týsdagur 15. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 51 - 15. mars 2005
Enn einaferð er Landssjúkrahúsið í fokus vegna fak-
liga ósemju. Hetta, at fakligar ósemjur stinga seg
upp er um ikki dagligur kostur, so alt ov vanligt á
hesum stovni. Hesaferð er orsøkin tann, at leiðslan
ætlar at fremja umleggingar á føðideildini. Hesar
umleggingar hava sum fylgju, at eini seks ársverk
hjá sjúkrarøktarfrøðingum verða spard burtur.
Leiðslan leggur dent á, at her ikki fyrst og fremst er
talan um sparingar men um menning av hesum parti
av Landssjúkrahúsinum.
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur
hvassliga fordømt avgerðina og hóttir við álvarsom-
um móttiltøkum, um leiðslan ikki broytir sína av-
gerð og letur alt vera sum fyrr. Felagið metir tað
ábyrgdarleyst, at ljósmøður skulu taka yvir arbeiðið
hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið føroyskir sjúkra-
røktarfrøðinngar ger vart við, at økið ikki bert fevnir
um frískar nýføðingar og frískar møður men eisini
um sjúk børn og sjúk vaksin. Tað kann ikki góðtak-
ast, at arbeiðið við hesum verður gjørt av fólki, ið
ikki hevur neyðuga fakliga vitan verður sagt. Felag-
ið fer so langt sum at siga, at leiðslan við ætlanum
sínum setur pinkubørn í vanda. Hetta er ein sera
álvarsom ábreiðsla.
Her er sostatt talan um eina sera álvarsama ósemju,
har orð stendur móti orði. Tað er so langt ímillum
støðuna hjá leiðsluni og støðuna hjá sjukrarøktar-
frøðingunum, at almenningurin hevur krav uppá at
fáa at vita, hvat hetta er fyri nakað. Hvat er tað, sum
fyrigongur? Almenningurin verður ferð eftir ferð
vitni til løgnar og mangan óskiljandi konfliktir á
landsins størsta arbeiðsplássi. Vit hava rætt til at vita
alt um hesar ósemjur. At tryggja frið og góða semju
á einum arbeiðsplássi er fyrst og fremst ábyrgdin hjá
leiðsluni - í øðrum lagi ábyrgd hjá øllum starvs-
fólkum. Leiðslan má í sínum virksemi tryggja sær,
at allir starvsbólkar eru væl og virðiliga kunnaðir, tá
avgerðir um stórar broytingar verða tiknar. Leiðslan
má somuleiðis tryggja sær undirtøku fyri sínum
ætlanum - hon má hava greið mál og greiðar
strategiir fyri útinnan av leiðlsluni. Vit skulu ikki
taka dagar millum leiðslu og fakfelag ella fakfeløg,
tí eisini fakfelagið hjá ljósmøðrunum hevur sagt
sína hugsan í hesum máli, har hon ikki sær nakað
skeivt í ætlanini hjá leiðsluni á LS, men bert loyva
okkum at vísa á, at hesar afturvendandi ósemjurnar
eru til skaða fyri stovnin og sjúklingarnar. Hetta
kann tí ikki góðtakast! Í øðrum lagi má almenning-
urin fáa eina nøktandi frágreiðing og hartil fáa vissu
fyri, at ætlaðu broytingarnar á ongan hátt eru til
bága fyri barnakonur og nýføðingar. Hetta er eitt
sera álvarsamt mál, sum í roynd og veru eisini er eitt
politiskt mál. Tað snýr seg um okkara heilsupolitikk
og tí kann hetta skjótt enda á borðinum hjá
landsstýrismanninum. Sjúkrahúsleiðslan má tí bera
skjótt at og koma á tal við stríðandi partarnar fyri at
finna eina sømiliga og haldgóða loysn.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ósemjan má loysast!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Niels Juel Arge
Hoyvík
Hevði ikki ætlað mær til
tøppaborðið, hvørja ferð
oddagrein í Dimmu snávar
í sínum metingum og nið-
urstøðum, men onkuntíð
rínir meira við enn aðrar
tíðir.
Seinast
var,
tá
Dimmuoddagrein
vildi
hava Tjóðveldisflokkin at
halda seg frá uppstilling til
bý- og bygdaráð, tí flokk-
urin skuldi onga ideologi
hava. Hesuferð er tað aftur
ein Dimmutrongd til at fáa
Tjóðveldisflokkin til at tiga
og einki siga.
Eftir at tað frættist, at
rækjureiðaríir, sum ikki
brúka sínar fiskidagar, selja
dagarnar til onnur rækju-
skip, dittaði ein tinglimur
hjá Tjóðveldisflokkinum
sær í einum fyrispurningi á
tingi at taka hendan tráðin
upp. Tað skuldi hon vist
ikki havt vágað sær, tí sam-
bært Dimmu (24/2) er or-
søkin til, at tinglimurin
spyr um hesar handlar, bert,
at hon og Tjóðveldis-flokk-
urin eru ímóti stuðli til
rækjuflotan.
Hóskandi kundi man
spurt Dimmuleiðaran, um
tað veruliga ikki er við-
komandi at vísa á, at skip,
sum ikki eru í vinnu meira,
selja sínar fiskidagar til
onnur skip, sum eru í vinnu
og royna at fáa endarnar at
røkka saman. Væl kann tað
vera, at tað ikki eru upp-
hæddirnar, ið fiskidagarnir
verða seldir fyri, ið koppa
einum rækjureiðaríi. Og
væl kann tað vera, at hetta
er í lagi sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap. Men
vanlig fólk spyrja kortini
seg sjálvan, hví hesir
óbrúktu fiskidagarnir ikki
verða latnir inn aftur til
landið, so um ikki annað
landskassin kann fáa inn-
tøkurnar.
Tað
kundi
Dimmuleiðarin spurt sín
egna fiskimálaráðharra.
Ístaðin fyri at royna at
gera ein vinnutrupulleika
til ein einvegis trupulleika
hjá Tjóðveldisflokkinum,
kundi Dimmuleiðarin held-
ur brúkt sína orku til at sett
kikaran á sítt egna lands-
stýri, sum í løtuni millum
annað er í ferð við at
hoyggja málini millum Før-
oyar og Danmark til. Fesk-
asta málið (tað um uttan-
ríkisheimildirnar) er nú
komið hartil, at landsstýrið,
eftir at hava bønað og biðið
stjørnina um ikki at skunda
tí einsljóðandi grønlandsku
lógina ígjøgnum, situr við
sviðið soð. Tí hvat gera
danir? Jú, júst so sum teir
eru vanir. Tað vil siga
akkurát tað, teimum lystir -
harímillum at snara løg-
manni á einum borðiski á
(tí annars vøkru) trappuni á
Christiansborg.
Sami løgmaður hevði
annars í nógv ár sum yndis-
mál at havast at undanfarna
landsstýri fyri manglandi
opinleika, tá teir samrádd-
ust. Í longri tíð var løgmað-
ur tó so afturlatin sum nak-
ar um samráðingarnar um
uttanrikismálini:
"Einki
kann avdúkast í samráð-
ingarstøðu", var niðurlagið.
Og loksins vónaði man, at
fólkatingsvalið
loysti
trupulleikan. Hetta var tó
bert sum at gera í brøkur-
nar, og ikki eingang ríkis-
eindarflokkur nummar eitt,
Sambandsflokkurin, sum
annars hálovar øllum, ið
danir gera og siga, klárar at
rekja hesa fløkjuna. Har-
aftrat hevur landsstýrið jú
sum aðalmál, at alt skal
vera breiðar og ljósareyðar
semjur (um kanska serliga
at halda Tjóðveldisflokkin
uttanfyri), og man vil trods
ein ávísan persón ikki seta
seg upp ímóti dønum - tað
má bara ikki síggja út sum
konfrontasjón við danir.
Sum støðan er í dag,
kann væl eingin undrast
yvir, at Tjóðveldisflokkurin
og
radikali
sjálvstýris-
vongurin í Fólkaflokkinum
(tann upprunaligi Fólka-
flokkurin) vann fólkatings-
valið framman fyri sam-
bandsflokkarnar báðar og
sambandsvongin í Fólka-
flokkinum. Meðan tað hin-
vegin er vælskiljandi, at
sitandi
landsstýri
og
Dimma fortreingja kata-
strofuvalið, tí hetta vísti, at
føroyski veljarin vil ikki
hesa
ABC-samgonguna.
Eins og veljarin vísti á hetta
við seinasta løgtingsval.
Um tað mundi vóru tó
nakrar ávísar ósemjar ov
feskar til, at tað kundi
renna saman aftur millum
stóru sjálvstýrisflokkarnar.
Øll politisk søga vísir tó
tíbetur, at sovorðin politisk
sár lekjast.
Sitandi landsstýrið kann
hinvegin ikki renna undan
tíðini og enn minni rógva
andróður móti henni. Eitt
løgtingsval kemur fyrr ella
seinni, og tá fær sjálvstýris-
vongurin í føroyskum poli-
tikki aftur møguleikan at
seta dagsskránna.
Tíðin fram til næsta
løgtingval kann tó fara at
verða nakað strævin, tí í
løtuni er búskaparligur
stígur í Føroyum, og tað
fara
sambandskreftirnar
stútt og støðugt at brúka
sum grundgeving fyri, at
føroyingar ikki kunnu klára
seg sjálvar.
Dimmuoddagrein 24/2: Tjóðveldisflokkurin
skal tiga og einki siga
Arni Abrahamsen
Glyvrar
Nú ætlanir eru um at strika
punktgjaldið á ávísum vør-
um, haldi eg at nú hevði
verið eitt fínt høvi at inn-
ført eitt sindur av umhvørv-
ispolitikki á hesum øki.
Aðra staðnis er tað heilt
vanligt, at støddin av av-
gjøldum á t.d. hvítvørur er
lagt, alt eftir hvussu orku-
nýtslan hjá vøruni er, og
um vøran er umhvørvis-
vinarlig. Um vøran er orku-
krevjandi, so verður hægri
avgjald lagt á, og er talan
um orkusparandi vøru, so
er avgjaldið væl lægri.
Hetta skuldi verið so líka
til at innført, nú man er í
holt við at pilka við punkt-
gjaldið.
Eg haldi at tað er í fínasta
lagið við "atferðsreguler-
andi" avgjøldum, tá man
kann vísa á umhvørvisvin-
arlig alternativ. So hví ikki
strika punktgjaldið á øllum
hvítvørum, og í staðin inn-
føra eitt umhvørvisgjald?
Og her kundu tær mest
umhvørvisvinarligu vørur-
nar verið avgjaldsfríar, ella
nærum avgjaldsfríar.
Broyt punktgjaldið til umhvørvisgjald