týsdagur 15. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 51 - 15. mars 2005
MARKNAÐARRÁK
Undirskotið á amerikanska
handilsjavnanum vaks í
januar mánaða úr 55,7 mia.
til 58,3 mia. dollarar. Tað er
í stóran mun merkt av, at al-
tjóða handilskvotur fyri
klæðir vórðu strikaðar 1.
januar. Klæðir verða í stór-
an mun innflutt úr Kina.
Hendan gongdin sær út til
at kunna halda fram, og
harvið framhaldandi leggja
trýst á handilsjavnan.
Tað er áhugavert, at høgi
oljuprísurin ikki hevur havt
nakra serliga ávirkan á
handilsjavnan enn. Um
oljuprísurin heldur sær á
hesum høga stigi, kann
hann einsamallur økja um
undirskotið við umleið 4
mia. dollarum í februar ella
mars. So er talan um størsta
undirskot nakrantíð, og tað
kann fáa dollaran at vikna
enn meir frá teimum 1,34,
ið fáast fyri hvøjra evru í
løtuni.
Lánsbrævarentur
sveiggja enn
10-ára danska lánsbræva-
rentan helt áfram at sveiggja
millum 3,75% og 3,90% í
síðstu viku. Tó var rákið
uppeftir. Støðan á láns-
brævamarknaðinum
er
merkt av, at íleggjarar ikki
eru samdir um, hvørt rentu-
hækkingin í februar var nóg
stór ella ikki. Tískil kann
væntast, at 10-ára rentan fer
at halda áfram við stóru
sveiggjunum
millum
3,70%-3,95% nakað aftrat.
Norrøn partabrøv
Sum áður mett, staðfestu
partabrævaíleggjarar vinn-
ing í farnu viku. Hetta
hendi eftir at norrøn parta-
brøv støðugt hækkaðu und-
anfarnu seks vikurnar, og
fekk virðið á teimum at
minka eitt sindur aftur.
Dollarakursur, oljuprísur
og amerikonsk smásøla
fara at ávirka gongdina á
partabrøvum hesa vikuna.
Hesa vikuna
Amerikanska gjaldsjavna-
hallið fyri 4. árfjórðing
2004 og útlendsk keyp av
amerikonskum
virðis-
brøvum í januar verða
kunngjørd hesa vikuna.
Marknaðirnir vænta størri
gjaldsjavnahall og óbroytt-
an eftirspurning eftir am-
erikonskum virðisbrøvum.
Hetta eru sera týðandi
lyklatøl fyri dollarakursin,
sum kann broytast nógv,
um tølini ikki verða sum
væntað.
Dollarin kann vikna enn meira
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,53
-1,6%
Lánsbrøv í DKK
106,94
0,1%
JPY
5,32
-0,3%
Evru Lánsbrøv
171,11
0,0%
GBP
10,66
-1,2%
Norrøn Partabrøv
91,23
-1,6%
NOK
0,91
1,0%
Altjóða Vøkstur
60,69
-1,8%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,5%
4,0%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 10, 2005
www.kaupthing.fo
Føroyingar missa milliónir
ÍLØGUVIRKSEMI
jan@sosialurin.fo
Føroyingar hava mist fyri
kanska 100 mill. kr. í
einum týskum íløgufelag,
sum varð stongt hós-
kvøldið. Keldur Sosialurin
hevur tosað við meta, at
einstaklingar og fyritøkur í
Føroyum hesi seinastu árini
hava sett stórar peninga-
upphæddir í týska íløgu-
felagið "Phoenix Kapitaldi-
enst", sum hevur dyrgt við
upp í 10 og 15% í avkasti/-
rentu. Tilsamans 600 mill.
euro av íalt 800 mill. euro
eru horvnar stendur í grein
í Berlingske Tidende og
eisini endurgivið á DR
heimasíðuni. Umleið 150
mill. euro koma frá íleggj-
arum í danska kongaríkin-
um herímillum Føroyum.
Talan er um stuldur og
falsknarí av skjølum og
talan er meira og minni um
totaltap. Tvs. at her verður
einki at heinta aftur skilst.
– Hetta er eitt sera, sera
stórt problem. Íleggjararnir
koma at missa nógvar peng-
ar uppá hetta sigur Claus
Schäfer, stjóri fyri donsku
deildina hjá Phoenix.
Jørn Astrup
Hansen,
stjóri í Føroya Banka sigur
í stuttari viðmerking, at
hann er vitandi um, at før-
oyingar hava sett stórar
upphæddir í felagið. – Okk-
ara varhugi er, at týska fel-
agið hevur verið virkið í
Føroyum í nógv ár, og at
føroyingar hava sett rætti-
liga fittar upphæddir í
felagið.
At týska íløgufelagið Phoenix hevur verið virkið í Føroyum sæst m.a. á hesi reklamuni á B36 húsinum í Gundadali
Mynd Jensk Vang
Stjórin:
- Rættiliga
nógv missa
pening
Stjórin í Phoenix í
Danmark, Claus
Schæfer váttar at
fyritøkan er í trup-
ulleikum. Hvussu
nógvur føroyskur
peningur er í vanda
fyri at verða mistur,
kann hann ikki siga
nakað um enn
FÍGGJARHEIMUR
Snorri Brend
- Yes, you are right.
We’ve problems!
Soleiðis segði enskt-
talandi stjórin í donsku
deildini av "Phoenix Kap-
italdienst", Claus Schæfer
beint eftir middag í gjár.
Allan fyrrapartin høvdu
fólk, ið hava sett pening í
fyritøkuna, ringt hana –
og hann! - niður fyri at fáa
at vita, hvat var á vási. Og
ikki minst, um teirra pen-
ingur framvegis var í góð-
um hondum.
Vit tosaðu við telefon-
damuna, og hon váttaði
beinanvegin, at fyritøkan
var í trupulleikum. Hon
stillaði okkum síðani víð-
ari til ein annan mann,
sum ikki vildi upplýsa
okkum um, hvussu nógv-
ur føroyskur peningur er í
vanda fyri at verða mistur.
Bæði tvey vístu til stjór-
an. Men hann kundi lítið
siga.
– Eg havi úr at gera
bara við at taka telefon-
ina, segði hann við Sosi-
alin.
Hann hvørki vildi ella
kundi upplýsa, hvussu
nógvan pening, ið føroy-
ingar høvdu sett í felagið.
Tað yvirlitið hevði hann
ikki við hondina.
Claus bað okkum tosa
við seg einaferð seinni um
kvøldið.
– Men eg kann tó siga
so mikið, at fleiri fara at
missa pening, segði Claus
Schæfer, meðan næsta
telefonin lá og bíðaði eftir
honum.