týsdagur 15. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 51 - 15. mars 2005
Beint sum kapping-
arsigurin í Linares
var komin til høldar,
kunngjørdi heimsins
mætasti telvari
nakrantíð, Garry
Kasparov, at hann
gevst sum yrkistelvari
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tá 41 ára gamli aldursfor-
setin í Linares Garry Kas-
parov leikti javnt móti
Anand í næstseinasta um-
fari varð greitt, at rating-
favoritturin vann Linares
fyri níggjundi ferð síðani
1990, tá hann fyrstu ferð
tók lut í Linares.
Veselin Topalov hevði tó
møguleikan at heinta seg
inn á Kasparov um hann
vann síni seinastu tvey talv,
men reglurnar í Linares eru
soleiðis settar saman við-
víkjandi javnstøðu, at tann
telvarin sum vinnur flest
talv við svørtum, verður
kosin vinnari. Og Kasparov
hevði undan seinasta um-
fari longu vunnið tríggjar
ferðir við svørtum.
Undan talvinum móti
Anand, hevði Kasparov
niðurspælt Adams, sum
hevði havt eina keðiliga
kapping. Bretin kom tó
sterkt aftur við at vinna á
Anand í seinasta umfarin-
um.
Kasparov vísti format í
Linares. Hann fekk 5,5 stig
av 6 møguligum móti trim-
um teimum lægst rataðu,
meðan tað hinvegin gekk
heldur striltið móti Anand,
Leko og Topalov. Alt í alt
telvaði Kasparov betur enn
sítt ratingtal og eigur tí at
kenna seg nøgdan.
Topalov hevði eina fram-
úrskarandi kapping og vann
síni seinastu trý talv, mill-
um annað ímóti Kasparov í
seinasta umfari, sum gav
Topalov eitt sera flott deilt
fyrsta pláss í heimsins
sterkastu kapping.
Linares endaligt:
Kasparov
(2804)
8,0
Topalov
(2757)
8,0
Anand
(2786)
6,5
Leko
(2749)
6,0
Adams
(2741)
5,5
Vallejo
(2686)
4,0
Kasimdzhanov (2678)
4,0
Innan Linares hevði Kaspa-
rov avgjørt, at hetta fór at
verða
hansara
seinasta
talvkapping sum yrkistelv-
ari. Síðani januar hava
onkrar hissini leysasøgur
snúð seg um Kasparov og
hansara egnu framtíð, mill-
um annað at hann møguliga
fór at gevast. Men kortini
komu tíðindini sum ein
bumba fyri talvheimin tá
hann sama kvøld sum
Linares endaði, trein fram á
pallin og fortaldi heiminum
um avgerð sína.
Í januar trekti Kasparov
seg frá komandi HM-ætl-
anini. Í 2003 var ætlanin
tann, at Kasparov skuldi
møta
táverandi
FIDE-
heimsmeistaran Ponomari-
ov í einari sokallari hálv-
finalu, meðan Kramnik og
Leko skuldi møtast í hinari.
Trupulleikarnir skúmaðu tó
upp beinanvegin. Alt ov
nógvar seinkingar og ein
trekur Ponomariov við-
førdi, at dysturin varð av-
lýstur.
Tá hin relativt ókendi
Kasimdzhanov
óvæntað
vann FIDE-HM í fjør,
vórðu glottar at hóma. Ka-
sim játtaði at skula dystast
móti Kasparov í januar og í
heyst varð ein "hálvfinala"
avgreitt, tá Kramnik endur-
vann HM við 7-7 úrslitin-
um móti Leko. Men tá eis-
ini Kasparov-Kasim dyst-
urin fór fyri skjeytið, or-
sakað av FIDE og forsetin
Kirsan enn einaferð hevði
dummað seg, valdi Kaspa-
rov fullkomiliga at trekkja
seg frá øllum hurlivasinum.
Sjálvur sigur Kasparov,
at høvuðsorsøkin til at hann
nú gevst, er tann, at hann
ikki sær nakran møguleika
at endurvinna HM við
FIDE við róðrið. Kasparov
hevur altíð sett sær stór
mál, og tá hann jú hevur
vunnið alt sum vinnast
kann, er skjótt at ein tømist
fyri ambitiónum. Einans
HM-krúnan hevur nakað at
siga fyri hann og tá hesin
møguleikin endaliga brast í
januar, varð einki eftir at
vinna.
Kasparov er ein maður
við mongum áhugamálum
og fær ov mikið at takast
við eftir karrieru-skiftið.
Eitt nú hevur hann saman
við øðrum sum mál at
koppa russiska forsetan
Vladimir Putin við næsta
val í 2008. Kasparov skýr
Putin stutt sagt at vera ein
kensluleysan
einaráðis-
harra.
Eisini hevur mæti russ-
arin seinnu árini skrivað
eina bókarøð, sum snýr seg
um allar heimsmeistararnar
og aðrar sterkar telvarar
síðani 19. øld. Enn er røðin
ikki liðug, tann fimta í
røðini, sum telur seks bøk-
ur, fer at snúgva seg serliga
um Karpov, Korchnoi og
seg sjálvan.
Aðrar bókaútgávur frá
honum eru somuleiðis á
veg, samstundis sum hann
heldur fram at vera ein
ambassadørur
fyri
talv
kring heimin. Tað merktu
vit í Føroyum tá hann vitj-
aði í juni 2001. Kasparov
brennur somuleiðis fyri at
fáa talv í fólkaskúlar, eins
og íslendarar við góðum
royndum hava havt í longri
tíð.
Succes omaná succes
Kasparov hevur havt eina
30 ára langa og sera succes-
ríka karrieru. Tjúgu ár á rað
- síðani januar 1985 - hevur
hann verið verið ovastur á
ratinglistanum. Í løtuni
hevur Kasparov 2804, men
hann vinnur okkurt um 5
ratingstig fyri sigurin í
Linares. Í januar 2000
toppaði Kasparov persón-
liga við sínum methøga rat-
ingtali 2851.
Frá
1985-2000
var
Kasparov heimsmeistari.
Serliga vaktu HM-dystirnir
móti Anatoly Karpov í
80´unum og 1990 ans um
allan heimin. Í 1993 og
1995 vann hann trygt HM-
heitið ímóti ávíkavist Nigel
Short
og
Viswanathan
Anand, innan hann í 2000
mátti lata HM-krúnuna til
landsmannin
Vladimir
Kramnik.
Hóast tapið móti Kram-
nik varð ein dyggur smeit-
ur, helt Kasparov fram við
telving í serklassa og vann
alt sum hann nam við árini
eftir. Árið 2003 og megin-
partin av 2004 vórðu tó ikki
talvliga nøkur succes fyri
hann, men sigrarnir í russ-
iska meistaraskapinum í
fjørheyst og nú í Linares
eru prógv um, at enn eitur
heimsins sterkasti telvari
Garry Kasparov.
Eisini minnast vit mongu
talvdystirnir móti teldufor-
ritum sum Deep Blue (sum
hann vann á í 1996, men
tapti ímóti í 1997), Deep
Junior og Deep Fritz.
Kasparov segði á tíðinda-
fundinum eftir Linares, at
hann allarhelst fer at telva
kvikkappingar av og á eins
og hann fer at halda fram
við simultantelving o.ø.
Men skulu vit trúgva hon-
um, hevur hann telva sítt
seinasta seriøsa nærtalv.
Eitt øgiligt tómrúm merkist
við tað sama.
Talvið hesa vikuna
Adams, M (2741) - Kasparov, G (2804)
XXII SuperGM Linares ESP (12), 08.03.2005
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3
a6 6.Be3 e6 7.Be2 Fc7 8.Fd2 b5 9.a3 Bb7 10.f3
Ric6 11.0—0—0 b4 Ein nærum tvingandi
álopsleikur, tí hvítur fer nú eisini í hernað 12.axb4
Rixb4 13.g4 Be7 14.g5 Rid7 15.h4 Ric5 16.Kb1
Rb8 17.h5 0—0! Kasparov hugsaði leingi og valdi
djarvt at fara í stuttu borg, hóast hvíta álopið tykist
vandamikið 18.g6 Bf6 19.Rdg1 Ba8 20.Bg5?
Heldur óneyðugt. Tykist sum um Adams ikki
rættiliga visti hvat hann skuldi leika, tí bispurin
stendur í roynd og veru í vegin fyri álopinum
20...Be5 21.gxh7+ Kxh7 22.Rib3?? Tapandi leikur.
Hvítur var tó í trongum skóm 22...Rixc2! 23.Rixc5
Um 23.Kxc2 vinnur Rixb3 23...Ria3+ 24.Ka2 Fxc5
25.Ria4
Støðumynd eftir 25.Ria4
25...Ric2! 26.Kb1 Tað verður mát eftir Rixc5
Rxb2++ 26...Fa3 Eftir Fxc2 vinnur Rfc8 0—1
Tann besti
er givin
Tjúgu ár á rað - síðani januar 1985 - hevur Gary Kasparov verið verið ovastur á
ratinglistanum
Mynd: Reuters