Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2005 11 Sektleiðari útflýggjaður Myndugleikarnir í Ar- gentina hava útflýggjað kilsku myndugleikunum tann 83 ára gamla týsk- aran Paul Schafer. Hann bleiv sendur við flogfari úr Buenos Aires til Santiago sunnudagin. Paul Schafer er nazist- ur og hevur í mong ár verið leiðari í einari víðgongdari sekt í Kili. Myndugleikarnir har hava skuldsett hann kynsligan ágang ímóti børnum, og hann er eisini lagdur undir at hava samstarvað við fregnartænastuna hjá hernaðarstýrinum hjá Augusto Pinochet. Mill- um annað skal hann hava latið fregnartæn- astuna pína fangar á ein- um garði, sum sekt hansara átti. Fyri nøkrum árum síðani hvarv Paul Schaf- er, men í síðstu viku varð hann tikin í Argen- tina. Tað var eitt sjón- varpslið, sum kom fram á hann. Kilsku myndug- leikarnir siga, at sektin hevur framvegis umleið 280 limir, og at fleiri teirra eru eldri týskarar, sum hava búð í Kili seinastu 40 árini. Herða stríðið ímóti kongi Teir maoistisku upp- reistrarmenninir í Nepal hótta nú við at herða bardagan ímóti kongi og stýri hansara. Í einari kunngerð í fleiri nepalskum bløðum um vikuskiftið stóð at lesa, at uppreistrarleiðsl- an hevur sent boð eftir nógvum ungum monn- um til bardagan ímóti stýrinum. Sagt varð, at uppreistrarmenninir fara at steingja vegir, sam- stundis sum teir fara at leypa á mál hjá stýrin- um. Eitt annað stig er, at tann 1. apríl verður skip- að fyri aðalverkfalli. Støðan í Nepal hevur verið sera spent, síðani Gyanendra, kongur, koyrdi bæði tjóðartingið og stjórnina til hús fyri fimm vikum síðani. Síð- ani hevur kongur sett landið í undantaksstøðu, og ymisk borgararætt- indi eru sett úr gildi. Uppreistrarmenninir vilja hava kong frá, og at Nepal verður skipað sum eitt kommunistiskt ríki. Vil ikki vera forseti Í seinastuni hevur ljóð- að, at amerikanski uttan- ríkisráðharrin, Condo- leezza Rice, hevur havt ætlanir um at stilla upp sum republikanskt for- setavalevni í 2008, og at ætlan hennara var at ger- ast tann fyrsta kvinnan og tann fyrsti litti ameri- kanarin í forsetaembæt- inum. Condoleezza Rice er væl umtókt í republi- kanska flokkinum, men í samrøðu við sjón-varp- ið ABC sunnudagin segði hon, at hon hevur ongar ætlanir um at royna seg sum forseta- valevni. Hon segði seg vera væl nøgda við starvið sum uttanríkis- ráðharri og tók uppaftur, at hon fer ikki at stilla upp til forseta. Eygleiðarar í Wash- ington siga, at nógvir amerikanarar fara kort- ini at spæla sær við tankan um, at hom fer at stilla upp í 2008. Fleiri halda, at Hillary Clint- on, senatorur, fer at stilla upp fyri demokrat- arnar á næsta forsetaval- inum, men eins og Con- doleezza Rice hevur hon víst hesum aftur. Heiðursborgari vrakaður Í 1933 bleiv táverandi týski nazistaleiðarin Adolf Hitler tilnevndur heiðursborgari í býnum Lindau, sum er tætt við tað eysturríkska markið. Men nú hevur býráðið í Lindau samtykt at strika navn hansara av listanum við teimum, sum eru heiðursborgar- ar. Allir býráðslimirnir atkvøddu fyri. Annars var tað av tilvild, at bý- ráðslimirnar varnaðust, at Hitler var ein av teirra heiðursborgarum, og av- gjørt varð beinan vegin at taka heiðurin frá hon- um. Í hesum døgum velja nógvir týskarar at hyggja at filminum "Der Untergang", ið snýr seg um Týskland undir seinna heimsbardaga. Tað fara tey kanska eisini at gera í Lindau, men býurin hevur í hvussu er sagt nazism- uni farvæl nú, sigur borgarstjórin. UTTAN ÚR HEIMI Leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musab al- Zarqawi, hevur møguliga lagt ætlair um at søkja at málum í USA. Skúlar og leik- hús kunnu vera ímillum málini YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært tíðarritinum Time fingu amerikonsku mynd- ugleikarnir í síðstu viku eina ávaring um, at tann kendi yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi kann hava lagt ætlanir um at søkja at sokallaðum "bleytum málum" í USA. Hetta eru mál sum skúlar, leikhús og matstovur. Trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Stephen Hard- ley, vildi ikki vátta tíðind- ini, men hann sigur við Time, at amerikonsku myndugleikarnir hava fingið ábendingar um, at al-Zaeqawi hevur knýtt tættari samband við leið- aran í al-Qaeda, Osama bin Laden. – Vit vita, at al-Qaeda hevur søkt av málum sum skúlum, leikhúsum og mat- stovum fyrr, men enn vita vit ikki, um teir ætla at fremja slík álop her, sigur Stephen Hardley. Sambært Time skal ein fyrrverandi viðhaldsmaður hjá al-Zarqawi hava sagt, at tað ber væl til at sleppa til USA at femja atsóknir, bara ein hevur nóg mikið av pengum við sær. Í Hondu- ras ber til at fáa tey neyð- ugu pappírini, og haðani ber til at ferðast ígjøgnum Meksiko og norður um amerikanska markið, skal maðurin hava sagt. Amerikanararnir siga seg vera vísar í, at al-Zaeqawi er í Irak, og at tað er hann, sum skipar fyri teimum flestu atsóknunum har. Amerikanararnir hava lov- að stóra finningarløn, verður hann avdúkaður, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Tað sama er galdandi fyri Osama bin Laden, sum sambært amerikanarunum fjalir seg onkunstaðni á markinum ímillum Afghanistan og Pakistan. Tað fer at taka nógv ár at umleggja ver- andi orkuskipanir til nýggja tøkni, og tí kunnu vit ikki bíða eftir, siga serfrøðing- ar. Tí er neyðugt við tiltøkum nú fyri at tálma veðurlags- broytingunum UMHVØRVI Árni Joensen fartekst@mail.dk Umhvørvismálaráðharrar- nir hjá ES samdust í síðstu viku um at seta nýggj mál fyri, hvussu nógv ídnaðar- londini skulu skerja luft- dálkingina, eftir at Kyoto- sátmálin fer úr gildi í 2012. Einstøk lond, teirra mill- um Danmark, skutu upp, at ES-londini skulu eisini fylgja við, hvat kemur burtur úr uppskotinum hjá amerikonsku stjórnini at finna nýggja tøkni, sum kann skerja dálkingina. Men umhvørviskommiser- urin hjá ES, Stavros Dimas, sigur seg bera ótta fyri, at George W. Bush, forseti, ætlar sær at brúka tosið um nýggja tøkni sum umbering fyri at sleppa undan at gera nakað av tí, sum Kyoto- sáttmálin sigur. – Tað hevði verið óført, um vit kundu loyst trupul- leikarnar við veðurlags- broytingunum við nýggjari tøkni, men tað letur seg ikki gera. Tað er neyðugt at skerja dálkingina nú. Vit kunnu ikki bíða eftir fram- tíðini, sigur Stavros Dimas við Politiken. Danskir granskarar eru komnir langt við royndum at brúka brint sum brenni- evni til bilar, men danskir serfrøðingar eru samdir við Stavros Dimas í, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn tann nýggja tøknin fer at gera nakran mun. Bent Sørensen, professari á lærda háskúlanum í Ros- kilde og fyrverandi leiðari fyri donsku brintgransk- ingini, sigur við Politiken, at tað fer at taka ímillum 30 og 50 ár at broyta verandi orkuskipanir til at brúka brint. Nýggj tøkni kann ikki bjarga veðurlagnum Hann ætlar at leypa á skúlar og leikhús í USA Abu Musab al-Zarqawi verður hildin at vera leiðari fyri al- Qaeda í Irak, og nú fyrireikar hann kanska álop í USA Mynd: Reuters Lesið - so eru tit við