Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2005 17 350 úlvar á víkingaferð Kvívík: Eitt av tí, sum teir smáu skótarnir gleða seg til, er tann sonevndi úlvadagurin. Og nú kunnu teir síggja fram til enn ein slíkan dag, tá KFUM-skótarnir í Kvívík bjóða øllum úlv- um úr øllum Føroyum til ein serstakan úlvadag í bygdini. Hesin dagurin verður í ár hildin 9. apríl, og vænta fyrireikarnir at einir 350 úlvar úr øllum landinum verða við. Á skránni er fleiri kapping- ar, men tíð er eisini til at hugna sær henda dagin. Evnið fyri dagin er Vík- ingar, og er ætlanin at øll skulu fáa eina uppliving av, hvussu teir gomlu vík- ingarnir búleikaðust. So er bert eftir at vóna, at veðrið verður teimum til vildar. sb. Fyrireika árs- møti í Leguhúsinum Nesvík: Tað er longu langt síðani, at fyrireik- ingarnar til Ársmøtið hjá Heimamissiónini byrj- aðu. Hetta stóra tiltakið verður í Leguhúsinum í Nesvík dagarnar 21. til 24. apríl. Sagt verður, at eitt slíkt ársmøtið er fyri øll. Á skránni verða alskyns tiltøk, bæði fyri børn, ung og eldri. Sum nakað nýtt í ár verður skipað fyri áhuga- tímum og einari sangløtu leygarmorgunin har lovsangsbólkur luttekur. sb. Sambýlið bíðar enn Strendur: Tað gongur ikki altíð, sum eitt bygda- ráð ætlar: Bygdaráðið í Sjóvar Kommunu hevði ætlað, at eitt sambýli skuldi standa liðugt um eitt ár ella so, men enn er langt á mál. Áðrenn ein slík bygging kann fara í gongd mugu øll loyvi verða til taks. Tað eru tey ikki enn, tí bíðað verður framvegis eftir svari úr Heilsumála- ráðnum um játtan til eitt sambýli. Kommunan hevur hag- ani fingið at vita, at svar- ið neyvan kemur fyrrenn einaferð í heyst. So enn mugu tey gomlu bara geva tol og bíða eina tíð aftrat. Tekningarnar eru annars klárar, og sambært hesum skuldi pláss verða fyri 13 búfólkum. sb. Leygardagin kundu kvívíkingar taka tann nýggja skúlan í nýtslu. Hann er liðug- ur fýra mánaðir fyri tíðina. Nú fara somu menn undir at ren- overa tann gamla skúlan, og tað arbeið- ið verður klárt á jólum – um ikki fyrri! SKÚLAVÍGSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Kvívík: Tað var tann 10 ára gamla kvívíksgentan, Halla sum herfyri helt tað vera sera cool at fáa ein nýggjan skúla í Kvívík. Hon gleddi seg serliga til spæliplássið, sum skuldi verða serliga væl útgjørd til børnini at spæla í. Nú upprann so hesin dagurin, sum bæði børn og vaksin við spenningi hava sæð fram til - grækaris- messudag 2005, tá tann nýggi skúlin umsíðir skuldi takast í nýtslu. Orðið "umsíðir" er kort- ini als ikki rætt at brúka í hesum samanhanginum, tí í roynd og veru var skúlin liðugur heilar fýra mánaðir fyri tíðina. Tað var tí ein ikki sørt err- in bygdaráðsformaður, Boje Christensen sum leygar- dagin kundi handa lykilin til tann nýggja skúlan til skúla- stjóran, Bjarna Heinesen. – Eg fari at biðja teg ansa væl eftir skúlanum, so at hann kann halda í mong ættarlið aftrat. Eg haldi, at tað hevur hann fortjent, segði borgarstjórin í takkar- røðu síni leygardagin. Arbeiðið byrjaði í okto- ber mánaði 2003 og hevur íalt kostað 17 mió. kr. Gjørdu tað øvugta Nógv fólk var samankomið til samkomuna í skúlanum, - tí tað er jú ikki á hvørjum degi, at ein bygd av slíkari stødd sum Kvívík kann taka ein nýggjan skúla í nýtslu. Boje Christensen siteraði í røðu síni ein vísan mann, sum hevði sagt, at politikk- arar játta meiri pening til fongsul enn til skúlarnar. Hetta gera teir, tí at teir vita, at teir koma aldrin aftur í skúla. – Men tað gamla bygda- ráðið í Kvívík gjørdi tað øvugta. Og tí er tað mær ein stór gleði í dag at kunna taka henda vala bygningin í nýtslu, segði hann. Arbeiðið uppá skúlan byrjaði fyri sløkum hálvum øðrum ári síðani, og er longu liðugt, hóast ein kjallari eisini varð gjørdur, sum ikki var við í uppruna- ligu ætlanini. – Øll sum hava luttikið í arbeiðinum hava gjørt sítt til, at vit nú kunnu taka henda skúlan í brúk fyrr enn ætlað, segði Boje. Ein hent íløga – Tað er sera týdningarmik- ið fyri okkum, at vit geva børnum okkara tær røttu umstøðurnar til at ogna sær lærdóm. Henda lærdómin, sum er neyðugur til at klára seg best møguligt her í lívinum. – Tað vóna vit í komm- ununi, at vit hava gjørt við hesi byggingini, segði Boje Christensen. Hann legði eisini dent á, at arbeiðið við at menna skúlan í Kvívík ikki var liðugt enn. Nú verður nevniliga farið undir at renovera tann gamla skúl- an. Hetta arbeiðið verður liðugt fyri ársskiftið. – Og eg kann lova tykk- um, at tað eru somu menn, sum fara at standa fyri tí arbeiðinum eisini, segði hann. Bygdaráðsformaðurin vísti á, at tann ljósi og vinarligi bygningurin eisini fer at geva lærarunum tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir. Og so legði hann aftrat: – Hava lærararnir tær bestu umstøðurnar, fer hetta av sær sjálvum at smitta av uppá undirvísing- ina, og harvið tann lærdóm- in, teir skulu geva víðari til næmingarnar. – Vit mugu ikki gloyma, at ein íløga í ein slíkan bygning er eisini ein íløga í okkara aldurdóm. Vit mugu minnast til, at tann ung- dómin sum vit senda út hig- ani, er hann, ið skal vera við til at gjalda okkara eft- irløn, segði hann. Umframt bygdaráðsfor- mannin bóru m.a. eisini mentamálaráðharrin, Jógv- an á Lakjuni, skúlastjórin Bjarni Heinesen fram heils- anir, meðan sóknarprestur- in í bygdini, Marjun Bæk vígdi skúlan. Á skránni fyri hátíðarløt- una var eisini kórsangur, tónleikur og gávuhandan. Skúlin fekk m.a. eitt listar- verk frá Grækarisi Joensen sjálvum, og sum Hansina Iversen hevur málað, og eitt modell av sluppini "Hjørd- is" úr Fuglafirði, sum Immi Dam lat. – Nýggi skúlin er ein hent íløga Kvívíkar skúli: Tekning og prosjektering: Michael Olsen Høvuðsenteprisa: GAJ-Smíð við Grækaris Joensen Elarbeiðið: ID-EL Køkur og hurðar: BSV Ventilasjón og HVS: Maria Poulsen Hiti: Klima FO Málaraarbeiðið: Heini Holm Gólv: Gólvbúni Inventar: Farodane Gardinur: Skálabúðin Planering o.tl.: Hans Wilhelm Lützen Betong: Jóni Djurhuus Flísar: Birgir Krossteig Eftirlit: Uni Patursson Í skúlanum eru tríggjar vanligar skúlastovur, høl- ir til fysikk og kemi, skúlakøkur, smíð, salur, lærararúm og skrivstova. Kostnaður íalt: 17 mió. kr. Børnini settu sum vera man eisini sín dám á tiltakið Hópur av fólki var komið saman í skúlanum, tá hann varð tikin í nýtslu leygardagin. Á hesum staðnum verða helst fleiri samkomur av ymiskum slagi í framtíðini