týsdagur 15. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagin 15. mars
2005 eru liðin 86 ár
síðan Jóhan Nielsen,
prestur og fólkatings-
maður, varð føddur í
Sandvík. Á vári 1978
teknaði Ólavur á Váli
eina strikumynd av
Jóhan, sum var ein
dyggur stuðul í keyp-
inum av Kristna-
stovu, har Ólavur
hevði sína dagligu
gongd um hetta
mundi
Týsdagin 15. mars 2005
eru liðin 86 ár síðan Jóhan
Nielsen, prestur og fólka-
tingsmaður, varð føddur í
Sandvík. Jóhan Nielsen
doyði í 1984, 65 ára gamal.
Hann umboðaði Javnaðar-
flokkin á Fólkatingi í meir
enn 16 ár tilsamans í tveim-
um tíðarskeiðum. Fyrst frá
1960-64 og síðani 1967-79.
Tekningina
av
Jóhan
Nielsen teknaði Ólavur á
Váli á vári 1978. Ólavur
var tá á tekniskúla á
Glyptotekinum í Keyp-
mannahavn.
Um
hetta
mundið var Jóhan Nielsen
fólkatingsmaður, og var
hann kendur av nærum
hvørjum mansbarni í Dan-
mark. Hann er eisini kend-
ur fyri at hava hjálpt mong-
um føroyingi, sum ikki
fekk tær neyðugu sømdir-
nar í danska embætisveld-
inum. Jóhan Nielsen var ein
dyggur stuðul, tá Kristna-
stova skuldi keypa nýggj
hús við Birmavej á Amager.
Tað gekk heldur striltið at
fáa tey neyðugu loyvini til
virksemi, men við góðari
hjálp frá m.ø. Jóhan Niel-
sen gekk alt væl í lag. Í
1979 tá nýggja Kristna-
stova alment varð tikin í
brúk, var Jóhan Nielsen við
til hátíðarhaldið. Hann bar
eisini fram eina heilsan til
Kristnastovu. Á myndini
sæst Jóhan Nielsen halda
røðu í Kristnastovu.
Ólavur á Váli, sum and-
aðist 19. februar 2005,
hevði sína dagligu gongd í
Kristnastovu, meðan hann
var í Keypmannahavn, har
hann setti sín serliga dám á
tiltøkini við síni vøkru og
mergjaðu rødd. Á vári 1978
var ein stevna fyri útisetar í
Høve í Norðursælandi.
Nógvur
sangur
var
á
skránni
sum
altíð,
tá
Kristnastova skipar fyri,
m.a. sang ein frálík kvartett
við útisetum nakrar sangir.
Á myndini eru tey frá
vinstru: Ólavur á Váli,
Gotfred Joensen, Charlotta
á Váli og Jóhan Poulsen.
Eisini síggjast á myndini:
Øssur Berghamar og Jó-
annes á Váli, sum situr við
urguna.
Á
heimasíðuni
hjá
Kristnastovu skrivar Øssur
Berghamar m.a. soleiðis
um Ólav á Váli: "Eina tíð í
sjeytiárunum var Ólavur
niðri í Danmark, og tá nutu
vit gott av rødd hansara í
Kristnastovu. Hann vitjaði
mangan í Keypmannahavn
seinnu árini, og so skjótt
heitt var á hann, so var
hann klárur at syngja - til
gleði fyri teir útisetar, hann
var ímillum. .... Ólavur var
ein sangevangelistur í okk-
ara tíð, sum nýtti sínar
náðigávur til fulnar. Vit
harmast øll um at hann
skuldi fara so tíðliga og
brádliga. Men nú er hann í
tí ljósa landi, sum hann
sang so vakurt um. Og vit
fara at minnast Ólav við
stórum takksemi."
Nú Ólavur er farin, liggja
nógvar ljóðupptøkur eftir
hann, sum onkur vónandi
fær savnað saman og givið
út á fløgu. Tað hevði glett
okkum føroyingar, og verið
honum til æru, um fløgan
kundi komið út í summar,
tá Ólavur hevði farið um
tey fimmti, var hann á lívi.
14
Nr. 51 - 15. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ólavur og Jóhan – tveir Kristnastovuvinir
Tekningin sum Ólavi á Váli
teknaði av Jóhan Nielsen í
1978
Myndaeigari: Páll. I. Joensen
Jóhan Nielsen haldur røðu í
Kristnastovu
Mynd: Kristnastova
Frá vinstru: Øssur Berghamar, Jóannes á Váli, sum situr við urguna, Ólavur á Váli, Godtfred Joensen, Charlotta á Váli og Jóhan
Poulsen
Myndaeigari: Páll I. Joensen
Ólavur á Váli í 1978, tá hann gekk á tekniskúla á
Glyptotekinum í Keypmannahavn
Myndaeigari: Páll I. Joensen
Hjúnini Birthe og Johan Nielsen
Mynd: Kristnastova