mikudagur 16. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 52 - 16. mars 2005
hjá amerikanarum. Demo-
kratarnir vilja selja liberal-
ar dygdir, republikanararnir
konservatismu. Teir vísa
myndir av einari kinesiskari
gentu og einum ameri-
kanskum drongi, ein svørt
kvinna og ein hvít leiðast.
Men tá teir hava fingið
valdið, bjóða teir tað sama:
Ein lat-standa-til-búskap,
valdið hjá pengunum og
fríhandlinum. Stórfyritøkan
er kongur, staturin tegnur
og borgararnir forbrúkarar.
Men, skrivar Noreena
Hertz:
“Eg pástandi, at skipanin
ridlar. Aftan fyri tað hug-
sjónarliga einmælið og
kapitalismunar góðkenda
stórsigur fer tað at rivna.
Er alt so fantastiskt, hví er
tað so soleiðis, at fólk fara
ikki á val, men heldur út á
gøturnar og í vøruhúsini?
Hvat er meiningin við
demokratinum, tá bara
helvtin av teimum, sum
hava atkvøðurætt, møta
upp, sum td í valstríðnum
millum Bush og Al Gore
fyri 4 árum síðani, hóast øll
vistu, at tað stóð á jøvnum
teirra millum? Hvat er
kjarnin í politiskari umboð-
an, um – sum eg skal vísa
seinni – politikararnir akta
stórfyritøkurnar í staðin
fyri borgararnar.”
Tað tók sína tíð, áðrenn
nakar mótmælti gongdini.
Og hví skuldu fólk eisini
tað? Alt tóktist jú at ganga
upp á stás. Meginpartin av
seinasta 20 ára skeiðnum
hækkaði partabrævamarkn-
aðurin, meðan renturnar
fullu. Í Vesturheiminum
áttu flestøll húski bæði
sjónvarp og bil. Børnini
gingu í góðum mótaklæð-
um. Miðalstættin bara vaks
og vaks.
Mótmælini
í
Seattle,
Göteborg og Genova vórðu
nóg illa víst á skíggjanum. Í
1997 royndi ein kanadiskur
felagsskapur at fáa ein
antinýtsluboðskap
fram.
Ein tekning av einum grísi
varð løgd yvir kortið av
Norðuramerika.
Hann
smaskaði og segði: “Miðal
norðuramerikanarin etur
fimm ferðir so nógv sum ein
meksikanari, 10 ferðir meir
enn ein kinesari og 30 ferð-
ir so nógv sum ein indari…
Steðga á! 28. november er
keypsfríur dagur.”
Men
stórar amerikanskar sjón-
varpsrásir sum NBC, CBS
og ABC vildu ikki senda
reklamuna, hóast tær fingu
tilboð um vanligan prís.
Tær vildu ikki senda eina
reklamu, sum var ósam-
bærilig við teirra handils-
ligu áhugamál. CBS skriv-
aði, at ein keypsfríur dagur
stríddi ímóti teirri ráðandi
búskaparligu skipanini í
USA.
Arvur okkara er ein
heimur, har forbrúk er tað
sama sum búskaparpoli-
tikkur, og har stórfyritøkur-
nar ráða og eru ódjór við
ómetaliga stórari politiskari
makt.
Stjórnirnar
hava
framt privatiseringar, hava
tikið eftirlit burtur og framt
handilsliga liberalisering.
Saman við tøkniligu menn-
ingini tey seinastu 20 árini
hevur hetta havt eitt makt-
skifti við sær. 100 tær
størstu fleirtjóða fyritøkur-
nar hava ræðið á umleið
20% av heimsins egin-
peningi. Umsetningurin hjá
General Motors og Ford er
størri enn øll bruttotjóðar-
framleiðslan í Afrika sunn-
an fyri Sahara. Fíggjarliga
styrkin hjá IBM, BP og
General Electric umboðar
eina búskaparmakt, sum er
størri enn tann hjá teimum
flestu smærru tjóðunum.
Økonomiin hjá Exxon er
líka stór sum tann hjá Chile
og Pakistan.
Stórfyritøkurnar gerast
alsamt størri. Í fyrsta árin-
um í nýggja túsundárinum
vórðu Vodafone og Mann-
esmann løgd saman fyri
183
miljardir
dollarar.
Chrysler varð lagt saman
við Daimler – fyritøkan
hevur nú 400.000 fólk í
arbeiði. Í 2000 vórðu til-
samans 5000 stórar fyri-
tøkur lagdar saman, tvær
ferðir so nógv sum fyri 10
árum síðani. Samanlegg-
ingarnar
gerast
alsamt
størri, og myndugleikarnir
lata standa til. Hvør einasta
samanrenning gevur stór-
fyritøkunum størri vald.
Stórfyritøkurnar hava ræð-
ið á øllum vørum og tæn-
astum, vit keypa: bensin,
heilivág, vatn, flutning, út-
búgving og teldur í skúl-
unum. Tær kunna føða okk-
um, styðja okkum ella
kvala okkum, sum tær vilja.
Myndugleikarnir
liggja skerflatir
Hetta er heimurin hjá teirri
tigandi kollveltingini fyrst í
nýggja
túsundárinum.
Myndugleikarnir tykjast at
vera niðurbundnir, og vit
verða alsamt meira heft at
stórfyritøkunum. Fyritøk-
urnar hava lættari og lættari
við at flyta, og myndugleik-
arnir noyðast at vera laga-
ligir fyri at lokka fyri-tøk-
urnar til sín ella fyribyrgja,
at tær rýma. Teir látast ikki
at síggja hol í skattalógini.
Tíðindarisin Robert Mur-
doch rindar ikki meira enn
6% í skatti tilsamans um
allan heim. Í Bretlandi
rindaði fyritøkan ongan
netto felagsskatt yvirhøvur
fram til árslok í 1998, hóast
yvirskotið var 1,4 mia.
pund síðani juni 1997.
Hetta er ein heimur, har tey
fólkavaldu leggja seg sker-
fløt
fyri
vinnulívinum,
hóast avleiðingarnar av
tódnaðari
skattainntøku
longu síggjast í vánaligari
almennari tænastu og í
undirstøðukervinum.
Tað var tann tíð, tá statir-
nir stríddust fyri at vinna
størri landaøki. Nú stríðast
teir fyri størri marknaðar-
parti. Eitt høvuðsstarv hjá
statinum er at tryggja vinn-
uni góð kor. Tjóðríkini –
ella nasjonalstatirnir – hava
í dag tað høvuðsstarv at
bjóða vinnuni almennar
góðgripir og tann infra-
strukturin, henni tørvar,
fyri so lágan kostnað sum
gjørligt. Samstundis verja
tjóðríkini heimsins fríhand-
ilsskipan.
Meðan henda gongd hev-
ur verið, eru bæði rættvísi,
javnstøða, rættindi, um-
hvørvi og sjálvt trygdar-
spurningar farin fyri bakka.
Tak td Taliban – USA
styðjaði stýrið fram til 1997
orsakað av amerikanskum
oljuáhugamálum,
hóast
stýrið als ikki helt manna-
rættindini. Ongantíð fyrr
hevur gjógvin millum rík
og fátæk verið so stór sum
nú. 45 miljónir ameri-kan-
arar hava onga heilsu-
trygging.
Amerikanarar
brúka miljardir av dollarum
um árið til kosmetikk, men
heimurin hevur ikki ráð at
lata ST fáa tær 9 miljard-
irnar, sum eru neyðugar til
tess at tryggja øllum fólk-
um góð saniter viðurskifti
og reint drekkivatn. Bretski
Arbeiðaraflokkurin Labour
er endurgivin fyri at hava
sagt, at tað hevur størri
týdning at skapa ríkidømi
enn at býta tað út.
Í 10 ára skeiðinum frá
1988 vaks inntøkan hjá
teimum fátækastu í USA
bara við 1% og vaks sam-
stundis 15% hjá tí ríkasta
fimtinginum av fólkinum. Í
New York er inntøkan hjá
teimum fátækastu 20% av
fólkinum í miðal 10.700
dollarar um árið, meðan tey
ríkastu 20% tjena 152.350
dollarar. Miljónir av ameri-
kanarum, sum hava ar-
beiði, og eitt av fimm børn-
um liva í fátækadømi.
Gjógvin millum fátæk og
rík hevur ikki verið so stór
síðani 1920-ini. Beint fyri
aldaskiftið var ognin hjá
Bill Gates líka stór sum
nettoognin hjá fátækastu
helvtini av amerikanska
fólkinum.
Kapitalisman hevur sigr-
að, men øll sleppa ikki upp
í part, tá skift verður.
Myndugleikarnir látast ikki
at síggja veikleikarnar.
Og skipanin er rotin. Alt
ov nógvar politiskar gølur
eru: Helmuth Kohl, Hel-
muth Schmidt og Mitterand
eru millum teirra, vit kenna
ella hava illgruna til. Rein-
førir politikarar skylda
vinnulívinum meir og meir.
Ongastaðni sæst hetta so
væl sum í USA. Forseta-
skeiðini hjá Clinton drukn-
aðu í gølum frá fyrsta degi:
frá Whitewater-skuldset-
ingunum til tað seinasta
miskunnsemi
mótvegis
skattasvikaranum
og
vápnahandilsmanninum
Marc Rich. Fyri at gerast
forsetavalevni í 2000 var
sum altíð neyðugt at vissa
sær stuðul frá stórfyritøk-
um. Al Gore hevði 133 og
Bush 191 mió. dollarar at
ráða yvir. Báðir flokkarnir
mótmæltu einum lógarupp-
skoti um at seta forboð fyri,
at vinnulívið, fakfeløg og
einstaklingar kundu geva
flokkunum
óavmarkaðar
peningaupphæddir til val-
stríðið.
Tað er ikki so løgið, at
stjørnan hjá politikarum
bliknar. Fólk eru varug við
teirra áhugamálsstríð og
venda sær frá politikkinum.
Í 80-árunum breiddi demo-
kratiið seg um allan heim
við fólksins stuðli, men í
nítiárunum minkaði vallut-
tøkan mestsum allastaðni.
Limatalið
í
flokkunum
minkaði, og virðingin fyri
politikarum fór sama veg.
Allastaðni,
frá
teimum
gomlu demokratiunum í
USA og Vesturevropa til
tær ungu tjóðirnar í Latín-
amerika og Eysturasia,
hava fólk minni álit á tí al-
menna enn fyri 10 árum
síðani. Í 2001 var vallut-
tøkan í Bretlandi ikki meira
enn 59%, 10% minni enn í
1997 og minsta luttøka
síðani fyrra heimsbardaga.
Um allan heim seta fólk spurnartekin við trúskapin hjá myndugleikunum og ætlanirnar hjá fyritøkunum. Tey stúra fyri, at
kapitalisman hevur fingið ov víðar ræsur, og at ov nógvir taparar eru
Saman við Ronald Reagan gav Margaret Thatcher stórfyritøkunum ómetaligt vald
Framhald av síðu 17