Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 51 - 15. mars 2005 Kappingarárið hjá greipuvinnarunum úr SÍ er komið at enda, og sørvingar endaðu árið við at vinna á útivølli móti silvur- vinnarunum úr Mjølnir FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eitt framúr gott kappingar- ár hjá mansliðnum hjá SÍ er komið at enda. At vinna bæði steypakapping og meistaraheitið, ella greip- una, sum tað eisini verður rópt, er ikki so galið, og tá ið tað verður gjørt sama ár, sum felagið hátíðarheldur sín 100 ára føðingardag, so kann ikki sigast annað, enn at væl var ”timað”. Ósigraðir síðani oktobur Sørvingar hava verið í ein- um flokki fyri seg í ár, og tað sigur ikki so lítið, at SÍ ikki hevur tapt ein einasta dyst síðani oktobur mánað í fjør. Liðið hevur sópað alla mótstøðu av vøllinum, og tað er longu langt síðani, at avgerðin um meistaraheitið fall. Leygardagin vóru sør- vingar í Klaksvík og spældu síðsta dystin á árinum, og tað var kanska eisini hóskandi, at tað júst vóru meistararnir frá í fjør og mótstøðumenninir í steypafinaluni, sum stóðu hinumegin netið, tá ið SÍ leikti síðsta dystin á árin- um. Mótstøðan leygardagin var eisini harðari, enn hon hevur verið í mongum av teimum seinastu dystunum hjá SÍ. Klaksvíkingar vunnu fyrsta settið rættu- liga greitt 25-17, og tað var sum um, at teir góvu sør- vingum ein hvøkk. Men SÍ reisti seg, og teir vunnu næsta settið 25-17. Í triðja settinum vóru meist- ararnir eisini við yvirlutan, og teir vunnu settið 25-18. Tískil kundi SÍ tryggja sær sigurin við at vinna fjórða settið, og tað gjørdu sør- vingar eisini. Men tað var lættari sagt enn gjørt, tí Mjølnir beit væl frá sær, og settið var rættuliga javnt. Men SÍ hevði munin og vann settið 25-22 og harvið dystin 3-1. Fleyr røkkur ikki silvurinum Hin dysturin, sum var leikt- ur í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið, var á Kambsdali, har ÍF hevði vitjan av Fleyr. Havnarliðið hevði undan dystinum framvegis møgu- leikan at tryggja sær silvurheiðursmerkir, men tað kravdi, at teir vunnu dystin móti fuglfirðingum. Men ÍF vildi tað øðrvísi, tí teir gjørdu bart og vunnu dystin greitt 3-0. Harvið misti Fleyr møguleikan at fáa fatur aftur á Mjølnir, sum liggur á silvurpláss- inum, og havnarmenninir noyðast tí at taka til takkar við bronsuni í ár. Sannfør- andi sigur til TB Tvørakvinnur hava fyribils lagt seg á odda í meistara- deildini hjá kvinnu- m í flogbólti FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eingin avgerð er enn fall- in í kappingini um meist- araheitið hjá kvinnum í flogbólti. Undan dystun- um, sum vóru ásettir til at verða í vikuskiftinum, vóru Mjølnir og TB púra jøvn í stigum, men Mjølnir hevði væl betur settmun. Útsett í Klaksvík Eftir ætlan skuldu tríggir dystir spælast um viku- skiftið, men dysturin millum oddaliðið Mjølnir og botnliðið SÍ, sum skuldi verða í Klaksvík sunnudagin, bleiv útsettur orsaka av vánaliga veðr- inum, sum var sunnu- dagin. Ístaðin verður dysturin spældur miku- kvøldið. Men í Trongisvági var dystur. Har hevði heima- liðið TB fingið vitjan av KÍF úr Kollafirði, og her var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. TB var snøgt sagt ein klassa betur enn KÍF, og tær vunnu ein greiðan 3-0 sigur. Fyrsta settið var skjótt avgreitt, tí TB vann stórt 25-11. Tey bæði næstu settini vóru heldur ikki serliga jøvn, tí í báðum førum vann oddaliðið 25- 16, og harvið endaði dysturin við einum greið- um 3-0 sigri til TB. Hin dystur, sum bleiv spældur um vikuskiftið, var á Kambsdali, har ÍF fekk vitjan av Drátti. Ikki kann sigast annað, enn at Dráttur fullkomiliga er steðgað upp seinastu trý umførini, eftir at tær ann- ars vóru um reppið at vinna seg upp á oddasess- in. Tveir teir undanfarnu dystirnar hevur Dráttur tapt fyri ávíkavist TB og Mjølnir á Giljanesi, og hesaferð vóru tær við undirlutan móti ÍF á Kambsdali, tí heimalið-ið vann 3-1. TB hevur sostatt lagt seg á odda í meistaradeil- dini, men helst verður tað bara til mikukvøldið, tí tað er ógvuliga sannlíkt, at Mjølnir vinnur á SÍ. Tað merkir, at Mjølnir tá endurvinnur oddasessin, tí tær hava betur settmun enn TB. Sørvingar vunnu eisini seinasta dystin á árinum, og so kundu teir fagnast, tá steypahandanin stóð fyri framman Mynd: Olivur Joensen/Norðlýsið SÍ endaði við sigri Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 19 16 - 3 50 22 28 23 2 Mjølnir 18 15 - 3 47 15 32 21 3 Dráttur 19 10 - 9 40 33 7 16 4 ÍF 19 9 -10 33 34 -1 14 5 KÍF 19 5 -14 19 45 -26 6 6 SÍ 18 1 -17 12 52 -40 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 16 15 - 1 46 12 34 23 2 Mjølnir 15 10 - 5 35 20 15 14 3 Fleyr 15 8 - 7 28 29 -1 11 4 ÍF 15 4 -11 19 36 -17 7 5 Fram 15 1 -14 12 43 -31 1 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo