mikudagur 16. mars 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1. partur
VINNUBÓKMENTIR
Finnbogi Ísakson
Internetið hevur skapt heilt
nýggjar møguleikar at fáa
orðið á fólk. Noreena Hertz
byrjar sína bók við, at tað
var ígjøgnum Internetið,
hon frætti um mótmælis-
gongurnar í Genova 20. juli
í 2001, tá tey stóru ídnaðar-
londini, G-8, høvdu árs-
fund har. Áheitanin á net-
inum ljóðaði: “Ver til stað-
ar, um tú heldur, at altjóða-
gerðin, globaliseringin, er
farin av leið. Ver til staðar,
vilt tú mótmæla alheims
kapitalismuni. Um tú held-
ur, at fleirtjóða fyritøkur-
nar eru ov sterkar. Um tú
heldur, at tey fólkavaldu
lurta ikki longur. Ver til
staðar, vilt tú verða hoyrd
ella hoyrdur.”
Tey, sum mótmæltu í Ge-
nova, vóru “veteranarnir”
úr
Seattle,
Melbourne,
Washington, Prag, Nice,
Quebec og Gøteborg. Tað
var ein skurvut blanding,
sum mótmælti í Genova, og
tey vóru, eins og Noreena
Hertz, fyrireikað til, at
politiið fór at leggja uppí,
men høvdu ikki væntað, at
italska politiið fór at vera
so harðrent. Tað, sum undr-
aði hana mest, var kortini
tann stóra felagskenslan
millum tey ymisku áhuga-
málini, sum mangan bóru
upp ímóti hvørjum øðrum,
kenslan av vinalagi og eind
kring eina felags mótstøðu
ímóti status quo. Hon hevði
heldur ikki væntað slíkan
ágang, sum tá anarkistar
teirra millum sorlaðu rútar
og brutu verjugarðarnar
niður, sum italska politiið
hevði sett upp at halda
heimsins leiðarum innan
fyri og mótmælisfólkum
uttanfyri.
Allarminst hevði hon
hugsað, at tey fólkini, hon
tosaði við, vóru so full-
komiliga vónbrotin av poli-
tikki og politikarum, stór-
fyritøkum
og
handils-
monnum.
14 ár eftir, at stríðsvognar
seinast koyrdu inn á Reyða
Torgið, og 14 ár eftir, at
Berlinmúrurin fall, eftir tað
longsta búskaparliga vakst-
rartíðarskeiðið í nýggjari
tíð, økjast mótmælini óvan-
liga skjótt. Tað eru fólk úr
øllum
samfelagsløgum,
sum mótmæla – vanlig fólk
sum liva eitt vanligt lív,
húsmøður, lærarar, forstað-
arfólk og fólk av tí betra
slagnum. Millum mong
onnur finnast í antialtjóða-
gerðar felagsskapinum rík-
maðurin George Soros og
Joseph Stiglitz, Nobel-
lønarvinnari og fyrrverandi
sjeføkonomur í Heims-
bankanum. Aftrat hesum
koma fakfeløg, pensjon-
istar, fyrrverandi starvsfólk
í fyritøkum, sum eru farnar
á húsagang, og partabræva-
eigarar.
Um allan heim seta fólk
spurnartekin við trúskapin
hjá myndugleikunum og
ætlanirnar hjá fyritøkunum.
Tey stúra fyri, at kapital-
isman hevur fingið ov víðar
ræsur, og at ov nógvir tap-
arar eru. Tey halda, at fólk
kunna ikki líta á, at staturin
røkir teirra áhugamál, og at
vit gjalda ov høgan prís fyri
búskaparvøksturin.
Tey
kvíða fyri, at dundrið frá
vinnulívinum køvir fólk-
sins rødd, skrivar Noreena
Hertz. Hon heldur fram:
“Tann ævintýrligi endin
á søguni, sum byrjaði í
Westminster 3. mai 1979, tá
Margaret Thatcher fekk
maktina, og sum síðani er
endurskapt í USA, Latín-
amerika, Eysturasia, India,
um meginpartin av Afrika
og Evropa – søgan um gøt-
ur, steinsettar við gulli, og
íverkseting av amerikanska
dreyminum – kann ikki
haldast at vera sjálvsagdur
longur…. Tað dryppar ikki
altíð á deknin, tá tað regn-
ar á prestin. Mark er fyri
vøkstri. Staturin vil ikki
verja okkum. Eitt samfelag,
sum bara og blakta lýður
marknaðarins
ósjónligu
hond, er ikki einans ófull-
fíggjað, tað er órættvíst.”
Arvurin eftir Thatcher
og Reagan
Í heiminum eftir kalda
kríggið yvirtaka tær stóru
fyritøkurnar uppgávurnar
hjá statinum. Handils-mað-
urin gerst máttmiklari enn
politikarin, og handilsslig
áhugamál koma fram um
alt annað.
Heimurin við teirri tig-
andi kollveltingini byrjaði
við
harradøminum
hjá
Margaret Thatcher. Saman
við Ronald Reagan gav hon
stórfyritøkunum ómetaligt
vald. Tær vunnu marknað-
arpartar, sum demokratiið
mátti svíða fyri. Eftir tey
liggur tað, sum í dag er
hugsjónin um meginpartin
av heiminum.
Dagsins politikkur kann
avmyndast
sum
italska
mótahúsið Benetton. Tey
seinastu 19 árini hevur
fyritøkan reklamerað sum
ongin onnur við myndum
av svøltandi børnum, deyð-
komnum AIDS-sjúklingum
og deyðadømdum ameri-
kanskum fangum, sum bíða
eftir deyðans sproytu. Alt
fyri at gera vart við seg og
selja – ikki fyri at gera
nakað sum helst við hesi
mál.
Tað sama gera politikarar
í valstríðnum, eitt nú í
USA.
Mótstøðumaðurin
verður dálkaður persónliga,
og fólk verða ávarað ímóti
hansara mistøkum. Flokk-
arnir tosa um at broyta lívið
Ein ensk kvinna hevur skrivað eina bók,
sum á enskum kallast “The Silent
Takeover”.
Kvinnan eitur Noreena Hertz og er
búskaparfrøðingur, journalistur og
høvundur. Hon hevur doktaraheiti í
búskapi frá Cambridge. Tá hon var 23 ára
gomul fyrst í nítiárunum sendi
Heimsbankin hana til Russlands at leggja
russarum lag á, hvussu teir skiftu tann
kommunistiska búskapin út við fríhandil,
og hon skipaði fyri, at ein keypsskáli –
børsur – varð stovnaður í Santa
Pætursborg. Men mitt í tí heila leyp hon
frá. Í staðin fór hon upp í ein felagsskap,
sum er ímóti kapitalistisku altjóðagerðini
(globaliseringini).
Bókin, sum hevur undirheitið “Altjóða
kapitalisma og deyði fólkaræðisins”, er
umsett til 11 mál og seld í fleiri 100.000
eintøkum. Høvuðsboðskapurin er, at
politiska skipanin er í ferð við at missa
tamarhaldið á maktini í verðini. Maktin
fer í staðin til tær heimsumfevnandi
fyritøkurnar, til fjølmiðlarnar og
áhugabólkar.
Noreena Hertz sigur, at hon er fyri
kapitalismu, men ikki fyri altjóðagerð.
Bókin kom út fyrstu ferð í 2001. Hon kom
út dagførd í 2003, og tað er tann útgávan,
sum er brúkt her.
Finnbogi Ísakson hevur lisið ta norsku
útgávuna, sum kallast “Den tause
revolusjonen” og hevur burtur úr henni
gjørt hesi úrdrøg.
Noreena Hertz er búskaparfrøðingur, journalistur og høvundur
Tann tigandi kollveltingin
Framhald á næstu síðu
Nr. 52 - 16. mars 2005
17