týsdagur 15. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggja felagið hevur
longu avgjørt, at
bátafestivalur verður
á Toftum, 7. mai í ár
við ymiskum tiltøk-
um til undirhalds, eitt
nú dansi, matsølu og
ymiskum framsýn-
ingum
BÁTAFELAG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnudagin var stovnandi
aðalfundur av einum báta-
felag á Toftum.
Fundurin varð hildin í
hølum hjá eldrasambýlin-
um Vesturskin á Toftum.
Til fundin høvdu stig-
takararnir fingið loyvi at
brúka
reglugerðina
hjá
Bátafelagnum í Havn.
Símun Johannesen, borg-
arstjóri, varð valdur til
fundarstjóra og las hann
reglugerðina hjá felagnum í
Havn upp fyri fundarfólk-
inum.
Navn og búmerki
Høgni W. Høgnesen er ein
av stigtakarunum til felag-
ið, og á fundinum greiddi
hann frá, hvussu hann
hugsaði sær, at felagið
kundi tænt sínum endamáli.
Einir 15 mans og ein
kvinna møttu til fundin, har
ein
5-mannanevnd
við
tveimum tiltakslimum varð
vald. Tey, sum komu í
nevndina, vóru: Høgni W.
Høgnesen, Rúni Hansen,
Snorri Jensen, Tórunn F.
Gaardbo og Høgni Hansen.
Tiltakslimir vórðu valdir
Regin Debes og Hans Óli V.
Andreasen. Nevndin skipar
seg sjálv.
Á fundinum varð Petur
Thomsen valdur til grann-
skoðara, og samtykt varð
eisini, at limagjaldið verður
100 krónur um árið.
Bátafelagið á Toftum skal
nú hava eitt navn, og á
fundinum skeyt onkur upp
at fáa felagnum eitt bú-
merki.
Felagið er fyri allar báta-
eigarar og øll, sum hava
áhuga fyri bátum, bátasøgu
og sigling.
Bátafestivalur
Á stovnandi fundinum á
Toftum upplýsti stigtakar-
in, at nýggja felagið fer at
skipa fyri einum bátafesti-
vali á Toftum, 7. mai, har
allir bátaeigarar og onnur
eru vælkomin at verða við.
Á fundinum komu fleiri
hugskot fram um, hvussu
skráin fyri ein slíkan dag
kundi sæð út, men hetta
verður so eitt arbeiði, ið
nevndin, sum nú er vald at
stíla fyri felagnum, í fyrsta
lagi kemur at arbeiða víðari
við.
Ætlanin er at hava ymiskt
tiltøk á havnalagnum á
Toftum hendan dagin og
um kvøldið, eitt nú við
dansi, matsølu og framsýn-
ingum av ymiskum slagi.
Enn er ov tíðliga at siga,
hvussu endaliga skráin
kemur at síggja út, men
hugskotini vóru fleiri, og tí
er væntandi, at tey, sum
gera sær ein túr út á Toftir,
7. mai – í báti ella í bili -
ikki fara avstað aftur uttan
at hava havt eitt minniligt
upplivilsi.
18
Nr. 51 - 15. mars 2005
- Ætlanin er at stovna eitt
stuðulsfelag, sum skal
taka sær av ymiskum
stuðulstiltøkum til frama
fyri B68, sigur Maihard
Fróði Højgaard, sum er
primus-motor til stovnan
av felagnum
STUÐULSFELAG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan 19 verður
fundur í B68-húsinum á
Svangaskarði, har eitt stuð-
ulsfelag verður stovnað.
Mainhard Fróði Høj-
gaard, sum er ein av stig-
takarunum
til
felagið,
sigur, at felagið ætlandi
skal taka sær av ymiskum
stuðulstiltøkum til frama
fyri B68.
Men hóast felagið enn
ikki er stovnað, hava
Mainhard Fróði og onnur
longu skipað fyri fyrsta
tiltakinum, sum var eitt
tombola-tiltak á Torginum
í SMS í Havn fyri fyri um-
leið einum mánaða síðan.
Mainhard Fróði sigur
seg vera væl nøgdan við
hetta fyrsta tiltakið, sum
gav fitt av peningi, og
hann fer saman við øðrum
av fullum huga undir at
skipa eitt stuðulsfelag til
frama fyri B68.
Skava og vinn
Sum skilst, fer næsta til-
takið skjótt av bakka-
stokki. Tað verður eitt
“skava og vinn” tiltak,
sum er um at verða undir
landi.
Mainhard Fróði sigur, at
seðlarnir fara til prenting-
ar fyrsta dagin, og síðan
hava teir onkur viðurskifti
at avgreiða við Toll og
Skatt, áðrenn sølan av
“skava og vinn” kann
byrja.
Hann sigur, at eitt
annað tiltak, sum eisini
partvís er farið av bakka-
stokki, er ein single-fløga
við B68-sangum.
- Fyrsta lagið komu
longu fyri B68-veitsluna í
heyst. Lagið ber heitið,
“Rómur
yvir
Svanga-
skarð” og er væl móttikið
av B68-viðhaldsfólk.
Fýra B68 løg
Hann sigur, at tónleikarin,
Kim Hansen, hevur skriv-
að lagið til sangin, og
Jóannes Jacobsen hevur
skrivað orðini.
- Ætlandi verða fýra løg
á single-fløguni. Hetta er
eitt kostnaðarmikið tiltak,
men vit ætla, at alt skal
verða goldið, áðrenn fløg-
an endaliga kemur út,
sigur
Mainhard
Fróði
Højgaard sum vónar, at
fundurin á Svangaskarði í
kvøld verður væl møttur.
Bátafelag og bátafestivalur á Toftum
Týskvøldið 15. mars fer
Jóhanna Andreasen at
halda fyrilestur á
Klaksvíkar Bókasavni um
sonevnda Karlstad
modellið, ið verður nýtt
til at læra børn við
Downs syndrom at
samskifta
FYRILESTUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík:
Jóhanna
Andreasen
hevur sjálv
góðar royndir við hesum
háttinum, sum hon venur
sonin, sum hevur Downs
syndrom, við. Eftir at hava
undirvíst sonin heima í
nøkur ár, er Jóhanna
sannførd um, at tað ber til
at náa úrslitum, vit ofta
ikki halda bera til, tá tað
ræður um børn við Downs
Syndromi. Tú skalt bara
vera fyrireikaður uppá, at
tað tekur tíð.
Endamálið við Karlstad
modellinum er at læra
barnið at samskifta, men
eftirhondini sum barnið
lærir fleiri orð og tekin, er
tað ongin ivi um, at
sjalvsvirðingin
eisini
veksur, sum eisini er við til
at skapa betri trivna sum
heild.
Tað ber til
Gamlir fordómar eru ofta
høvuðsorsøkin til, at ikki
verður gjørt meir fyri at
læra menningartarnað at
samskifta á jøvnum føti
við onnur. Tað eru nevni-
liga framvegis nógv, ið
hava hug at spyrja, hvat
tað nyttar at læra til dømis
børn við Downs Syndromi
at lesa og skriva. Tey læra
tað jú kortini ongantíð.
Men
royndirnar
hjá
Jóhonnu og øðrum við
Karlstad modellinum hava
prógvað, at tað ber til, og
at tað ikki er nakað loft
fyri, hvussu nógv orð og
tekin tey kunnu læra. Og
tað er als ongin ivi um, at
Karlstad modellið í aðrar
mátar kann vera við til at
lata dyr upp á tann hátt, at
barnið kemur at kenna seg
sum ein livandi part av
sínum umhvørvið og ikki
uttanfyri.
Fyrilesturin hjá Jóhonnu
um Karlstad modellið er
liður í økisfundunum hjá
Javna, sum verða hildnir
kring alt landið undir fe-
lags heitinum “Tú kanst –
bara tú fært møguleikan”.
Fundirnir hava til endamál
at
Lýsa møguleikarnar hjá
fólki við menningartarni
Lýsa møguleikarnar hjá
avvarandi at børnum og
ungum við menningartarni
Lýsa hvørjar møguleik-
ar fólk við breki ynskja
stóð teimum í boði
Læra okkum at síggja
møguleikar og at brúka
teir.
Javni vónar, at tey, ið
kunnu viðvirka til at geva
teimum menningartarnaðu
møguleikarnar, koma við á
fundirnar. Her hugsa tey
um lærarar, pedagogar,
stuðlar, øll innanheilsu-
verkið umframt politikar-
ar.
Annars eru øll væl-
komin á fundirnar, sum
eru skipaðir við fyrilestri,
kjaki og spurningum.
Á fundinum, sum verður
á Klaksvíkar Bókasavni
týskvøldið 15. mars kl. 19,
fer ein dramabólkur frá
Verkstaðnum á Brekku
eisini at framføra ein leik.
Fólk í Nes kommunu stovna stuðulsfelag
Nevndin í Bátafelagnum á Toftum, fv.: Snorri Jensen, Høgni W. Høgnesen, Rúni Hansen, Hans Óli V. Andreassen (tiltakslimur),
Tórunn F. Gaardbo og Høgni Hansen. Regin Debes, sum eisini er tiltakslimur í nevndini, vantar á myndini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Karlstadmodellið letur dyr upp