týsdagur 15. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
23
Nýklaktu føroya-
meistararnir úr VÍF
blivu avsmurdir, tá ið
teir sunnudagin
vitjaðu Kyndil í Havn
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ársins seinasta útgáva av
klassikaranum
millum
Kyndil og VÍF gjørdist als
ikki tað, sum vit eru von
við at síggja, tá ið hesi bæði
lið hittast. Vestmenningar
høvdu longu tryggjað sær
FM-heitið, og tí tóku teir
sær eitt sindur av løttum,
meðan kyndilsmenn hin-
vegin fegnir vildu hava
uppreisn
fyri
seinastu
ósigrarnir móti arvafígg-
indunum.
Karmarnir til dystin vóru
heldur ikki teir somu sum
vanligt, tí einans 100
áskoðarar vóru. Um tað var
manglandi spenningurin í
kappingini ella kavaveðrið,
sum vóru orsøk til tess, er
ilt at meta um, men helst
var tað ein blanding av báð-
um.
Avgjørdu fyri steðgin
Tað var bert fyrsta korterið
av dystinum, at nakar
spenningur var í, tí tað var
skjótt, at heimaliðið Kyndil
legði sjógv millum seg og
mótstøðumenninar. Tað var
ógvuliga týðuligt, at tað var
stórur munur á motivatión-
ini hjá liðunum báðum.
Kyndil setti av álvara ferð
á, tá ið farið var um fyrsta
korterið, meðan VÍF steðg-
aði
fullkomiliga
upp.
Heimaliðið var á odda 12-
11, tá ið tíggju minuttir
vóru til hálvleiks, men
seinastu tíggju minuttirnar
av fyrra hálvleiki skoraði
Kyndil átta ferðir, meðan
VÍF einki mál fekk afturat
fyri steðgin.
Tí var dysturin í veru-
leikanum avgjørdur, tá ið
komið var til hálvleiks, tí tá
var Kyndil á odda 20-11, og
hóast vestmenningar hava
eitt serstakliga gott lið, so
var tað neyvan nakar, ið
væntaði, at teir fóru at
koma afturíaftur.
Tættari eftir steðgin
Í seinna hálvleiki kom VÍF
nakað fyri seg, men tó var
tað ongantíð soleiðis, at teir
fóru at nærkast Kyndli og
spenningur kom í aftur.
Kyndil helt munin til før-
oyameistararnar, men í
mun til fyrra hálvleik
megnaðu teir nú ikki at
økja støðugt um leiðsluna.
Vestmenningar
tóktust
ikki serliga ávirkaðir av
dygga ósigrinum, men tað
tóktist heldur sum um, at
teir nú bara bíða eftir kom-
andi leygardegi, tá ið teir
fáa steyp og heiðursmerkir
handað í Vestmanna, og teir
síðani kunnu halda gull-
veitslu, áðrenn farið verður
í summarfrí.
Innsatsturin
hjá
VÍF
sunnudagin á Hálsi kundi
meiri
samanberast
við
summarhondbólt,
har
størsti
denturin
verður
lagdur á at hugna sær. Hin-
vegin eru kyndilsmenn óiv-
að sera fegnir um at hava
vunnið so greiðan sigur á
føroyameistarunum, og sig-
urin merkti eisini, at Kyndil
framvegis
er
eitt
stig
framman fyri strandingar á
silvurplássinum.
Tá ið seinastu dystirnir á
árinum verða leiktir kom-
andi leygardag, skal Kyndil
spæla móti grannunum úr
Neistanum, meðan VÍF í
Vestmanna fær vitjan av
steypavinnarunum úr StÍF.
Hjá báðum liðum verður
óivað talan um truplar dyst-
ir.
Neistin
var
ógvuliga
sannførandi
í
Hoyvík
sunnudagin, og teir vunnu
eisini seinasta dystin móti
Kyndli.
Í Vestmanna ætla vest-
menningar sær neyvan at
taka sær so mikið av løtt-
um, sum teir gjørdu í Havn
sunnudagin, tí teir mongu
trúfastu áskoðararnir vilja
fegnir enda árið við einum
sigri, og tað vilja spælarar-
nir ivaleyst eisini.
Kyndil-VÍF 35-27
(20-11)
Kyndil: Josef Abrahamsen
7(2), Høgni Klein 7, Finnur
Hansson 7, Hans Áki Dal-
Christansen 4, Jakob Jóns-
son 4, Janus Einar Søren-
sen 4, Rókur Akralíð 2
VÍF: Harald Bjørgvin 5,
Áki Olsen 5(2), Daniel
Rapa 4, Agnar Joensen 3,
Sámal Joensen 2, John
Zachariassen 2, Jákup Súni
Andreasen
2,
Sjúrður
Poulsen 2, Áki G. Olsen 1,
Johnny Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 4(2),
VÍF 3(2)
Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 6
Dómarar: Dánjal Samuel-
sen og Kristian Johansen
Áskoðarar: 100
Við einum stórsigri á
H71 í Hoyvík sunnu-
dagin, syrgdi Neistin
fyri, at tað gjørdist
munandi tættari í
botninum í Atlantic
Airways kappingini
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Terji Nielsen
Botnliðið Neistin gjørdi eitt
ordans hál sunnudagin, tá
ið teir vitjaðu H71 í Hoy-
vík. Neistin var greitt botn-
lið undan dystinum, men
nú er møguligt hjá teimum
at vinna seg fram um hoy-
víkingar á stigatalvuni, tá
ið seinasta umfarið verður
leikt komandi vikuskifti.
Saknur í Halgir
Hoyvíkingar vóru nógv
skerdir til dystin sunnu-
dagin. Liðskiparin, Halgir
Dahl Olesen, var ikki við, tí
hann er uttanlands í ar-
beiðsørindum, og tað er
einki dulsmál, at Halgir
hevur
ovurhondsstóran
týdning fyri liðið hjá hoy-
víkingum. Harafturat var
Piti Negru heldur ikki við,
og sostatt manglaði H71
tveir teir bestu skjúttarnar
hjá sær.
Hinvegin var Levi Nybo
aftur í málinum hjá hoy-
víkingum, eftir at hann
hevur verið uttanlands í
nærum ein mánað, og tað er
ein styrkur fyri liðið.
Avgjørdu beinanvegin
Tað sást beinan vegin í
dystinum, at Neistin var
betra liðið. Neistamenn
tóktust nógv meiri upp-
settir, og teir vóru nógv
ágrýtnari enn mótstøðu-
menninir.
Hetta sást eisini aftur á
máltalvuni,
tí
gestirnir
løgdu seg beinan vegin eitt
gott petti fram um heima-
liðið. Fyrr hálvleikur var
ikki meiri enn hálvrunnin,
tá ið Neistin hevði lagt seg
á odda 14-5, og so var allur
spenningurin væl og virði-
liga farin úr dystinum.
Neistamenninir koyrdu
við fullari ferð, og munurin
millum liðini var sjónligur.
Meðan
neistamenninir
høvdu ein góðan gejst, so
var ilt at fáa eyga á nakað
líknandi hjá H71.
Allir komu á
máltalvuna
At dysturin ikki serligan
áhuga millum manna, er
einki at taka seg aftur í.
Einans 23 gjaldandi áskoð-
arar vóru til dystin, og tað
sigur ikki so lítið.
Men teir 23 áskoðararnir
sóu Neistan spæla ein tann
besta dystin, ið liðið hevur
spælt í hesum kappingar-
árinum. Liðið hevur av
álvara tikið tikið seg fram
seinastu umførini, men tað
er nakað seint at raka topp-
formin nú.
Sunnudagin
sópaði
Neistin snøgt sagt H71 av
vøllinum, og teir skoraðu
nærum eftir vild. Neista-
fólk fegnast óivað um góða
úrslitið sunnudagin, og
serliga hugaligt eigur tað at
verða hjá teimum at stað-
festa, at allir teir tíggju
útileikararnir, ið vóru í
hópinum, komu á máltalv-
una. Tað vóru bara teir
báðir málverjarnir, Zelkjo
Jotic og Ári Dam, ið ikki
komu á máltalvuna.
Hoyvíkingar eru óivað
longu farnir undir fyrireik-
ingarnar til komandi kapp-
ingarár, og teir fara ivaleyst
at leggja høvdini á blot til
tess at finna út av, hví
kappingarárið hjá teimum
hevur verið so misjavnt.
Tað er einki dulsmál, at
H71 var tað felagið, ið fekk
tilgongd av flest spælarum
undan kappingarársbyrjan,
og liðið fekk eisini eina
flúgvandi byrjan upp á
kappingarárið. Men serliga
her í endaspælinum hevur
tað gingið stak illa hjá
hoyvíkingum, hóast teir
hava nógv og gott fólk.
Enn er ikki greitt, hvør ið
skal hava ábyrgdina av
besta liðnum hjá H71 kom-
andi kappingarár, men tað
hevur ljóðað, at samráð-
ingar eru við Henrik Gerst-
er um leingjan av sátt-
málanum. Hinvegin er tað
heldur ikki nakað dulsmál,
at røddir hava verið frammi
um, at venjarin átti at verið
skiftur út.
H71-Neistin 26-41
(12-21)
H71:
Esbern Patursson
7((1),
Johnny
Durhuus
7(1), Høgni Joensen 3,
Bjarni Jørgensen 3, Niels V.
Niclassen 3, Olaf Vestur-
garð
2,
Christian
Eli
Zachariassen 1
Neistin: Damir Oros 9,
Blagoje Buha 8(3), Áki
Mørk 6, Ólavur Brimnes 5,
Dan Thorleifsson 4, Rani
Slættanes 3, Freddie Poul-
sen 2, Jón Ludvík 2(1),
Helgi Michelsen 1, Leif
Hákun Jacobsen 1
Brostkøst: H71 2(2),
Neistin 4(4)
Útvísingar: Neistin 2
Dómarar: Geir Wardum og
Gunnar Gregoriussen
Áskoðarar: 23
Kyndil-VÍF 35-27(20-11):
Føroyameistararnir avsmurdir
H71-Neistin 26-41(12-21):
Tættari í botninum
Bara lítið korter megnaði
VÍF at fylgja við, áðrenn
Kyndil so ruddiliga setti seg á
dystin
Mynd: Álvur Haraldsen