týsdagur 15. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Rætting:
Trøini vórðu upprunaliga
plantað í 1863
Í blaðnum 10. mars skrivaðu vit, at tey trý trøini við H. N
Jacobsens Bókahandil eru plantaði í 1882. Hetta er bert
deilvís rætt. Trøini vórðu upprunaliga plantaði í 1863,
men træið í miðjuni kom seg ikki, og bleiv tí eitt nýtt træ
plantað í 1882. Tað sæst eisini á myndini, ið er tikin í
1964, at tað træið er klænri og minni enn hini bæði.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum gleddu okkum
á 80 ára føðingardøgunum
Takk fyri heilsanir, gávur og uppringingar.
Takk øll, ið komu í føðingardag og gjørdu okkum
dagin so hugnaligan.
Ein serstøkk tøkk til Tvøroyrar Hornorkestur,
ið setti ein heilt serligan dám á
Bestu heilsanir
Oluffa og Kaj Meyer, Tvøroyri
Heðin D. Poulsen hevur
tikið sætið á Løgtingið fyri
Fólkaflokkin, meðan Óli
Breckmann er í farloyvi í
tíðarskeiðnum 10. til 19.
mars 2005.
Heðin D. Poulsen er løg-
frøðingur og formaður í
Havnar
Framburðsfelag,
sum valfelag Fólkafloksins
í Suðurstreymoy.
Til seinasta løgtingsval
fekk Fólkaflokkurin tveir
mans valdar í Suðurstreym-
oy, men av tí, at Bjarni
Djurholm gjørdist lands-
stýrismaður,
kom
Poul
Michelsen inn á ting, sum
triðji maður á listanum.
Fjórða og fimta plássi
fingu ávikavist Annika
Olsen og Eli Christiansen,
men av tí at hvørgin teirra
fekk tikið sæti á Tingi
hesaferð, vóru boð eftir
Heðin D. Poulsen, sum nú
er varamaður fyri Óla
Breckmann.
Heðin D. Poulsen hevur
latið
løgtinginum
tveir
skrivligar spurningar, nú
hann er løgtingsmaður.
Tann fyrri er til Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismann í
mentamálum, og hin Birgit
Kleis, ríkisumboðsmann.
Mikkjal, Jóannes
og Mamy
Annars er fleiri varafólk
komin á ting. Sverri Mid-
jord hevur biðið um far-
loyvi og fyri hann er
Mikkjal Sørensen komin á
ting. Jørgen Niclasen hevur
biðið um farloyvi og fyri
hann er Jóannes Nielsen
komin á ting. Vilhelm Jo-
hannesen hevur biðið um
farloyvi og fyri hann er
Mamy Dahl Sørensen kom-
in á ting.
Jóhannes S.
Poulsen 90 ár
Í dag, 15. mars, fyllir hval-
bingurin Jóhannes S. Poul-
sen, vanliga nevndur Jo-
hannes hjá Jettu, 90 ár.
Johannes var giftur við
Sonny, sum doyði í 1988.
Tey fingu trý børn Kammu,
Finn Ejler, sum doyði hálvt
ára gamal, og Jan. Johannes
sigldi sum ungur, arbeiddi á
landi í Íslandi og Grøn-
landi, var við at gera berg-
holið til Sandvíkar og skúl-
an í Hvalba. Hann arbeiddi
heili 17 ár á Bacalao í
Havn.
Johannes hevur verið av
raskastu monnnum og er
enn sum ein unglingi. Hann
var ein av fyrstu har-
monikuspælarum í Hvalba,
og mest sum hvønn einasta
dag tekur hann harmonik-
una og undirheldur teimum
gomlu á sambýlinum.
Dagurin verður hildin í
sambýlinum í Hvalba frá
17.00 til 20.00.
Dagurin
15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki,
ið var valdur til páva í 741. Hebráiskt navn, ið merkir:
Guð hevur minst til mín.
15. til 21. mars vórðu róptir gandadagarnir. Teir
vóru sera óálítandi til veður.
Heðin D. Poulsen á ting
Á skránni eru møtir
fyri allar aldurs-
bólkar. Til øll møtini
luttaka góðar sang-
kreftir
MØTIR
Snorri Brend
Fríggjakvøldið byrjar ein
fundarrøð í skúlanum á
Velbastað við heitinum "Er
Gud ein veruleiki?".
Á fundunum luttaka Poul
Færø, Eyðfinn Reyðberg,
Sámal Mikkelsen og Jákup
N. Olsen.
Sangur og tónleikur er
sjálvandi við til slíkt møti,
og verður hann á hesum
sinni við MC Restorff og
Kvartettini í Betesda í
Klaksvík.
Sunnudagin verður fa-
miljumøti fyri børn, ung og
vaksin, har eisini ein søga
verður fyri børnini.
Fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið
verða møtini kl.
20, meðan familjumøti
sunnudagin byrjar kl. 14.
Fundarøð í skúlanum á Velbastað
Skúlin á Velbastað verður karmur um eina møtirøð komandi vikuskiftið