týsdagur 15. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 51 - 15. mars 2005
Vestmenningar flota aftur
Árliga bátastevnan
hjá Vestmenningum,
Kjalarvatn, verður
aftur í ár hildin sein-
ast í mei. Og tiltøkini
verða ikki færri, enn
tey plaga at vera
BÁTASTEVNA
Edvard Joensen
Vælkenda
bátastevnan,
Kjalarvatn,
sum
vest-
menningar á hvørjum ári
skipa fyri, verður í ár hildin
tann 21. mei, sigur róðrar-
nevndin hjá VÍF í tíðinda-
skrivi.
Sum vanligt fara bátarnir
at møtast fyri Fútakletti,
haðani farið verður sum í
grindarakstri inn á Vest-
manna. Siður hevur verið
árini frammanundan, at
gamli postbáturin Ólavur
líkasum hevur verið for-
mansbátur.
Á havnarlagnum í Vest-
manna verður tann vanligi
veitslurómurin, tá alt fylgið
leggur at. Har verður heit
súpan við onkrum afturvið
at fáa hjá teimum, sum
koma siglandi á Vest-
manna. Tónleikur verður at
hoyra
frá
bæði
har-
monikum og hornorkestri.
Og so verður tað sum á øðr-
um stevnum, at bæði sølu-
básar og stuttleikabásar við
ymiskum undirhaldi til
bæði børn og vaksin vera á
bryggjuni. Í ítróttarhøllini
verður eisini skipað fyri
ymiskum undirhaldi sum
minitivoli, andlitsmáling og
fleiri slíkum tiltøkum.
Matsøla verður eisini, so
ongum nýtist at ganga
svangur í Vestmanna. Men
tað plaga fólk heldur ikki at
gera á hesi stevnuni. Tí
allastaðni liggja bátar, har
blítt fólk er umborð, og
dúgliga verður vitjað ímill-
um. Og tað plagar ikki at
vera keðiligt.
Um kvøldið verður skip-
að fyri dansi í ítróttarhøll-
ini, har Country Bólkurin í
Klaksvík fer at spæla.
Skipað verður eisini fyri
bussambandi millum bygd-
ir, siga fyrireikararnir.
Kappróðrarnevndin hjá
VÍF sigur at enda í tíðinda-
skrivinum, at meira ná-
greiniliga skrá kemur um-
leið eina viku fyri tiltakið.
Undirtøkan á bátastevnuni í
Vestmanna plagar at vera
góð
Mynd: Jens Kristian Vang
Nú skulu vágar selj-
ast. Tað hevur Felagið
Vágar sett sær fyri.
Komandi tveir leygar-
dagarnar verða tiltøk,
sum ætlandi skulu
menn sølu- og tæn-
astuvinnu í oynni
TÆNASTA
Edvard Joensen
Vágar:
Vágafólk fara komandi tveir
leygardagarnar at halda
skeið fyri teimum, sum vilja
vita meira um sølu- og
tænastuvinnu í oynni.
Felagið Vágar fer kom-
andi leygardag at skipa fyri
skeiði um sølu og tænastu.
Tað sum tey nevnda Sølu-
gerðin ella visuel søla.
Skeiðið verður hildið í
Bø og byrjar leygarmorg-
unin klokkan 09.00 og
heldur á til klokkan 18.00
leygarkvøldið.
Tað er Benny Eidesgard
frá felagnum Samskifti,
sum fer at halda skeiðið
fyri fólki, sum hevur tekn-
að seg. Tekningarfreistin er
farin, siga fyrireikararnir.
Trivið verður í mangt og
hvat, sum hevur við sølu og
tænastu at gera. Heilt frá
grundini av.
Hvør kann fara undir
slíka vinnu? Hvussu fólk
eiga at bera seg at í slíkari
vinnu? Um at taka í móti
fólki. Tosingarlag, veru-
máti og hvat nú kann renna
í hugan.
Leygardagin 26. mars,
sum er páskaaftan, verður
ein temadagur um ferða-
vinnu í Vágum hildin í
bygdarskúlanum í Miðvági.
Hesin dagur er partur av
skránni hjá Kvinnubólk-
inum í Vágum.
Á tí tiltakinum fer mill-
um onnur Oda Andreasen,
sum er produktchefur hjá
stóra ferjufelagnum Stena
Line, at siga frá um ferða-
vinnu og ymsar hættir at
reka ferðavinnu.
Eisini verður pláss fyri
meira lokalum hugleiðing-
um, har millum onnur
Ólavur Poulsen úr Vatns-
oyrum fer at siga frá.
Hesin temadagurin um
ferðavinnu í Vágum, byrjar
klokkan 14.00 seinnapart-
in, og hann er almennur.
Heilt nógv fólk hava koyrt fram við Gróthústanga í Vágum, men bara ein evarska lítil partur av teimum er farin úr bilinum og
hevur gingið fram við Vatninum. Tann túrurin er bert ein av nógvum spennandi gongurtúrum, sum gerast kunnu í Vágum
Mynd: Edvard Joensen
Landsverk og Vága
Vaktarhald hava
gjørt sáttmála um
vaktarhaldið við
langtíðarperker-
ingini við flogvøllin
VAKTARHALD
Vága Vaktarhald fer fram-
haldandi at hava eftirlit
við langtíðarparkeringini
við flogvøllin. Tað varð
greitt, tá Vága Vaktarhald
og Landsverk, sum hevur
ábyrgdina av økinum,
skrivaðu undir ein tvey
ára sáttmála í seinastu
viku, skrivar heimasíðan
hjá Landsverki.
Vága Vaktarhald hevur
í eina tíð roynt eina fyri-
bilsskipan við vaktarhaldi
fyri Landsverk. Í decem-
ber í fjør varð skipanin
boðin út, og Vága Vaktr-
arhald hevur nú fingið
fastan
sáttmála
við
Landsverk um komandi
tvey árini at hava efirlit
við teimum bilum, sum
fólk seta frá sær við flog-
vøllin, meðan tey eru utt-
anlands.
Vága Vaktarhald hevur
ætlanir um at betra um
tænastuna, soleiðis at fólk
umvegis eina heimasíðu,
sum er í gerð, kunnu fáa
at vita, hvussu til stendur
við parkeringsmøguleik-
um, prísum og tilboðum.
Eisini er ætlanin at seta
eitt vevmyndatól upp,
soleiðis at til ber at síggja
parkeringsplássið og á
tann hátt gera sær meting
av, um tað nú loysir seg at
fara heiman í frá við bili
og fá hann ansaðan, með-
an ein sjálvur er burtur.
ej
Sáttmáli um
vaktarhald
Langtíðarparkeringin við flogvøllin fer nú at koma í fasta
legu. Stutttíðarparkeringin veðru kortini tann sama sum
higartil
Vilja selja Vágar