Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 51 - 15. mars 2005 Dagrøktari til Runavíkar Kommunu Søkt verður eftir avloysara sum gestadagrøktari í Runavíkar Kommunu, at byrja skjótast tilber ella eftir avtalu. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast hjá dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594 lokal 10. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 29.03.05 og sendast til Dagrøktarskipanina í Runavíkar kommunu Heiðavegur 22 FO-600 Saltangará Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag Aðalfundur felagsins verður ónskvøldið 30. mars 2005. Tíð og stað verður lýst nærri. Skrá smb. lógum felagsins. Nevndin Almannastovan Skrivstovufulltrúi á Almannastovuni Hevur tú hug at royna tíni evni í einari organisatión í støðugari menning? So er hetta kanska nakað fyri teg. Eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufulltrúi við tænastu á Veitingardeildini á Almannastovni er leyst at seta pr. 16. apríl 2005. Um deildina: Á Veitingardeildini í Tórshavn arbeiða í løtuni 11 starvsfólk. Økið hjá deildini eru allar lógarbundnar veitingar. Tær eru pensjón, stuðul til uppihalds- pening, dag- og barnapening. Arbeiðs- og ábyrdarøki: • Pensjónsmál - eftirlit og ávísing • Dag- og barnapengamál - eftirlit og ávísing • Uppihaldspeningur - eftirlit og ávísing • Eftirlit við langtíðar veitingum frá almannamiðstøðunum • Ráð og vegleiðing til málsviðgerar á deildini • Upplæring av nýggjum starvsfólkum • Lóggáva - at menna EDV-kervið til nýggja lóggávu • Hagtøl • Samskifta við aðrar partar av Almannastovuni • Aðrar uppgávur Útbúgving: Skrivstovuútbúgving, merkonom ella onnur viðkomandi útbúgving. Førleikakrøv: Góðan kunnleika til KT og Office forritini Gáðan málburð bæði munnliga og skrivliga Góð samstarvsevni Sjálvstøðug/-ur Evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt Dámar væl avbjóðingar og er ágrýtin Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Byrjunarlønin er í lønarbólki 4. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðara á Veitingardeild- ini tlf. 353510. Umsóknarfreist: Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn í hendi innan 31. mars 2005 kl. 12:00. Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill. kr. og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir. Lesið - so eru tit við www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Internet -tað loysir seg!