Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 51 - 15. mars 2005 Leygarkvøldið var Tjóðpallur Føroya alment tikin í nýtslu fyri fyrstu ferð, tá leikurin Momo varð frumsýndur. Aftaná leikin fingu vit orðið á millum onnur stjóran á Tjóðpallin- um, Jenny C. Peter- sen, borgarstjóran í Havn, Heðin Mor- tensen og formannin í Leiklistaráðnum, Anniku Sølvará TJÓÐPALLUR FØROYA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Fyri meg var frumsýn- ingin leygarkvøldi stutt sagt fantastisk. Vit eru øll framúr væl nøgd, og sum stjóri havi eg bara fingið uppaftur meir hug og dirvi til at halda fram við tí, sum Tjóðpallurin hevur stungið út í korti, sigur væl hýrdi stjórin, Jenny C. Petersen sum fegnaðist um, at hetta sveinastykkið hjá Tjóðpall- inum, leikarum og øllum hinum eydnaðist so væl. »Bravo!« Jenny heldur, at stemning- urin á Meiarínum var heilt serligur leygarkvøldið, og at tað kendist stimbrandi at hoyra nógvu »Bravo« fagn- aðarrópini aftaná. Men Jenny hevur eisini hug at nevna børnini, sum ikki vóru so fá, og sum sóðu út til at vera avbera væl nøgd. – Eg tosaði við onkur for- eldur, sum høvdu børn við, og sum søgdu, at tey sótu púra bergtikin og livdu við í leikinum. Slíkt er sera hugaligt, tí hóast Momo eisini er ein leikur fyri vaksin, er tað hava vit eisini havt børnini og tey ungu í huganum hesuferð. Ein rættur Tjóðpallur skal hava okkurt til øll, ikki endiliga hvørja ferð, men sum út- gangsstøði. Við Momo bar tað til at gera tað samstun- dis, so hetta var ein frálík byrjan, heldur Jenny. Longri starvsetanir Vit vita jú, at hesar leikarn- ir duga sítt yrki, men í Momo prógva tey eisini, at tey megna at taka av nýggj- um hátøkniligum avbjóð- ingum, sum krevja nakað øðrvísi, enn tað vanliga. Hesuferð fekk Tjóðpallurin so eisini roynt, hvat húsið megnar tøkniliga, og tað gekk bara væl heldur Jenny, sum ikki dylur yvir, at tað hevði verið spennandi at sloppið at roynt seg við fleiri slíkum stórum upp- setingum. – Men fyrst av øllum er tað mín dreymur at kunnu seta hesi fólkini í starv á ein hátt, so Tjóðpallurin kann varveita tey. Sum er, eru tey bara sett í starv fyri ein leik í senn, tí pengar eru ikki til meira í løtuni. Tað kann gera tað trupult hjá Tjóð- pallinum at tryggja ein ávísan kontinuitet í leik- árinum, og so leingi vit ikki kunnu bjóða leikarnum meir, eigur tað ikki at koma óvart á nakran, um tey kenna seg noydd at átaka sær annað arbeiði. Og so er ikki víst, at tey eru tøk, tá Tjóðpallurin stendur og hevur brúk fyri teimum, minnir Jenny á. Hon leggur afturat, at tað hevði tað verið fínt, um Tjóðpallurin kundi gjørt eina samstarvsavtalu við til dømis Útvarp Føroya um, at leikarnir kunnu gera út- varpsleikir eisini. Fleiri av teimum leggja longu røddir til teknifilmar í Sjónvarpin- um, og tað samstarvið rigg- ar sera væl og vísir, at sjónleikarar kunnu brúkast til nógv ymiskt innan hetta yrki, sigur Jenny, sum vón- ar, at slíkar avtalur kunnu verða við til tryggja teim- um longri starvsetanir. – Avrikið leygar- kvøldið kann Tjóð- pallurin avgjørt vera errin av. Koma tað fleiri leikir av hasum slagnum, er ongin ivi um, at Tjóðpallinum verður lív lagað, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen TJÓÐPALLUR FØROYA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Heðin Mortensen, borgar- stjóri, helt tað vera ótrúligt at síggja, at tað ber til at skapa nakað so stórt á so lítlum plássi, sum á gamla meiarínum. - Slíkt krevur eitt heilt serligar gávur, tá tað ræður um hugflog og evni, og tað eiga tey í ríkiligt mát á Tjóðpallinum, heldur Heðin. Nakað fyri eyga og hugan Heðin var sera hugtikin av innihaldinum i leikinum um Momo, sum jú snýr seg um, hvussu vit brúka okk- ara tíð ella kanska serliga, hvussu vit kundu brúkt hana øðrvísi. – Innihaldsliga setti leik- urin veruliga nakrar tankar í gongd um, hvat tað í grun- dini er, vit øll renna eftir. Í øllum hesum dagliga stressinum geva vit okkum jú ikki tíð til at steðga á, og hugsa um, hvørji okkara virði veruliga eru, sigur Heðin, sum er vísur í, at hann ikki var tann einasti, sum hevði fingið nakað at hugsað um eftir leikin leyg- arkvøldið. Heðin Mortensen dylur ikki yvir, at fyri hann hevur sjónleikur altíð verið nakað heilt serligt og sagt honum nógv sum listagrein. Sjálv- ur var hann formaður í Havnar Sjónleikarafelag eitt langt tíðarskeið, og hann fylgir væl við í tí, sum hendir, innan leiklistina í Føroyum. – Tað serliga við sjón- leiki er, at her skapa leik- arar, ljóð-, ljósfólk og onn- ur saman við áskoðarum eina heilt serstaka uppliv- ing sum hendir beint her og nú, og sum ongantíð er heilt tann sama hvørja ferð. Tí er sjónleikur eisini ser- liga spennandi og hvørja ferð, tú fert i sjónleikara- húsið, heldur Heðin, sum vil mæla øllum til at nýta høvið at fara at hyggja at Momo. – Har fáa vit bæði nakað fyri eygað og nakað at hugsa um, og ikki minst eitt fantastiskt leiklistarligt upplivilsi, sigur Heðin Mortensen. Momo er eitt gott dømi um, at vit longu eiga tær leiklistarligu kreftir, sum skulu til, fyri at tryggja framtíðina hjá okkara Tjóðpalli. Eftir er so bara at vóna, at vit eisini verða før fyri at geva teimum røttu karmarnar at arbeiða í, sigur Annika Sølvará, formaður í Leiklistaráð Føroya TJÓÐPALLUR FØROYA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Hetta var veruliga eitt stórt upplivilsi. Ein góður, og serstakliga væl spældur leikur, um eitt evni, sum neyvan kundi verið meir aktuelt, helt Annika Sølvará, sum eisini helt tað vera hugtakandi at síggja, hvussu snildisliga og professionelt nýggja tøknin í húsinum varð brúkt hetta kvøldið. Puslispæl – Eg havi ikki so nógv skil fyri tøkni, men í mínum eygum var leikurin ómeta- liga væl koordineraður, soleiðis at ljóð, ljós, livandi leikur og filmsbrot ar- beiddu saman, so tað í løt- um upplivdist sum eitt stórt multimedieshow. Uppset- ingin hevur uttan iva verið eitt fløkt puslispæl, men leygarkvødið sá tað avgjørt út sum, at brikkarnir lógu, sum teir skuldu, sigur Ann- ika Annika nevnir sum dømi eitt leikbrot, har aftari pall- urin lá í myrkri bara upp- lýstur av skjótt skiftandi kastljósum, har leikarnir skuldi rakað júst rætta staðið á pallinum, soleiðis at bara andlitið varð upp- lýst av ljósinum. Slíkt krev- ur ikki so lítið av timingini hjá bæði ljósfólkunum og leikarnum, væl stuðlaði av ljóðinum, sum eisini spældi við í skjótu rútmuni. Sum heild heldur Annika fyrstu uppsetingini á Tjóð- pallinum vera serstakliga professionella, og at hon uppá allar mátar prógvaði, at fólkini aftanfyri vita júst, hvussu bæði tøkniligu og leikarakreftirnar í húsinum kunnu brúkast best. – Eg eri rættiliga sann- førd um, at okkum ikka manglar listarliga tilfeingið sum kann tryggja fram- tíðina hjá Tjóðpallinum. Tað eiga vit longu, og tey vilja heldur enn fegin sleppa til verka. So er bara at vóna, at vit eisini megna at skapa teimum røttu karmarnar, so ætlaninar kunnu gerast veruleiki, og at vit sum áskoðarar taka væl ímóti teimum, sigur Annika Sølvará. Fyrstafloks sveinastykki Heðin Mortensen: Tjóðpallurin kann vera errin Annika Sølvará: Listarliga tilfeingið manglar ikki