týsdagur 15. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
5
Skilnaður millum
listarfólk staðfestur
Tey 12 listarfólkini,
sum hava tikið seg úr
felagnum Føroysk
Myndlistafólk, gera
nú eina nýggja Heyst-
framsýning, sum
kann metast sum eitt
slag av mótspæli til
Várframsýningina í
Listaskálanum. Ein av
teimum 12 viður-
kennir, at hendan
framsýning staðfestir
ein skilnað millum
føroysk listarfólk
LIST
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er líkt til, at føroysk
listarfólk eru ymisk sum
árstíðirnar.
Í hesum døgum er tann
árliga
Várframsýningin,
sum
felagið
Føroysk
Myndlistafólk skipar fyri í
Listaskálanum. 12 av teim-
um etableraðu listarfólkun-
um í Føroyum boykotta tó
hesa framsýning, og nú
hava tey gjørt av, at tey fara
at gera sína egnu Heyst-
framsýning seinni í ár.
– Eftir at vit tóku okkum
úr
felagnum
Føroysk
Myndlistafólk, taka vit ikki
undir við arbeiðnum hjá tí
felagnum. Vit hava tí gjørt
ein bólk, sum fer at gera
eina framsýning saman,
sigur Bárður Jákupsson,
sum er eitt av teimum 12
listarfólkunum.
–
Endamálið
hjá
tí
nýggja listarfólkabólkinum
er at hava framsýningar
saman, og vit fara í øllum
førum at hava eina árliga
framsýning saman.
Staðfesta skilnaðin
Seinastu mánaðirnar hevur
stríð verið millum tveir
bólkar av føroyskum listar-
fólkum. Stríðið er komið til
sjóndar í nevndarvalum, set-
an av nýggjum leiðara fyri
Listasavnið og nú eisini í
sambandi við framsýningar.
12 listarfólk vóru so mis-
nøgd eftir aðalfundin hjá
felagnum Føroysk Mynd-
listafólk, har tey hildu seg
verða við sviðusoð, at tey
tóku seg úr felagnum.
Seinni kom munurin mill-
um hesi 12 og hini føroysku
listarfólkini til sjóndar, tá ið
leiðari skuldi setast fyri
Listasavn Føroya.
Og nú er stríðið eisini
komin inn í framsýningar-
hølini, tí tey 12 listarfólkini
eru ikki við á árligu Vár-
framsýningini, sum higartil
hevur verið ein tann besta
og fremsta framsýningin í
føroyskari list.
– Vit hava eina aðra
meining enn tey, sum eru
við í Føroysk Myndlista-
fólk, og tað ber til at siga, at
tann nýggja framsýningin
hjá okkum staðfestir ein
skilnað, sum er millum list-
arfólkini. Vit hava ikki lagt
upp til nakra ósemju, men
vit hava eina aðra hugsan
enn Føroysk Myndlistafólk,
sigur Bárður Jákupsson.
Hugskotið at gera
góða framsýning
Merkir tað, at tit hava gjørt
ein nýggjan listafólkabólk,
at tit bara fara at verða við
á framsýningum, har limir-
nir í bólkinum eru við og
ikki stilla út saman við øðr-
um føroyskum listarfólk-
um?
– Nei, tað merkir als ikki
tað. Hesin bólkur hevur valt
at samstarva um framsýn-
ingar, og tað er vanligt
aðrastaðni,
at
listafólk
finna saman á hendan hátt.
Hugskotið er at gera eina
góða framsýning.
Vil tað siga, at hinar
framsýningarnar
í
Føroyum er ikki nóg góðar?
– Nei, eg skal einki siga
um hinar framsýningarnar.
Nú gera vit okkara, og so
fáa vit at síggja, hvat fólk
halda.
Hvar verður Heystfram-
sýningin?
– Vit hava fleiri møgu-
leikar, men hava ikki gjørt
nakra avtalu enn.
Verður framsýningin í
Listaskálanum?
– Vit hava onga avtalu
gjørt við Listaskálan, so
hon verður ikki har hesa-
ferð. Men vit hava ikki
gjørt av, hvar framsýningin
verður.
– Vit vilja gjarna hava
lesaratalið uppeftir,
og hetta er ein roynd
at fáa lesarar aftur til
Dimmalætting, sigur
ábyrgdarblaðstjórin
Ingi Samuelsen. Í dag
kemur Dimma út í
nýggjari og minni
stødd
DIMMA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tey 84 árini við Dimmalætt-
ing í stórari stødd eru av.
Mánakvøldið kom Dimma-
lætting á gøtuna í nýggjari
og minni stødd – so-
nevndum tabloid-formati.
Ein
høvuðsorsøk
til
broytingina er, at Dimma-
lætting vil hava lesaratalið
hjá sær uppaftur.
– Síðani eg gjørdist
blaðstjóri, havi eg hoyrt
mest sum dag og dagliga
frá fólki, sum halda at
støddin á Dimmalætting er
ov stór. Vit hava hugsa okk-
um væl um og hava tikið
avgerðina um, at blaðið
skal koma út í einari minni
stødd. Hetta er serliga fyri
at fáa teir yngru lesararnar
meira við, sigur Ingi Samu-
elsen, ábyrgdarblaðstjóri á
Dimmalætting.
– Samstundis stúri eg
sjálvandi eisini eitt sindur
fyri, hvat teir gomlu lesar-
arnir hjá Dimmalætting
fara at siga, nú teir fáa
blaðið í nýggju støddini, tí
sjálvandi hevur Dimma
havt eina rúgvu av nøgdum
lesarum, sum hava dámt
blaðið í tí stóru støddini.
Rákið er minni bløð
Fyrstu árini kom Dimma-
lætting út í tabloid-stødd,
men síðani 1921 er Dimma-
lætting komin út í sonevndu
broadsheet-støddini. Nú fer
blaðið so aftur til tað minnu
støddina, sum hini føroysku
bløðini koma út í.
Fyri einum góðum ári
síðani segði tú, at konseptið
hjá Dimmalætting passaði
betur til eina stóra blað-
stødd. Hví broyta tit so
støddina nú?
– Vit hava ásannað, at
gongdin er tann vegin, at
bløð, sum eru komin út í
stórari stødd í nógv ár, eru
farin niður í stødd. Tað
síggja vit í londunum kring
okkum, og vit hava hildið
tað verða rætt, at Dimma-
lætting nú eisini kemur út í
einari minni stødd.
– Vit ælta tó at gera
okkara blað øðrvísi enn hini
føroysku bløðini. Vit koma
bara at arbeiða við opnum,
tað vil siga tvørtur um
ryggin á blaðnum. Tí kann
mann siga, at vit arbeiða á
somu síðustødd, sum vit
hava gjørt higartil, men nú
er støddin bara løgd á liðini,
sigur Ingi Samuelsen.
Vilja hava fleiri
lesarar
Tá ið tú gjørdist blaðstjóri,
setti tú tær fyri at venda
niðurgongdini hjá Dimma-
lætting. Er hetta ein liður í
tí arbeiðnum?
– Vit vilja gjarna hava
lesaratalið hjá okkum upp-
eftir aftur, og hetta er ein
liður í tí arbeiðnum. Tað
hevur ikki gingið so lætt
við at venda gongdini, sum
eg hevði roknað við, og
hetta er tí ein partur av ar-
beiðnum at venda gongd-
ini. Vit vóna, at vit við ein-
ari minni blaðstødd fáa les-
arar at koma aftur til blaðið.
Dimmalætting vil hava
lesarar aftur til blaðið
– Síðani eg gjørdist blaðstjóri, havi eg hoyrt mest sum dag og
dagliga frá fólki, sum halda at støddin á Dimmalætting er ov
stór, sigur Ingi Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri á
Dimmalætting, nú blaðið kemur út í minni stødd
Mynd: Jens Kristian Vang
Á einum fundi tann 8. mars gjørdu 12 føroysk
listarfólk av at seta á stovn ein listafólkabólk.
Endamálið er í fyrsta lagi at fyrireika framsýningar
saman, og tann fyrsta framsýningin verður ein
Heystframsýning, ið letur upp tann 24. september.
Tey 12 listarfólkini eru: Andrias Andreassen, Hanni
Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen,
Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Anker Morten-
sen, Olivur við Neyst, Marius Olsen,Torbjørn Olsen,
Tróndur Patursson og Bjarne Werner Sørensen
FAKTA
– Vit hava eina aðra meining
enn tey, sum eru við í Før-
oysk Myndlistafólk, og tað
ber til at siga, at tann nýggja
framsýningin hjá okkum
staðfestir ein skilnað, sum er
millum listarfólkini, sigur
Bárður Jákupsson, sum er ein
av teimum 12, sum er við í
nýggja listafólkabólkinum
Rás 2
reyk út
Um vikuskiftið
hoyrdu norðoyingar
einki frá Rás 2. Helst
hevur óstøðugi
streymurin gjørt seg
inn á ein móttakara
á Brúnaskarði.
Seinnapartin mána-
dagin fór fólk frá Rás
2 á Brúnaskarð at
rætta brekið
RÁS 2
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað var tøgn á adressuni
107 Mhz á FM-bandinum
um vikuskiftið. Hetta er
staðið, har norðoyingar
kunnu taka ímóti Rás 2,
men um vikuskiftið hevur
einki verið at hoyrt.
– Vit halda, at tað er ein
digitalur móttakari, sum
er frystur orsaka av tí
teimum mongu streym-
slitunum leygarnáttina.
Vit hava einaferð áður
havt hendan trupulleika,
og tá var tað hesin mót-
takarin, sum ikki toldi so
óstøðugan streym, sigur
Petur Jacobsen, sum er
stjóri á Rás 2.
Seinnapartin mánadagin
fóru fólk frá Rás 2 at
kanna brekið, og Petur
Jacobsen roknaði við, at
Rás 2 aftur kundi hoyrast
umvegis
Brúnaskarð
seinni mánadagin.