týsdagur 15. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 51 - 15. mars 2005
Við hesum verður innkallað til ársaðalfund í P/F Atlan-
tic Petroleum at vera á Hotel Føroyum við Oyggjaveg-
in, 100 Tórshavn
týsdagin tann 29. mars 2005 kl. 16.00
við hesum fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári
3. Framløgu av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli
sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing.
5. Val av nevnd. Tveir nevndarlimir standa fyri vali fyri
2. ára skeið, nevniliga Poul Mohr og Petur Even
Djurhuus.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
7. Viðtøkubroytingar.
Skotið verður upp fylgjandi viðtøkubroytingar:
II.Grein 3 í viðtøkunum verður broytt til hetta innihald:
§ 3
Stk. 1.
Nevnd felagsins hevur í tíðini til 31. desembur 2009
heimild til í einum ella fleiri umførum við upp til kr.100
mió. at hækka partapening felagsins. Hækking av
partapeninginum kann heilt ella lutvíst fara fram í øðr-
um virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis,
at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum
ímóti viðurlagi í partabrøvum yvirtekur annað verandi
virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi
(fusión);
at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum
uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum
virðum.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein
verða annars at galda hesar ásetingar:
1.
Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
2.
Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
3.
Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv
síni innloysa;
4.a. Fyri nýggju partabrøvini er eisini galdandi henda
avmarking í ognar- og atkvøðurættinum til
partabrøv í felagnum:
Eingin partaeigari kann eiga meiri enn 20 % av
partapeninginum í felagnum og eingin kann
greiða atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri
enn 20 % av atkvøðunum.Løgfrøðiligir persónar,ið
innanhýsis eru so tætt knýttir hvør at øðrum, at
annar hevur avgerðandi ávirkan á viðurskiftini hjá
hinum,verða at meta sum ein í mun til hesa ognar-
og atkvøðuavmarking,soleiðis at hesir løgfrøðiligu
persónar tilsamans bert kunnu eiga og greiða
atkvøðu fyri í mesta lagi 20 % í partapeningi.
Sum dømi um slíkt tætt tilknýti millum løgfrøðiligar
persónar, ið fevnt er av hesi grein, kunnu nevnast:
• innanhýsis viðurskifti millum partafeløg, ið eftir
ásetingunum í § 2 í partafelagslógini eru at meta
sum koncernbundin;
• innanhýsis viðurskifti millum aðrar løgfrøðiligar
persónar og partafeløg, har hesir aðrir løgfrøði-
ligu persónar eiga meiri enn ella hava rætt til at
greiða atkvøðu fyri meiri enn 50 % av partapen-
inginum í partafelagnum;
innanhýsis viðurskifti millum almennar stovnar.
5.
Nýtekning kann fara fram uttan fortekningsrætt
fyri verandi partaeigarar.Ongar avmarkingar galda
í fortekningsrættinum hjá nýggja partapeningin-
um við kapitalhækkingum í felagnum í framtíðini
frásæð tí, ið er tilskilað í pkt. 4.a.
6.
Partabrøvini eru til støddar kr. 100,00 og multipla
av hesum.
7.
Tekning fer fram til marknaðarvirði.
8.
Við yvirtekning,ger nevnd felagsins frítt av,hvussu
tann til tekningar innboðna partapeningsupp-
hædd – ið ikki er teknað við støði í forteknings-
rætti – skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til
at tekna.
II.
Sett verður inn nýggj áseting sum grein 3B:
§ 3 B
Stk. 1.
Vísandi til heimild til at fremja kapitalhækking eftir
áseting í grein 3 í viðtøkunum,so hevur nevndin í tíðini
til tann 31. desembur 2009 harumframt í hesum sam-
bandi heimild til í einum ella fleiri umførum at útskriva
upp til í mesta lagi íalt 10.000 stk. warrants (parta-
brævatekningarrættir). Útskriving kann, men nýtist
ikki,at fara fram í sambandi við at felagið upptekur ikki-
konvertibult obligatiónslán.
Tekning av warrants (partabrævatekningarrætti) skal
fara fram til marknaðarvirði ásett eftir nevndarinnar
ætli. Partaeigarar felagsins skulu ikki hava forrætt til at
tekna útskrivaði warrants (partabrævatekningarrættir).
Partaeigarar felagsins skulu heldur ikki hava forrætt til
at tekna tey partabrøv, ið verða teknaði við støði í við-
komandi warrants (partabrævatekningarrættum).
Hvørt einstakt eintak av teknaðum warrants (parta-
brævatekningarrætti) gevir eigaranum rætt til at tekna
partabrøv í felagnum fyri eina áljóðandi upphædd á kr.
100,- og svarar hetta til at øll 10.000 eintøk av warrants
(partabrævatekningarrættum) geva rætt til at tekna
partabrøv á í mesta lagi íalt eini áljóðandi upphædd á
kr. 1.000.000,00. Tekning av partabrøvum við støði í
warrants (partabrævatekningarrættir) skal fara fram í
tíðarbili sum nevndin nærri ásetur í hvørjum einstøk-
um føri í tíðarskeiðinum frá 1.mai 2005 til og við 1.mai
2010. Tekning av partabrøvum fer fram til tann kurs
sum verður ásettur tá viðkomandi warrants (parta-
brævatekningarrættir) verða útboðin.Tó skal í tekning-
artreytum vera ásettar fastar reglur fyri, hvussu tekn-
ingskursur verður reguleraður um partabrævahækk-
ing, partabrævalækking, konvertiblar obligatiónir/-
skuldabrøv verða útskrivaðar, fleiri warrants verða út-
skrivað, óvanliga høgt vinningsbýti verður útlutað ella
um felagið verður avtikið í millumbilinum millum at
warrants eru útskrivað og partapeningur við støði í
teimum verður teknaður.
Tekningarkursur fyri tey partabrøv, teknað verða við
støði í teimum teknaðu warrants (partabrævatekning-
arrættum), má ongantíð fara undir kurs 100.
Annars verða fyri partapening teknaður verður við
støði í teknaðum warrants (partabrævatekningarrætt-
um) at galda hesar ásetingar:
1.
Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
2.
Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
3.
Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv
síni innloysa;
4.
Fyri nýggju partabrøvini er eisini galdandi henda
avmarking í ognar- og atkvøðurættinum til parta-
brøv í felagnum:
Eingin partaeigari kann eiga meiri enn 20 % av
partapeninginum í felagnum og eingin kann
greiða atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri
enn 20 % av atkvøðunum.Løgfrøðiligir persónar,ið
innanhýsis eru so tætt knýttir hvør at øðrum, at
annar hevur avgerðandi ávirkan á viðurskiftini hjá
hinum,verða at meta sum ein í mun til hesa ognar-
og atkvøðuavmarking,soleiðis at hesir løgfrøðiligu
persónar tilsamans bert kunnu eiga og greiða
atkvøðu fyri í mesta lagi 20 % í partapeningi.
Sum dømi um slíkt tætt tilknýti millum løgfrøðiligar
persónar, ið fevnt er av hesi grein, kunnu nevnast:
• innanhýsis viðurskifti millum partafeløg, ið eftir
ásetingunum í § 2 í partafelagslógini eru at meta
sum koncernbundin;
• innanhýsis viðurskifti millum aðrar løgfrøðiligar
persónar og partafeløg, har hesir aðrir løgfrøði-
ligu persónar eiga meiri enn ella hava rætt til at
greiða atkvøðu fyri meiri enn 50 % av partapen-
inginum í partafelagnum;
• innanhýsis viðurskifti millum almennar stovnar.
5.
Ongar avmarkingar galda í fortekningsrættinum
hjá nýggja partapeninginum við kapitalhækking-
um í felagnum í framtíðini frásæð tí,ið er tilskilað í
pkt. 4.
6.
Partabrøvini eru til støddar kr. 100,00 og multipla
av hesum.
8.
Ymiskt
A t l a n t i c
P e t r o l e u m
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin