týsdagur 15. mars 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 • týsdagur • 15. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Søljan-VB 20-32
VB vann á Giljanesi
Leygardagin var dyst-
ur í Sunset-kappingini
á Giljanesi, har Søljan
fekk vitjan av VB
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein dystur var í Sunset-
kappingini leygardagin. Tá
spældi annað av oddaliðun-
um, VB, tann fyrra av sín-
um báðum dystum norðan-
fjørðs um vikuskiftið. Tá ið
liðini herfyri hittust í Vági,
var talan um ein sera
spennandi dyst, har av-
gerðin ikki fall fyrr enn í
seinastu løtu.
Sær gott út hjá VB
Leygardagin var tó ongin
ivi um, hvat var betra liðið.
VB hevði munin allan
dystin, og sigurin hjá gest-
unum var ongantíð í vanda.
Endaliga úrslitið av dyst-
inum var 32-20 til gestirnar
úr Vági, sum tykjast verða
sera væl fyri í løtuni, og tað
er ikki so galið, tí hetta er
óivað rætta tíðspunktið at
raka toppformin.
Havandi í huga, at VB
eisini vann stórsigur á
Skála sunnudagin, so kann
ikki sigast annað, enn at tað
sær gott út hjá vágskvinn-
um. Tær liggja ájavnar við
Stjørnuna í stigum, og enn
eru tveir innanhýsis dystir
eftir at leika millum tey
bæði oddaliðini, so einki er
avgjørt. Men vinnur VB
toppdystin í Vági komandi
leygardag móti júst Stjørn-
uni, so bendir alt á, at gullið
endar í Vági í ár.
Tað er einki sum bendir á,
at nakað av hinum liðunum
fer at taka stig frá hvørki VB
ella Stjørnuni í ár. Tískil
verða tað áðurnevndu inn-
anhýsis uppgerðirnar, ið
verða avgerandi. Tá ið havt
verður í huga, at VB er nær-
um 100 mál framman fyri
Stjørnuna í málmuni, so
kann ikki sigast annað, enn
at tað sær gott út hjá VB.
Søljan-VB 20-32 (12-
18)
Søljan:
Nicoleta
Radu
Hansen 6 (1), Lina Andriu-
lyte 5, Kristianna Petersen
3, Hertha Jónsdóttir Simon-
sen 3, Petra Thomassen 2,
Heidi Maria Akselsen 1 (1).
VB: Daiva Tuomaite 9 (2),
Aukse Vysniaskaite 9 (5),
Laila Jespersen 5, Rannvá
Augustinussen 3, Christina
Holm 3, Sólrun Krosslá 2,
Arnleyð Hjelm 1.
Brotskøst: Søljan 6(2), VB
13(7)
Útvísingar: Søljan 4, VB 2
Dómarar: Dánjal Samu-
elsen & Heri Petersen
Tjaldur-VÍF útsettur
Dysturin, sum skuldi verða millum Tjaldur og VÍF í Sun-
set-kappingini sunnudagin, bleiv útsettur orsaka av
vánaliga veðrinum sunnudagin.
Tað var ikki hildið ráðiligt, at kvinnurnar hjá VÌF
skuldu fara í bili úr Vestmanna til Runavíkar í vánaligu
koyrilíkindunum, sum vóru sunnudagin, og tí samdust
feløgini um, at dysturin skuldi útsetast til mikukvøldið.
-tn
VB-kvinnnurnar eru aftur á
odda í Sunset-kappingini,
eftir at tær um vikuskiftið
fingu tveir tryggar sigrar til
høldar
Vágskvinnur vunnu
sunnudagin enn ein
stórsigur, tá ið tær
vitjaðu StÍF inni á
Skála
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
VB gjørdi eitt gott hál, tá ið
tær um vikuskiftið vitjaðu
norðanfjørðs. Fýra stig og
36 mál í yvirskot er ikki so
galið, og vágskvinnur hava
nú tikið oddasessin frá
Stjørnuni.
Smurdu StÍF av
Eftir at VB leygardagin
hevði verið í Vágum og
bast Søljuni, var túrurin
sunnudagin komin til StÍF á
Skála. Hesaferð var mót-
støðan nakað lakari, enn
hon hevði verið í Vágum,
og tað sást eisini aftur. VB
snøgt sagt smurdi heima-
liðið av, og tað var longu frá
fyrsta bríksli, at veruligi
munurin sást á liðunum
báðum.
VB legði beinan vegin
sjógv millum seg og heima-
liðið. StÍF megnaði at javna
til 1-1, men so mistu tær
sambandið við gestirnar.
VB legði seg á odda 8-1,
áðrenn StÍF aftur megnaði
at skora, og leiðslan hjá
vágskvinnum bara vaks og
vaks.
At tað er stórur munur á
teimum fremstu liðunum
og niðaru liðunum í Sunset-
kappingini, var enn eina-
ferð staðiliga prógvað, og
VB undirstrikaði enn ein-
ferð, at tær eru eitt gott boð
upp á ein møguligan FM-
vinnara.
Dysturin sunnudagin var
beinan vegin avgjørdur,
men hetta hevði ikki við
sær, at vágskvinnur tóku
sær av løttum, tí tær koyrdu
á at kalla allan dystin. Hetta
sást eisini aftur á máltalv-
uni, har hálvleiksleiðslan
hjá VB var ikki minni enn
19-7.
Í seinna hálvleik var
gongdin hin sama. VB
skoraði nærum eftir vild, og
munurin bara vaks. Tá ið
avtornaði, vísti máltalvan,
at oddaliðið hevði vunnið
ein 42-18 stórsigur, og har-
við tikið oddasessin frá
Stjørnuni, tí at VB hevur
nógv betur málmun.
Komandi leygardag verð-
ur so toppdystur í Vági, tá
ið Stjørnan kemur suður á
vitjan, og tað er neyvan ov
nógv sagt, at vinnur VB
tann dystin, so er meistara-
heitið at kalla teirra.
StÍF-VB 18-42(7-19)
StÍF: Paula B. Høgnesen 6,
Rebekka Justinussen 4,
Poula Olsen 4, Malan Pete-
rsen 1, Rósa Johansen 1,
Bára B. Danielsen 1, Sún-
fríð B. Jacobsen 1(1)
VB: Daiva Tomaite 14(2),
Sólrun Krosslá 7, Aukse
Vysniaskaite 7(1), Rannvá
Augustinussen 6, Laila
Jespersen 4, Margreth Aug-
ustinussen 1, Christina
Holm 1, Jacoba Poulsen 1,
Jóna Thorsteinsson 1(1)
Brotskøst: StÍF 1(1), VB
5(4)
Útvísingar: StÍF 1, VB 2
Dómarar: Kári og Dánial
Hansen
StÍF-VB 18-42(7-19):
Enn ein stórsigur til VB