Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2005 21 StÍF-KÍF 27-23(12-11): Strandingar bjóða Kyndli av Við einum teprum sigri á kollfirðingum eru strandingar fram- vegis beint í hølun- um á Kyndil í stríðn- um um silvurmerkini ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin um silvurheið- ursmerkini verður ikki av- gjørd fyrr enn á seinasta leikdegi. Hetta er greitt, eftir at bæði strandingar og kyndilsmenn vunnu sínar dystir sunnudagin. Kyndil hevur eitt stig meira enn StÍF, men alt kann henda á seinasta leikdegnum. Stavn um stavn Dysturin á Skála sunnudag- in millum StÍF og KÍF var sera javnur. Liðini fylgdust allan dystin, og serliga í seinna hálvleiki skiftust tey um at hava leiðsluna. Strandingar vóru fyri tað mesta omaná í fyrra hálv- leiki, men sum øll vita, so er KÍF eitt lið við einum framúr góðum stríðsvilja, og teir megnaðu allatíðina at koma upp á javnt aftur, tá ið heimaliðið hótti við at fara frá teimum. Tá ið KÍF farna viku- skifti tapti móti vestmenn- ingum, og VÍF harvið tryggjaði sær meistaraheit- ið, noyddist sterki málverji teirra, Óla Kristian Djur- huus av vøllinum við skaða, men tíbetur fyri KÍF var liðskiparin klárur aftur til dystin móti strandingum. Hjá StíF noyðast teir fram- vegis at verða vanliga lið- skiparan, Jón Rasmussen, og ikki minst Alexandur Jo- hansen fyriuttan, og tað er ein greiður missur. Avgjørt í seinastu minuttunum Sum áðurnevnt gekk tað sera javnt á inni á Skála sunnudagin, og avgerðin í dystinum fall ikki fyrr enn í seinastu minuttunum. Ser- liga í seinna hálvleiki skift- ust liðini um at hava leiðsl- una, og ilt var at meta um, hvønn veg tað fór ganga. Fleiri ferðir tóktist tað tó sum um, at StÍF var við at draga longra stráið, tí teir vóru á odda við trimum málum fleiri ferðir, men hvørja ferð svaraðu koll- firðingar aftur. Tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, var heimaliðið á odda 22-20, men so fingu teir tvær útvísingar við stuttum millumbili, og hetta var júst tann glotti, ið kollfirðingar høvdu tørv á. KÍF gjørdi sær dælt av yvirtalsstøðuni og komu upp á javnt 22-22, og tveir minuttir seinni stóð á jøvnum 23-23, og einans tríggir minuttir vóru eftir at spæla. Men hesar seinastu tríggjar minuttirnar áttu strandingar við húð og hár, og teir skoraðu fýra ferðir, meðan kollfirðingar als einki mál fingu afturat. Tískil gjørdist talan um ein fýramálssigur til strand- ingar, men tað var kanska nakað nógv, tá ið tikið verð- ur samanum sjálvan dystin. Spennandi leygardagin Sum tey flestu óivað vita, so endar kappingin hjá monnunum komandi leyg- ardag, og tá verður spenn- andi at síggja, hvør ið fer avstað við silvurinum. Strandingar skulu vinna sín dyst í Vestmanna móti føroyameistarunum úr VÍF, um teir skulu gera sær nakra sum helst vón um silvur, og samstundis skal Kyndil snáva. Hetta er tó als ikki óhugs- andi. Strandingar hava gott tak á vestmenningum í Vestmanna, og avrikið hjá VÍF sunnudagin var als ikki sannførandi. Hinvegin vilja vestmenningar óivað enda kappingarárið við maner, og tað er hugaligari at taka ímóti FM-steypinum, tá ið man hevur vunnið ein dyst heldur enn tapt dystin. Kyndil skal royna seg móti grannunum úr Neist- anum, og her kann alt henda. Síðst hesi bæði lið dystaðust, var tað Neistin, sum var omaná, og neista- menn vóru ógvuliga sann- førandi í Hoyvík sunnu- dagin. Tað sama kann tó eisini sigast um Kyndil, sum á Hálsi smurdi VÍF av. StÍF-KÍF 27-23(12-11) StÍF: Artur Johansen 8(4), Leivur Justinussen 7(1), Bent Djurhuus 4, Sveinur Justinussen 3, Borgar Dani- elsen 3, Bárður Danielsen 1, Pauli Hansen 1 KÍF: Regin Petersen 8(4), Gert Hansen 5, Rógvi Weihe 4, Petur Martin Poulsen 4, Arnbjørn Han- sen 1, Teitur Joensen 1 Brotskøst: StÍF 6(5), KÍF 4(4) Útvísingar: StÍF 4, KÍF 6 Dómarar: Kári og Dánial Hansen vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 6 6 - 0 - 0 658 388 270 25 2 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 554 379 175 25 3 Neistin 6 4 - 0 - 2 565 425 140 18 4 Søljan 6 3 - 0 - 3 520 477 43 14 5 VÍF 5 1 - 0 - 4 436 447 -11 7 6 StÍF 6 1 - 0 - 5 442 532 -90 7 7 Kyndil 6 2 - 0 - 4 397 545 -148 7 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 282 661 -379 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 9 7 - 0 - 2 554 500 54 22 2 Kyndil 9 5 - 0 - 4 569 473 96 18 3 StÍF 9 6 - 2 - 1 510 529 -19 17 4 KÍF 9 3 - 1 - 5 471 516 -45 11 5 H71 9 2 - 0 - 7 541 576 -35 9 6 Neistin 9 2 - 1 - 6 530 581 -51 8 um... ...er lisin -so ert tú við!