týsdagur 15. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Enn hevur Fugla-
fjarðar kommuna ikki
tikið avgerð um, hvat
gamli timburhandilin
á Kambsdali skal
brúkast til, nú komm-
unan eigur bygningin
og teir umleið 12.000
fermetrarnar av
lendi, sum eru uttan
um. – Men møguleik-
arnir eru fleiri, sigur
borgarstjórin, Sigurd
Simonsen
KAMBSDALUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið Fuglafjarðar komm-
una yvirtók gamla timbur-
handilin á Kambsdali, sum
P/F Havnar Timburhandil
átti, hugsaði kommunan
eitt nú um at brúka bygn-
ingin til meginbókasavn,
sum undanfarna landsstýri
ætlaði at seta á stovn. Ætl-
anin hjá táverandi lands-
stýri var nevniliga at skipa
nøkur
meginbókasøvn
kring landið, sum skuldu
verða høvuðsbókasøvn fyri
hini bókasøvnini í økinum.
Ætlanin var, at tvey slík
bókasøvn skuldu verða í
Eysturoy, og tí helt Fugla-
fjarðar kommuna, at tað
kundi verið hóskandi við
einum meginbókasavni á
Kambsdali, har ríkt skúla-
umhvørvi er framman-und-
an.
Sigurd Simonsen, borg-
arstjóri, sigur, at kommun-
an hevði gevandi fundir við
táverandi landsstýrismann,
Annlis Bjarkhamar, um
málið, men nú vit hava eitt
annað landsstýri – og annan
landsstýrismann í menta-
málum, er ikki líkt til, at
nakað spyrst burtur úr meg-
inbókasøvnunum fyribils.
Borgarstjórin sigur seg tí
ivast í, um nakað spyrst
burtur úr hesum – í bræði.
Eingin avgerð
– Enn hava vit ikki gjørt av,
hvat gamli timburhandilin
skal brúkast til, men møgu-
leikarnir eru fleiri – og
tankarnir nógvir. Hetta er
ein stórur og góður bygn-
ingur. Hann er einar 800
fermetrar stórur, stoyptur
upp í skjøldrarnar og
klæddur. Í niðara parti er
loft í erva, og har er køkur
og fundarhøli. Góð par-
keringsviðurskifti eru eisini
á økinum.
Hann vísir á, at P/F
Havnar Timburhandil, sum
hevur bygt stóran bygning á
ídnaðarøkinum á Kambs-
dali, framvegis leigar ovara
helming av gamla timbur-
handlinum, eitt nú til timb-
urmenn, sum húsast her,
meðan teir smíða sperrur
og annað.
– Men nú er hetta eitt
leigumál, sum kann sigast
upp eftir stuttari tíð. Sostatt
kann bygningurin verða
tøkur, tá ið vit hava tikið
endaliga avgerð um, hvat
vit skulu brúka hann til.
Fleiri møguleikar
Sigurd
sigur,
at
aðrir
møguleikar, sum eisini
hava verið nevndir, eru at
brúka bygningin á Kambs-
dali til skúlaheim – ella
heim til gomul.
– Ein kanning vísir, at
millum skúlanæmingarnar
á Kambsdali, kundi ein
triðingur hugsað sær at búð
uppat skúlanum.
Hann sigur, at kommun-
an í fyrstu syfti kundi hugs-
að sær eitt næmingaheim á
Kambsdali til einar 40
næmingar.
Sum skilst, fer Fugla-
fjarðar kommuna undir
øllum umstøðum at arbeiða
við einum skúlaheimi á
Kambsdali.
- Tíðin fer at vísa, hvat
vit fara at brúka gamla
timburhandilin á Kambs-
dali til, men greitt er, at
bygningurin er so mikið
góður, at hann verður ikki
rivin niður, sigur Sigurd
Simonsen,
borgarstjóri,
sum at enda leggur aftrat, at
Fuglafjarðar kommuna við
keypinum av gamla snikk-
aravirkinum nú eigur allan
Kambsdal.
Í sambandi við til-
takið, World Story
Telling Day - Al-
tjóða frásøgudagin,
sum verður í
Norðurlandahús-
inum, 18. mars,
verður leikurin,
Vølvuspá, fram-
førdur í Klingruni
dagin eftir
LEIKUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Katrine Faber úr Dan-
mark er í hesum døgum
í Føroyum í samband
við, at hon 11.-13. mars
fer at halda workshop
saman við tónleikatera-
peutinum, Sanne Storm,
sum býr í Havn. Við sær
til Føroya hevur hon
Aksel Striim, sum í
samband við ferðina fer
at hava "knoglefløjte-
kursus". Um hetta til-
takið fæst meira at vita
hjá Sanne Storm, sum er
at hitta á telefon 273826.
Tað er í hesum sam-
bandi, at tiltakið, Vølv-
ens
Spådom
-
ella
Vølvuspá, er á skránni í
Klingruni í Norður-
landahúsinum, komandi
leygardag, 19. mars.
Um leikin
Tað er Akkamaka Duo,
sum í leikinum sigur frá
søguni
um,
hvussu
heimurin varð til av eldi
og ísi. Um tann lýsandi
gudin, Baldur, sum varð
tikin av døgnum av
listum Loka - og um,
hvussu gudarnir royndu
at fáa hann aftur frá
helheimi til heimim hjá
teimum livandi. Ein
sokallað lýsandi søga í
myrkri!
Norðurlandahúsið veit
at siga, at leikurin tekur
útgangsstøði í spádóm-
inum hjá Vølvuni, tí
gamla Edda-kvæðnum,
sum er eitt tað elsta og
sterkasta kvæðið, vit
hava í norðurlendskari
mytologi.
Hetta er ein áminning
um, hvussu heimurin
varð til, og samstundis
ein forsøgn av ragnaroki
- heimsins enda, har nýtt
lív vil vera til.
Ein
ávaring
um,
hvussu heimurin kann
missa sína javnvág.
Akkamaka Duo end-
urnýggjar tann aldar-
gamla frásøguháttin í
tøttum sambandi við
áhoyrarar og sigur frá í
samspæli við tónleikin
og sangin - á sama hátt,
sum fólk í øllum heim-
sins mentanum hava
gjørt síðan tíðarinnar
morgun.
Leikurin - Vølvuspá -
verður sum nevnt í
Klingruni í Norður-
landahúsinum, leygar-
dagin, 19. mars. Hann
er ætlaður vaksnum og
børnum úr 7 ára aldri.
Kostnaður á atgongu-
merkjum er 70 krónur
fyri vaksin og 40 krónur
fyri børn.
Vølvuspá í Norðurlandahúsinum:
Ein heimur
verður til
av eldi og ísi
Gamli timburhandilin á Kambsdali:
Góður bygningur við
ymiskum møguleikum
Nr. 51 - 15. mars 2005
15
Tað er Akkamaka Duo, sum í leikinum Vølvuspá eitt nú
sigur frá søguni um, hvussu heimurin varð til av eldi og
ísi
Gamli timburhandilin á Kambsdali er ein góður og sterkur bygningur, sum kann brúkast til ymisk endamál, sigur borgarstjórin í
Fuglafirði, Sigurd Simonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Nú eigur Fuglafjarðar
kommuna allan Kambsdal,
sigur borgarstjórin, Sigurd
Simonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
www.sosialurin.fo