týsdagur 15. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 51 - 15. mars 2005
Nú er ein mánaður liðin síðani Atli P.
Dam slóknaði, og vil eg á henda hátt
skriva nøkur orð um mín kæra vin, sum
var Føroya løgmaður í fleiri ár enn nakar
annar higartil, og sum røkti hetta starv
sum ein rættur leiðari, bæði hvat galt tey
innanoyggja eins og tey uttanlanda krøv,
sum hetta embætið krevur.
Vit kendust, frá tí hann kom heim fyrst
í sjeytiárunum, eftir deyða pápa síns, og
sum løgmaður kom at hava tætt samband
við Umboðsstovu Føroya, sum tá var í
Aberdeen.
Atli var væl kendur av monnum innan
fiskivinnuna eins og tey ministerier í
Bretlandi, sum vit máttu samráðast við.
Vit høvdu serliga gott samband við fiski-
málaráðið í Edinburgh, áðrenn Bretland
fór uppí EEC, sum tað upprunaliga
navnið hjá EU var, vegna tað at vit høvdu
fiskiveiðusáttmálar við Bretland, og í
hesum sambandi høvdu vit sera gott
samband viðv. veiðuhagtølum og vóru
báðir partar vanliga væl nøgdir við hesar
sáttmálar. Tá ið Bretland og Danmark
fóru uppí EEC, broyttist støðan sjálvandi,
vegna tað at Brussel kom inn í myndina.
Nevnast kann í hesum sambandi, at
um tað mundi veiddu okkara skip uml.
7% av botnfiskaveiðuni við Føroyar og
bretsk skip, eina mest skotsk, uml. 70%,
so nógv er broytt.
Sum kunnugt hevði Atli stóran áhuga
fyri at fáa betri skipasamband við Skot-
land, og tá ið "Smyril" varð keyptur í
1975, gjørdist hetta ein møguleiki. Hetta
summarið varð avtala gjørd við RNLI,
Royal National Life-boat Institution,
bretska bjargingarfelagið stovnað fyri
uml. 200 árum síðani, og flagg teirra
hevur somu litir sum okkara Merkið,
men krossurin er í miðjuni. Atli var løg-
maður og Petur Reinert, sáli, fiski-
málaráðharri, og var hendan vitjan partur
í eini roynd at kunna okkara bjargingar-
feløg um, hvussu bjargingarbátar hjá
RNLI vóru útgjørdir, og hvussu teir
vórðu brúktir. Undirritaði var so heppin
at verða sjeyndi maður við á hesi minnis-
ríku vitjan. Sigldu frá Buckie til Lerwick,
Tvøroyri har Atli og Petur og limir av
bjargingarfeløgum, serliga Norðoya,
komu umborð, Jógvan Isaksen, skipari,
var loðsur okkara. Atli og Petur komu við
norður til Hvalba, og vístu teir alt sum
hesin bjargingarbátur kundi gera, bæði
viðv. bjarging og pumpum o.ø. Vit
vitjaðu eisini Sand, Miðvág, Vestmanna
so norð um Føroyar á Fuglafjørð, Klaks-
vík, vitjaðu eisini Viðareiði har vit eisini
gistu á nýggja Hotel Norð. Dagin eftir
norð gjøgnum Haraldsund til Enniberg,
síðani til Trøllanesar og suður gjøgnum
Kalsoyarfjørð til Havnar har vit aftur
gistu og "Grace Paterson Ritchie" kom at
liggja undir havnaskrivstovuni og beint
aftanfyri lá "Smyril".
Morgunin eftir var stór grein um
"Smyril" har yvirskriftin var "Hvat vit
skuldu gera við hetta stóra skipið", ja,
mangt broytist á mansins ævi. Við á
ferðini vóru Commander Pickles, Deputy
Chairman hjá RNLI og skiparin var Lt.
Commander Brian Miles, sum var
Director Operations og seinni bleiv
Director hjá RNLI. Umframt døgurðar á
teim ymisku plássunum var Landsstýrið
eisini vertur til ein døgurða í Havn, har
umframt løgmann og landsstýrið eisini
vóru fulltrúar og vinnulívsmenn luttóku
og talur vóru hildnar, eins og spurningar
vóru settir um hvat RNLI kundi avrika.
Av Havnini fóru vit til Kirkwall, har
báturin hevði støð. Ein sera væleydnað
vitjan. Sum fleiri av okkara sjómonnum
kunnugt hava vit oftani fingið hjálp frá
RNLI, tá ið hjálp hevur verið okkara
skipum fyri neyðini við bretsku strend-
urnar.
Ætlanin at seta "Smyril" inn í sigling-
ina uppá Scrabster summarmánaðirnar
var ikki so heilt líka til, og var neyðugt at
samráðast við teir ymisku myndugleik-
arnar í Skotlandi h.v. Minnist væl at eg
fekk boð um at koma til Wick at taka
ímóti leiguflogfari við Atla, Finnboga
Isaksen, landsstýrismanni, sum hevði
Strandferðsluna, Thomas Arabo, stjóra,
Sigurð Simonsen, ferðamannastjóra, sum
skuldu koma niður til samráðingar við
Scrabster Harbour Trust, H M Customs
and Excise, H M Immigration, Highland
and Islands Development Board, High-
land Regional Council, P and O Scottish
Ferries, Highland and Islands Constabu-
lary, hesir fundir skuldu vera í Thurso,
Wick, Inverness, Aberdeen og Glasgow.
Men sunnudagur var, og lufthavnin í
Wick var stongd. Noyddist so at spyrja
lufthavnina í Inverness um gjørligt var at
koma hagar, jú, men teir máttu fáa sam-
band við ein Immigration mann - sunnu-
dagur var, og hesin var í kirkju. Teir
sendu boð til prestin, sum av talarastól-
inum, spurdi um Immigration maðurin
var til staðar, og hesin var so biðin um at
fara til lufthavnina at taka ímóti føroysku
sendinevndini. Vit fóru so norður til
Thurso, og fundir vóru so við nevndu
stovnar í nevndu plássum, og úrslitið var
gott og allir vóru positivir. Úrslitið var
siglingin uppá Scrabster. Spurdir av
teimum her, um hvussu nógv ferðafólk
vit væntaðu fyrsta summari, søgdu vit ca.
2.500 og minnist meg rætt, bleiv talið ca.
4.500 umframt bilar. Tá ið 4 ár vóru farin
aftur um bak, hevði "Smyril" flutt fleiri
ferðafólk til og frá Scrabster enn
íbúgvaratalið í bæði Caithness og Suther-
land.
Atli er tann løgmaður sum oftast hevur
vitjað í Bretlandi, og tey árini "Smyril"
sigldi uppá Scrabster, vitjaði hann
Skotland við familju hvørt summar. Tað
sum einamest eykendi Atla var trúfesti,
og eg kann nevna at eg øll árini til jólar,
eisini seinastu jól, havi fingið føroyskan
mat frá Atla, turra grind, spik, skerpikjøt,
turran og ræstan fisk, lundar o.a.
Vit minnast Atla við takksemi og okk-
ara samkenslur eri við Sólvá og familj-
uni, sum so óvæntað hava mist mann,
pápa og abba.
Friður veri við minninum um Atla P.
Dam.
Á grækarismessu í Aberdeen 2005.
Sofus Poulsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Til minnis um Atla Dam
Eftir at hava ligið stilt
í mong ár eru
"Kirkjutíðindi" nú
komin út aftur. Blaðið
skal nýtast til orða-
skifti og upplýsing
um kirkjulig viður-
skifti.
KIRKJUBLAÐ
Snorri Brend
Kirkjutíðindi er kortini ikki
nýtt blað, men eitt gamalt
blað í nýggjum hami.
Tað eru longu fleiri ár
síðani at H. N. Jacobsens
Bókahandil gavst at geva
Kirkjutíðindi út.
- Men fólk innan kirkj-
una hava saknað eitt mál-
gagn, sum tey hava kunnað
kalla sítt egna, sigur Edvin
Joensen, formaður í felag-
num fyri Kirkjuráðslimir.
Hetta fyrsta eintakið av
blaðnum, sum kom út til
aðalfundin í felagnum 5.
mars, er prentað í 1000
eintøkum. Tað kemur eftir
ætlan út fýra ferðir um árið.
Til orðaskifti
Í einum so stórum felags-
skapi, sum fólkakirkjan er,
verður ofta neyðugt at
skifta orð um ymisk mál av
felagsáhuga.
- Men av tí at mong aftra
seg við at nýta almennu
fjølmiðlarnar til at viðgera
mál, ið tey meta sum innan-
hýsis, verður orðaskiftið
ikki altíð tað, tað átti verið,
verður sagt.
Nú hevur Felagið fyri
Kirkjuráðslimir, saman við
prestafelagnum og í samráð
við bisp, tikið stig til at fáa
blaðið útaftur.
Ætlanin er, at Kirkjutíð-
indi skal vera málgagn
fólkakirkjunnar, og at tað
skal nýtast til orðaskifti og
upplýsing um kirkjulig
viðurskifti.
Felagið vónar at kirkju-
ráðslimir og kirkjufólk
annars taka væl undir við
tiltakinum, og at blaðið
kemur at vera kirkjuliga
arbeiðinum at gagni.
Gamalt blað í nýggjum hami
Navnið er gamalt, men sniðið
nýtt á nýggju útgávuni av
"Kirkjutíðindum"