týsdagur 15. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
25
Petur Anfinn og Eilif føroyameistarar
Leygardagin var FM-
finalan fyri pør í
bridge avgreidd, og
vinnarar gjørdust
Petur Anfinn Jo-
hannesen og Eilif
Petersen
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 12. mars varð
finalan fyri pør í bridge
leikt í Bridgehúsinum í
Havn.
Kappingin varð skipað
sum ein barometur-kapp-
ing, soleiðis at ein kundi
fylgja við eftir hvørt umfar,
hvussu tað gekst. Spæld
vóru 76 spøl, ið tilsamans
tóku áleið 12 tímar at
avgreiða.
Jógvan Juul Rasmussen
og Jóna Gruntveit gjørdu
eitt megnararbeiði at fáa
kappingina at ganga so væl
sum gjørligt, og eiga tey
stórt rós fyri hetta.
Kappingin var mett at
vera ein tann javnasta í
nógv ár, og eisini var mett,
at fleiri pør høvdu møgu-
leika at vinna. Kappingin
gjørdist eisini sera spenn-
andi, og vinnarin var ikki
funnin, tá ið síðsta umfar
byrjaði. Fleiri pør skiftust
um leiðsluna. Heðin og
Jóannes Mouritsen vóru í
toppinum allatíðina, og
vóru tað kanska tey flestu,
ið væntaðu, at teir fóru at
vinna kappingina. Men
Petur Anfinn Johannesen
og Eilif Petersen, ið eisini
lógu heilt frammi, vildu tað
øðrvísi. Við røttum stríðs-
anda og góðum spæli,
eydnaðist tað teimum í
síðsta umfarinum at koma
upp á fyrsta plássið og
vinna FM- heitið fyri pør
2005, beint framman fyri
Marner Joensen og Árna
Dam, ið hegnisliga høvdu
klatrað heilt upp í toppin.
Spæl
5
♠ 32
N/NS
♥ T6
♦5432
♣EKT94
♠D987
♠EKT5
♥8
♥B542
♦EDB87
♦K96
♣B87
♣63
♠B64
♥EKD973
♦T
♣D52
Hendan 4 sparin vóru tað
ikki fleiri pør, ið funnu. Her
síggja vit hvussu Bogi
Simonsen
og
Símin
Lassaberg meldaðu 4 spar
móti Oddmar Danielsen og
Einar Ellingsgaard.
N - E - S - V
P p 1hj 2rút
2hj Dbl1) p 2sp
p 4sp a.p
1) Lovar 4 lit í spar og fit til
rútara.
FM MIX-PØR
Leygardagin 2. apríl verður
árliga FM-Mix Pør leikt í
Bridgehúsinum í Havn.
Kappingin byrjar kl: 10,
spæld verða umleið 40
spøl, ið verða uppgjørd við
barometur, soleiðis at ein
kann fylgja við, hvussu tað
gongur eftir hvørt umfar.
Tað eru teir báðir, Rói á
Rógvu Joensen og Heðin
Mouritsen, ið skipa fyri
kappingini.
TÍÐINDASKRIV
Tað er nú greitt, hvørjir teir
átta eru, sum skulu kappast
um føroyameistaraheitið í
billard fyri einstaklingar í
Klaksvík
komandi
vikuskifti.
Kvalifiseringsumfarið
varð spælt leygardagin í
Klaksvíkar Klubba, Havnar
Klubba og í Kagganum. Av
teimum fimtan spælarun-
um hava hesir spælt seg í
finaluumfarið:
Krisjan Suni Høgenesen,
Sonhard Johannesen og
Ólavur
Kjølbro
úr
Klaksvíkar Billardfelag.
Bjarni
Skaalum,
Jan
Müller og Heimir Ottoson
úr Kagganum.
Og Carsten Hansen úr
Havnar Klubba.
Haraftrat luttekur verandi
føroyameistari
Henrik
Petersen úr Havnar Klubba.
Klaksvíkar Billardfelag
og Billardsamband Føroya
eru vertir fyri FM-kapping-
ini í ár. Fyri at geva al-
menninginum størri innlit í
billardspælið verður Klaks-
víkar Klubbi opin fyri al-
menninginum fríggjadagin
og
leygardagin.
Eisini
verða dystirnir vístir á stór-
skíggja í felagshølunum.
Steinbjørn í Dali, for-
maður í Billardsambandi
Føroyar sigur, at áhugin
fyri billardítróttini er nógv
minkaður seinastu árini. Tí
vilja teir við at loyva
almenninginum at síggja
finaluumfarið í Klaksvík
komandi vikuskiftið geva
fólki ein møguleika at
síggja føroyskt billardspæl,
tá tað er best. - Eg vóni, at
henda kappingin kann fáa
onkrar unglingar og onnur
við at fáa eyguni upp fyri
spælinum, sum avgjørt ikki
stendur aftanfyri so nógvar
aðrar ítróttargreinar. For-
maðurin í Billardsamband-
inum sigur, at ætlanin er at
skipa fyri eini jubileums-
kapping í heyst, nú Billard-
sambandið fylti 25 ár í fjør.
Statoil er høvuðssponsor
fyri FM-kappingini í ár.
Fríggjakvøldið og
leygardagin skipaði
svimjifelagið FLOT
fyri árligu svimji-
stevnuni á Toftum.
TÍÐINDASKRIV
Veðrið var sum kunnugt
vánaligt, og hetta hevði við
sær at einans eysturoyar-
feløgini og HS hættaðu sær
at møta við teimum yngstu,
fríggjakvøldi. Ægir kom
afturat
leygarmorgunin,
meðan VS fyrst møtti eftir
døgverða leygardag, við
einans trimum svimjarum.
Stevnan gekk tó væl, og
var úrslitið hetta:
Bólkur 1, svimjarar fødd-
ir í 1996 og seinni (sum
var bólkurin ið svam
fríggjakvøldið)
1) Reki: 10 gull, 7 silvur, 5
bronsu
2) FLOT: 2 gull, 2 silvur, 1
bronsu
3) FS: 2 silvur, 5 bronsu
Bólkur 2, svimjarar fødd-
ir í 1994-1995 (leygar-
morgunin)
1) FS: 5 gull, 5 silvur, 3
bronsu
2) Reki: 5 gull, 4 silvur, 3
bronsu
3) FLOT: 2 gull, 1 silvur, 5
bronsu
Bólkur 3, svimjarar fødd-
ir í 1992-1993 (leygar-
dagin)
1) HS: 10 gull, 2 silvur, 2
bronsu
2) Ægir: 2 gull, 1 silvur, 3
bronsu
3) Skeggjar: 1 gull, 1 silvur,
3 bronsu
S
a
m
l
a
ð
a
heiðursmerkjabýtið varð:
1) Reki: 15 gull, 11 silvur,
8 bronsu
2) FS: 5 gull, 7 silvur, 9
bronsu
3) FLOT: 4 gull, 7 silvur, 9
bronsu
4) Ægir: 1 gull, 4 silvur, 1
bronsu
5) Skeggjar: 1 gull, 2 silvur,
3 bronsu
6) VS: 2 silvur, 2 bronsu
Nú er svimjiárið farið at
halla, og næsta stevna er tí
eisini tann seinasta hjá
teimum yngstu svimjar-
unum, tá ið teir um mán-
aðarskiftið apríl/mai fara at
kappast um smáunglinga-
meistaraheitini. Bólkur 3
kann tó eisini luttaka á HS-
stevnu 2. og 3. apríl, áðrenn
unglinga-meistarakapping-
ina í apríl.
Tvær
bronsur
til ÍSB
Føroysku
borðtennis-
leikararnir, sum um
vikuskifti
luttóku
í
kappingini um íslendska
meistaraheitið í borð-
tennis fyri brekað, stóðu
seg væl.
Serliga vóru tað kvinn-
urnar, ið royndust væl.
Maurenn Garðshamar
vann bronsu í einmans-
leiki í opna bólkinum,
og í tvímansleiki vunnu
Maureen Garðshamar
og
Unn
Mortensen
eisini bronsu.
Umframt tær báðar
luttók eisini Tórður Jac-
obsen úr Føroyum.
tn
Skerd svimjistevna á Toftum
Átta kappast um FM í billard