týsdagur 15. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
7
Íslendsk læknastova:
Bjóðar føroyingum viðgerð fyri barnloysi
Nú fáa føroyingar,
sum teir fyrstu uttan-
fyri Ísland, møguleika
at koma í viðgerð á
íslendsku lækna-
stovuni ART Medica,
ið hevur bestu úrslit-
ini í viðgerðum fyri
barnloysi í Europa.
Stjórin á ART Medica,
læknin Guðmundur
Arason, hevur júst
verið á vitjan í Føroy-
um og kannað møgu-
leikarnar fyri sam-
starvi við føroyska
heilsuverkið
BARNLOYSI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú um dagarnar var stjórin
á íslendsku læknastovuni
ART Medica, Guðmundur
Arason, og kunnaði seg um
møguleikarnar fyri sam-
starvi við føroyska heilsu-
verkið um viðgerð av før-
oyingum fyri barnloysi.
Sum er, fara allarflestu før-
oysk pør, ið ynskja viðgerð
fyri barnloysi til Dan-
markar, hóast tølini vísa, at
íslendska viðgerðin gevur
munandi betri úrslit. Sam-
bært yvirlitum hjá ESHRE,
europeiska stovninum fyri
eftirgjørdar
barnsburðir,
hevur íslendska lækna-
stovan bestu úrslitini í
Europa. Í miðal eydnast 40
% av viðgerðnunum hjá ís-
lendsku
læknastovuni
fyrstu ferð, meðan heili 97
% hava givið gott úrslit
eftir fýra ferðum. Sum
dømi kann nevnast, at á
ART Medica eydnast 38 %
av IVF (reagensglas) við-
gerðunum, meðan miðal-
talið fyri væl eydnaðar IVF
viðgerðir í Danmark liggur
á 25 %.
Skulu kunna velja
Guðmundur Arason vísir á,
at pør, sum ynskja viðgerð
fyri barnloysi, sjálvsagt
vilja vita, hvar útlitini fyri
einum góðum úrsliti eru
best. Tí eiga fólk eisini at
verða kunnaði um royndir-
nar og úrslitini hjá sjúkra-
húsum og læknastovum í
ymsum londum.
– Sjálvt um siðvenjan er,
at føroysk pør fara til Dan-
markar at fáa hesa viðgerð
eiga tey at vita, at tað
finnast aðrir møguleikar, so
tey sjálvi kunnu velja. Tað
kann til dømis vera, at
treytirnar ella aldursmarkið
fyri at koma í viðgerð eru
ymiskar, og tí er tað harmi-
ligt, um fólk setast aftur, tí
tey ikki lúka onkra treyt,
sum ikki er tann sama alla-
staðni, sigur Guðmundur.
Fyri Guðmundur eigur
tað sum útgangsstøði ikki
at vera nakar munur á, hvør
viðgerð stendur eini 25 ella
40 ára gamlari kvinnu í
boði. Tað veldst um, hvør
trupulleikin er. Ein 25 ára
gomlul kvinna kann hava
minst líka stórar trupulleik-
ar við at gerast við barn,
sum ein, ið er 15 ár eldri. Tí
ræður um at koma í viðgerð
sum skjótast, meðan møgu-
leikarnir enn eru av teimum
bestu. Møguleikarnir hjá
eini kvinnu at gerast við
barn minka sum kunnugt
við aldrinum, men er heils-
an góð er onki til hindurs
fyri, at kvinnur upp til 42 ár
kunnu at koma í viðgerð á
ART Medica. Framleiður
kvinnan ikki egg sjálv
longur, verður viðgerðin
framd við eggdonatión
Beinleiðis í viðgerð
Ætlanin hjá ART Medica
og Guðmundi Arasyni er at
bjóða føroyskum kvinnum
at verða kannaðar av einum
kvinnulækna á læknastov-
uni har, so tær kunnu koma
beinleiðis í viðger. Sum er,
skulu føroyskar kvinnur
fyrst kannast í Føroyum,
áðrenn tær verða sendar
víðari til viðgerðina. Hetta
kann hava langa bíðitíð við
sær, tí so fáir kvinnulæknar
eru í Føroyum. Ein annar
møguleiki er at íslendskir
læknar koma hendavegin til
dømis eina ferð um mán-
aðin at hjálpa til við gyn-
ekologisku kanningunum
her heima, fyri at stytta um
bíðitíðina, sigur Guðmund-
ur Arason.
At ART Medica nú bjóð-
ar føroyskum pørum sum
tey fyrstu uttanfyri Ísland
hesa viðger, kemst av, at
talið á føroyskum pørum,
talan verður um, hóast alt er
so mikið avmarkað, at
læknastovan kann tryggja
teimum, at tey ikki koma á
ein langan bíðilista. Fyrr
fóru allar viðgerðir fyri
barnloysi í Íslandi fram á
landssjúkrahúsinum
í
Reykjavík, har arbeiðs-
orkan hjá kvinnulæknunum
eisini varð brúkt til aðrar
viðgerðir enn bara fyri
barnloysi. Bíðitíðin var
lang og tí var vónleyst at
bjóða
viðgerðina
fram
aðrastaðni enn í Íslandi.
Síðsta heyst varð so av-
gerð tikin um at flyta allar
viðgerðir fyri barnloysi av
landssjúkrahúsinum fyri at
savna tær og serfrøðina á
einum stað. Nú fara so allar
hesar viðgerðir fram á ART
Medica, ið verur rikin sum
privat
læknastova
av
kvinnulæknunum
Guð-
mundur Arason og Tórður
Oskarsson.
Fyri íslendskar ríkisborg-
arar kostar ein viðgerð á
ART Medica 26.000 kr, har
landið rindar upp til 50 %
umframt at heilivágurin er
ókeypis. Í løtuni er Guð-
mundur Arason í ferð við at
kanna, hvussu føroyski og
íslendski stuðulin kann
samskipast út frá sam-
tyktini hjá Føroya Lands-
stýri, um at tað almenna
fíggjar upp til tvey felags
børn fyri barnleys pør, und-
ir ávísum treytum.
Vilt tú vita meira um
ART Medica ber til at fara
á
heimasíðuna
www.artmedica.is,
sum
skjótt eisini verður tøk á
enskum.
Guðmundur Arason, stjóri á íslendsku ART Medica læknastovuni, ið hevur bestu úrslitini í viðgerð fyri barnloysi í Europa