Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 15. mars 2005 29 Kunngerð um summarferiu 2005 Byggivinnan heldur summerferiu vikurnar 30,31 og 32,tað er frá mánadegi 25. juli til leygardagin 13. august. Vinnuhúsið og fyritøkurnar: P/F Articon P/F BVS Sp/f Búsetur P/F Elmek Sp/f El & Tele P/F Føroya Termovirki Sp/f Haldur Vang J & K Betong P/F Løvubetong P/F Zacharias Leitisstein P/F Atlanticpane P/F Byggitek P/F Demich P/F Einar Mikkelsen P/F Føroya Gruggi P/F Guttesen og Staksberg Sp/f Hans Dam P/F J & K Petersen P/F Vatnsoyrar Snikkaravirki Vinnuhúsið • Boks 1038 • Smærugøta 9A • FO-110 Tórshavn Tlf. +298 309900 • Fax +298 309901 • E-mail: industry@industry.fo HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Eftirlitsfólk F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo Eitt starv sum eftirlitsfólk á Fiska- og djórasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni er leyst at søkja. Fyri rætta umsøkjaran, kann tað eisini koma uppá tal, at tú fær uppgávur sum góðskuleiðari fyri okkara kanningarstovum, serliga við atliti til okkara akkreditering, sí www.danak.dk, akkr. nr. 303. Starvið fevnir um: • Eftirlit sambært galdandi lóggávu innan djórasjúkuøkið, við serligum atliti at alivinnuni sum heild • Eftirlitsarbeiðið kemur serliga at fevna um eftirlit við sóttreinsing av frárenslvatni frá o sláturvirkjum o brunnbátum o flutningi av alifiski og • Málsviðgerð í sambandi við typu- og rakstrargóðkenning av sótt- reinsingarskipanum • Málsviðgerð og eftirlit í samband við góðkenning av alibrúkum hvat sjúkufyribyrging viðvíkur • Sýnistøku í sambandi við eftirlitið • Annað eftirlit við alivinnuni, sum kann hava við sær vanda fyri spjaðing av fiskasjúkum. • Alt eftir umstøðunum, er starvið eisini ætlað at verða góðskuleiðari fyri okkara kanningarstovur. Faklig krøv: • Útbúgving sum kemiverkfrøðingur ella tilsvarandi, á minimum diplom- stigi (akademiverkfrøðingur ella hægri) • Royndir við innaneftirlitsskipanum og góðskustýring • Kunnleika og royndir við edv-skipanum sum stuðla uppundir eftirlits- og kanningarstovurarbeiðið • Koyrikort til bil er eitt krav. Vit kunnu bjóða: • Fjølbroytt arbeiði, har uppgávurnar eru sera ymiskar • Verða við í menningini av Fiska- og djórasjúkudeildini á stovninum • Tú kemur nógv runt í landinum og í samband við nógv fólk innan alivinnuna • Møguleikar fyri at menna teg í arbeiðnum, við skeiðsluttøku og aðrari eftirútbúgving. Annað: • Væntast skal, at áleið ein triðingur av arbeiðstíðini fer við eftirlitsvitjan- um á virkjum innan alivinnuna sum heild. • Í sambandi við eftirlitsvitjanir skal roknast við, at arbeiðsdagarnir til tíðir kunnu gerast sera langir • Møguliga góðskuleiðarastarvið fyri kanningarstovurnar er ætlað at verða ein minni partur av arbeiðstíðini í byrjanini, men kann økjast seinni, til at umfatað allan stovnin. Umsókn og setan: • Starvið skal setast skjótast gjørligt. • Umsókn við avritum av prógvi,eftirútbúgving,starvsroyndum og møgu- ligum viðmælum skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 30 mars 2005. • Lønin verður sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið, sí www.lnd.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Peter S.Østergaard, deildarleiðara, ella Bárð Enni, stjóra.