar hann til framleiðsluna á Vónini, har hann er stjóri og nevnd- arformaður. Har hava teir arbeitt við rigging av ymsum slag, og tað er eisini ein álvarsligur partur av tí, sum oljuvinnan hevur brúk fyri, stroppar og annað riggaraarbeiði til oljuvinnu, tá hon kemur í gongd. Í dag umsitur Olaf Olsen teir 8 cubatrolararnar, sum í síni tíð vóru teir fyrstu føroysku bátarnir í olju- vinnuni, tá teir vórðu leigaðir út sum standbyskip í oljuvinnuni í Norðsjónum. Olaf Olsen sigur, at tað ber til at fáa cubatrolararnar lagdar um aftur til oljuvinnu, um so er at man fekk onnur skip at fiska ístaðin fyri. Teir hava annars havt tveir av cubatrolarunum í oljuvinnuni herfyri og ætla teir at liggja framvið. Olaf Olsen sigur, at tað hevði verið gott, um tað hevði borið til at brúkt teir gomlu cubabátarnar í olju- vinnuni og so fingið onnur nýggjari og betri skip at av- loyst teir. -Hetta vita vit ikki enn, men vit royna at finna fram til, hvat skip kunnu kosta, sum kunnu avloys Cubatrolararnar. Hetta ar- beiði er komið nakað ávegis og hava vit eina hylling á, hvar prísurin liggur, men soleiðis sum upsaprísur og oljuprísur er í dag, so er tað ikki nóg áhugavert. Men skuldi tað hent, at upsaprísurin fer upp og oljuprísurin niður, so kundi hetta blivið spennandi. So útlit eru kanska til, at gomlu cubatrolararnir koma aftur til sína gomlu vinnu og har- við kundu verið brúktir í nøkur ár aftrat. Kubatrolararnir hava tænt fyri sítt breyð Á fundi í Norðurnevndini í Torneå í Finnlandi, varð eitt álit frá Norðurlendska Ráð- harraráðnum lagt fram við- víkjandi nevndini fyri Norðurlendska Mentanar- grunnin. Í grunninum hava sitið 11 limir; tveir fyri hvørt lima- landið og síðani hevur ein limur sitið fyri tey trý sjálv- stýrandi londini, ávikavist Áland, Grønland og Føroy- ar, sum sostatt hvør høvdu sítt umboð í grunninum triðja hvørt ár. Broytingaruppskotið hev- ur við sær, at nevndin í Mentanargrunninum verður víðkað úr 11 til 13 limir. Sambært álitinum skulu Norðurlandaráðið og Ráð- harraráðið velja hvør sínar fimm limir úr limalondun- um. Samsvarandi hesum verður tiltakslimur valdur fyri hvønn limin. Á líknandi hátt verða tríggir limir vald- ir fyri ávikavist Føroyar, Grønland og Áland. Før- oyska umboðið saman við tiltaksliminum verða vald annaðhvørt ár av Norður- landaráðnum og annaðhvørt ár av Ráðharraráðnum. Grønland og Áland hava fingið eina líknandi skipan. Henda broyting hevur við sær, at Føroyar nú fáa 1 fastan limasess í nevndina fyri Norðurlendska Men- tanargrunnin, meðan tey fimm størru londini fram- haldandi varðveita sínar tveir limir. Málið varð reist í síni tíð av Harriet Andersson av Álandsoyggjunum, Lise Lenerth úr Grønlandi og Signari á Brúnni úr Føroy- um. Jóannes Dalsgaard hev- ur sitið sum føroyskur limur triða hvørt ár, og hann hevur virkað fyri málinum hvørja ferð umstøður hava verið til tess. Føroysku limirnir í Norð- urnevndini hjá Norður- landaráðnum eru Jógvan við Keldu, sum er í bólki við teimum konservativu, og Dan R. Petersen, sum situr í javnaðarbólkinum. Tað hevur havt serliga stór- an týdning fyri gongdina í Fullan limaskap í týdningarmiklari nevnd Mánadagin høvdu útlendsk- ir og føroyskir granskarar ein fund á Náttúru-vísinda- deildini á Fróðskaparsetr- inum. Fundurin var ein liður í einari felags granskingar- málinum, at føroysku um- boðini hava havt høvi til at gera ávirkan sína galdandi í politisku bólkum sínum. Í dag taka norðurlendsku mentamálaráðharrarnir, samstarvsráðharrarnir og eisini limirnir í sjálvum Mentanargrunninum undir við broytingaruppskotinum. Um alt gongur eftir ætlan verður álitið góðtikið av Norðurnevndini á fundi í september mánaði. Síðani skal Ráðharraráðið leggja uppskotið fram á ársfund- inum hjá Norður-landaráðn- um, sum verður í Reykjavík í november, og verður enda- liga avgerðin tikin har. Formaðurin í Norður- lendska Mentanargrunnin- um, danski fólkatingslim- urin Søren Hansen (Jvf.), segði um hetta aftaná fundin í Torneå, at ”Tit kunnu nú fara glaðir heim, tí hetta er ein stórur sigur fyri Føroy- ar.” Norðurlendski Mentanar- grunnurin hevur 25 mió. kr. at býta út árliga. Útbýtingin fer fram tann 15. mars og tann 15. september. Sein- astu trý árini hava føroyskar umsóknir verið játtaðar góðar 350.000 kr. í miðal. Hetta svarar til 103.000 kr. í miðal til hvørja av teimum tilsamans 22 umsóknunum úr Føroyum hesi árini. Umframt málið um Norð- urlendska Mentanargrunnin viðgjørdi Norðurnevndin eisini evnini ”Útjaðari og Økissamstørv”, ”Bardagi móti narkotika - og narkot- ika, ein hóttan móti demo- kratinum”. Eisini varð skip- að fyri áhugaverdari ráð- stevnu undir heitinum ”Samstørv yvir landamørk í Norðurlondum”. Av og á er eisini uppi at venda, at Noreg og Dan- mark venda sær meira til út- norðurlondini, meðan Svø- ríki og Finnland hava góð samstørv við eystursjóvar- londini, eitt nú baltisku londini. Í hesum sambandi varð gjørt vart við, at fløgg- ini hjá smáu sjálvstýrandi londunum ikki vóru at síggja á fundinum. Fundur um geiðsladálking ætlan, ið hevur til endamáls at kanna geiðslavirka dálk- ing í londunum kring okk- um. Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi heitt á landsstýrið um at saðla um í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya. Men nú eru vit komin hartil, at tað saðlast ikki umaftur, tí landsstýrið hevur full- komiliga mist tamarhaldið á fullveldishestinum, sum nú galoperar uttan mið ella mál. Seinasta bragdið hjá landsstýrinum var so hend- ingin í gjár, tá tað kom fram, at menn í fullum álvara hava sent Sameindu Tjóð- um bræv, har teir kæra sína neyð um eina tvøra og ill- viljaða danska stjórn. Hetta má av røttum sigast vera at bíta høvdið av allari skomm, um nøkur skomm ella nakað høvd eru eftir. Eftir politisku boðum frá einum einaráðandi varaløg- manni og við einum løg- manni í tíð hevur løgmans- skrivstovan skrivað ST bræv, har greitt verður frá samráðingunum millum Føroyar og Danmark um skipan av Føroyum sum fullveldi. Og alt fer fram í duldum, tí hvørki Løgting ella Uttan- landsnevnd er kunnað um hetta skýmaspæl. M.a. verður nevnt í hes- um brævi, at hóast lands- stýrið hevur gjørt drúgvt fyrireikingararbeiði, so hev- ur danska stjórnin ikki veru- liga víst vilja til at samráð- ast. Hetta má veruliga sigast at vera ein politisk viðmerk- ing, so tað stendur eftir, og sum neyvan nakar embæt- ismaður við virðing fyri sær sjálvum og sínum fakliga førleika av sínum eintingum skrivar. Og varaløgmaður viðgongur eisini, at hann alfaðirliga hevur góðkent orðingina, men hevur tó ikki dirvi til sjálvur at seta sítt navn undir brævið, men letur embætismannin standa einsamallan. Løgmaður raknar tó so mikið við, at hann viðgongur, at hann er vitandi um skrivið. Men so roynir hann at bera í bøtuflaka fyri vara- løgmann við at siga, at hetta er alt á embætisstigi og als ikki politiskt. Men hetta er beinleiðis skeivt, tí er tað almenna Føroyar, sum hev- ur sent brævið, og partar av innihaldinum eru sanniliga eisini politiskir. Hvat hugsa hesir menninir fyri sær? Hvat hugsa hesir menninir fyri sær? Teir seta seg í sam- band við ST um eina sam- ráðing, har danska stjórnin ferð eftir ferð hevur sagt, at vilja tit hava fullveldið, so seta teir seg ikki ímóti. Men teir fíggja so ikki loysingina longur enn tey fýra árini. Trupulleikin við øllum hesum hurlivasa er stutt sagt tann, at landsstýrið torir ikki at taka av tí, teir hava biðið um. Teir hava biðið um loysing - teir fáa loysingina - men teir tora ikki at taka av, tí allar fortreytirnar, sum teir hava brúkt almenna tíð og almenna pengar til at billa Føroya fólki inn fóru at halda, tær halda ikki. Teir hava júkað um, at loysingin fór ongar avleiðingar at fáa fíggjarliga, og at okkara rættindir og møguleikar fóru at verða skerdir, men hetta heldur ikki. Hvat er so til ráðar at taka? Í staðin sum menn at farið út og sagt við Føroya fólk, at hetta var tað, hvat siga tit nú, so verður nú roynt at billa altjóða sam- felagnum inn, at støðan millum londini er so spent, at ST má spyrjast til ráðs. Plan B Plan B hjá Tjóðveldisflokk- inum er, at nú skal onkur annar hava skuldina av einum miseydnaðum sand- kassaprojekti, sum vøkru orðini í Hvítubók ikki megnaðu at bera í hús. So í staðin fyri at taka í egnan barm, so er Plan B at geva onkrum øðrum skyldina, og tað vil man hava ST at hjálpa sær við. Fólkaflokk- urin hevur eftir øllum at døma hvørki ein Plan A ella ein Plan B. Gud viti, hvat teir siga har yviri í New York til hetta bræv? Teir, sum vanliga handfara trupulleikar og sorgarleikir í m.a. fyrrver- andi Jugoslavia, Eritrea ella Eystur-Timor. Millum sorg- arleikir um kúgan, massak- rir og étniska týning, skulu teir nú til at viðgera trupul- leikarnir millum Føroyar og Danmark. Ella hvat høvdu somu menn sagt, um teir komu henda vegin og sóu, hvussu støðan er í Føroyum. Álvaratos - nú fóru tit ov langt Landsstýrið vendir sær til ST Her eru so ongar landminur og hópgravir, sum er partur av teirra gerandisdegi. So eitt friðarvarðveitandi her- lið hevði fingið góðar dagar í hesum máli. Panikkur á monnum Her er eingin ivi um, at pan- ikkur og desperatión er á monnum. Teir royna nú av øllum alvi at snara okkara eygum frá teirra egnu ómegd og so at fáa sett ein so álvarsligan kíla imillum Føroyar og Danmar, at skaðin ikki verður bøttur. Eitt er hvat danska stjórnin heldur um hetta seinasta stigið hjá Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg, tað er kanska ikki so týdningar- mikið, men verri er, hvussu vit føroyingar og serliga okkara landsmenn í Dan- mark nú verða uppfataðir av vanligum dønum. Er tað nakað, sum eingin brýggjar seg um, so er tað at verða stevndur inn fyri ST fyri valdsmisbrúk, kúg- an o.l. Eg má bert stutt staðfesta, at nú hava tit mist tamar- haldið á støðuni. Tað, sum nú fer fram er til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Vælsignaðir menn stingið í sekkin, áðrenn tit gera fleir vanlukkur og seta alt okkara yvir stýr. Tit hava so við hesum seinasta desperata tiltaki prógvað, at tit eru ikki uppgávuna vaksnir. Jóannes Eidesgaard Viðmerking: 12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 162 - 25. august 2000 Nr. 162 - 25. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart