Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2005 19 Í 200 ár hava ikki so nógvir amerikanarar latið verið við at valt sum tey seinastu 9 árini. Vøran, sum politik- arar í hesum londum selja, tykist at vera so vánalig, at tað er ikki vert at keypa hana. Ætlanin við bókini Noreena Hertz sigur, at hetta er heimurin hjá teirra tigandi kollveltingini, sum hon ætlar sær at granska. Málið er at skilja henda heimin og hvagar hann tyk- ist at bera okkum: Ein heimur, har stórfyritøkur- nar eru bæði sterkari og ríkari enn tjóðirnar. Har _ av amerikanarum halda, at vinnan hevur fingið ov stórt vald á ov mongum av lívsins viðurskiftum. Og har færri og færri fara á val, hóast valstríðið gerst meira og meira ágangandi. Eg ætli mær ikki at bera ein antikapitalistiskan boð- skap fram, skrivar Noreena Hertz. Kapitalisman er eftir øllum at døma tann besta skipanin at skapa ríkidømi við. Fríhandil og opin kapi- talmarknaður hava skapt ein einastandandi búskap- arligan vøkstur um megin- partin av heiminum. Bókin er heldur ikki ætlað at vera fíggindalig mótvegis vinnu- lívinum. Undir ávísum marknaðartreytum er vinn- an fúsari enn myndugleik- arnir at taka sær av heim- sins trupulleikum. Heldur ikki ætli eg mær at hálova statinum. Jú, eg ætli mær at argumentera fyri, at staturin hevur ein týðandi leiklut í samfelag- num, men eg ivist í evnum hansara at spæla leiklutin. Endamálið við bókini er at vera fyri fólkinum, fyri demokratinum og fyri rætt- vísi. Eg fari at seta spurn- artekin við ta moralsku grundgevingina fyri einum slag av kapitalismu, sum eggjar stjórnum til at selja sínar borgarar fyri eitt gott orð, bjóða rættargildinum av í einum heimi har fá vinna og mong tapa, av- dúka hvussu Tann Tigandi Kollveltingin setir demo- kratiið í vanda, pástanda at tað liggur eitt grundleggj- andi ósamsvar í hjartanum á lat-standa-til-kapital- ismuni, at staturin setir sín egna tiluverurætt í váða við at gera seg sjálvan so lítl- an, meðan stórfyritøkurnar yvirtaka leikpallin. Eg ætli mær at kanna, hvat hendir við einari verð, har vit ikki longur kunna líta á, at stat- urin røkir okkara áhuga- mál, har sjálv orsøkin til at fara í kríggj móti Irak fán- aði til frama fyri vinnulig áhugamál, og har ódemo- kratiskar kreftir – stórfyri- tøkurnar – eru í ferð við at yvirtaka leiklutin hjá mynd- ugleikunum. Eg ætli mær at kortleggja ta ótamdu jagstranina eftir profitti. Eg ætli mær at konfrontera tey, sum verja valagn við, at tað er eitt slag av talu- og skrivifrælsi, og tey, sum verja ikki-uppílegging í viðurskiftini hjá øðrum londum við, at tað gagnar ikki teirra handilsligu áhugamálum, skrivar Noreena Hertz um sínar ætlanir við bókini, sum hesi úrdrøg verða gjørd burtur- úr. Hon heldur fram: Gongdin 20 tey seinastu árini, tá politikararnir eru komnir undir valdið hjá stórfyritøkunum, byrjaði við Margaret Thatcher í Bretlandi og Ronald Reag- an í USA og hevur síðani vaksið sum ein hydra, ein ormur við níggju høvdum, við ymiskum positivum og negativum skapi. Av tí at stjórnirnar ikki so frægt sum viðurkenna, at ein tig- andi kollvelting hevur ver- ið, er vandi fyri, at tær oyðileggja ta tigandi avtal- una millum stat og borgara, sum liggur í fólkaræðisins hjarta. Ein høvuðspartur av bókini snýr seg um at rannsaka hesa gongd og avleiðingarnar av henni. Støðan er hættislig í dag. Gera vit einki, bjóða vit ikki Teirri Tigandi Kollvelting- ini av, so er alt mist. Vit fara at síggja, at inntøku- munurin er ikki bara ringur fyri tey fátæku, men eisini tey ríku. Tað er vandamikið fyri øll, at grundarlagið undir politiskari stýring verður máað burtur. Ein heimur, har George W. Bush fær eina lóg fyri og aðra eftir samtykta til frama fyri stórfyritøkurnar, har Rupert Murdoch hevur størri vald enn Tony Blair og vinnulívið setir politisku dagsskránna, er bæði ræð- andi og ódemokratiskur. Mítt tema er, hvussu Tann Tigandi Kollveltingin sníkti seg inn á okkum, hví hetta hevur so stóran týdning, og hvat vit kunna gera við tað, skrivar Noreena Hertz í innleiðandi kapitlinum. Síðani fer hon undir eina gjøllari viðgerð av tí, sum í høvuðsheitum longu er nevnt. 2. kapittul kallar hon “Lívið í einari materialist- iskari verð”. Her er eitt úr- drag úr tí kapitlinum: Gongdin í Bhutan Kongaríkið Bhutan er eitt sjálvstøðugt fúrstadømi í Himalaya millum Tibet og India. Har búgva 600.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at av- byrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Í Bhutan verður við- gongd máld í mun til øko- logiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upp- lýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varð- veitt. Kongurin Wangchuk sigur, at “brutto tjóðar- eydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarfram- leiðsla”. Í 1998 vitjaðu 500.000 ferðafólk grannalandið Nepal. Bhutan loyvdi ikki meira enn 6000 ferðafólk- um inn í landið. Hvør ein- stakur ferðamaður fekk strong boð um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg. Millum annað varð forboð- ið teimum at geva børnum góðgæti ella annað, tí tey skuldu ikki verða lærd at bidda. Landið kundi havt stóra inntøku av timburútflutn- ingi, men hevur noktað at høgga trø niður, tí tað skaðar umhvørvið. Plan- leggingarráðharrin hevur sagt: “Vit vilja ikki kasta okkum treytaleyst inn í alt, sum er modernað. Vit royna tí at varðveita okkara ment- an, okkara siðaarv, okkara virðisskipan og okkara mentanarstovnar.” Men fangarmarnir hjá altjóða kapitalismuni røkka langt. Líka til Bhutan, har parabolantennur vaksa sum hundaland. Ávirkanin frá Vesturheiminum sæst longu væl. Kurvabóltur er vorðin tjóðarítrótt í staðin fyri bogaskjóting. Boogie Woogie, eitt sjónvarpsshow, sum Golcate stuðlar fíggj- arliga, kappast við pano- ramaútsýnið til Himalaya. Teldupostur er komin í staðin fyri brævskriving, hóast tann elsta av teimum fýra konunum hjá kongi bjóðaði fólki at senda brøv ókeypis í 10 dagar fyri at forða hesari gongd. Børn, sum fara pílagrímsferð til kleystur at biðja, eru ílatin Spice Girls T-skjúrtur. Í høvuðsstaðnum Thimphu selja 25 privatar sølubúðir sjónbond. Sjálvt Bhutan, tað seinasta Shangri-La, er fallið. Landið loyvir vestur- lendskari ávirkan, tí tað er ikki ført fyri at halda ímóti freistingunum og kann ikki halda fram við avbyrging- arpolitikkinum. Støðan reisir nógvar spurningar. Hvussu long tíð gongur, til altjóðagerðin og tær frælsu marknaðar- kreftirnar hava víggirt seg so væl, at tað vendist ikki aftur? Verður Bhutan ført fyri at finna eina millum- leið? Fara mammon og MTV-mentanin skjótt at yvirtaka tann fagnað, Buddha hevur átt? Hvussu leingi aftrat kunna kongur og hansara fýra konur stýra búskapinum og átaka sær ábyrgdina av vælferðini hjá borgarunum? Neyvan leingi, skula vit meta eftir gongdini aðra- staðni. Men so leingi tað varir, hevur bhutanski staturin tað størsta fíggjarliga valdið, td er tað mesta av ídnaðinum statsogn, og staturin røkir fólksins vælferð. Tað sama var galdandi í USA og Evropa stóran part av farnu øld, til lat-standa-til-kapi- talisman tók seg fram í 1970-unum og 80-unum. Áðrenn myndugleikarnir løgdu saman ástir við fría marknaðin. Keynes er vorðin ein fótnota Síðst í 19. øld ásannaðu stjórnirnar í Evropa og USA, at staturin átti við ymiskum sosialum tiltøk- um at tálma teimum ring- astu avleiðingunum av kapitalismuni. Um miðju 20. øld høvdu flestu lond sett ávísar vælferðarskip- anir í verk, ymiskar frá landi til land, men tó so, at flestu lond í Vesturheim- inum veittu útbúgvingar- stuðul, heilsutænastu, húsa- ella íbúðarstuðul og okkurt slag av inntøkutrygd. Í Bretlandi td vaks part- urin av bruttotjóðarfram- leiðsluni, sum varð brúktur til vælferðartænastur, úr 5% í 1945 upp í 20% í 1975. Í sama tíðarskeiði øktust útreiðslurnar til almennu heilsutænastuna úr 500 mió. pundum upp í slakar 6.000 mió. pund. Tað gekk seinni í USA. Har fór staturin ikki rættiliga at taka sær av fólksins væl- ferð fyrr enn í forsetatíðini hjá Kennedy og Johnson 1961-69. Í 1964 kunngjørdi Johnson “nasjonalt kríggj móti fátækadøminum”. Samstundis gjørdist stat- urin nógvastaðni tann mest týðandi leikarin í búskap- inum. Longu fyri seinna heimsbardaga fóru stjórnir- nar í Vesturevropa at tjóðar- taka ídnaðin. Undir kríg- num hevði staturin fult eftirlit við búskapinum, og tað helt í ein vissan mun fram eftir kríggið. Í staðin fyri ta neoklassisku liberal- ismuna, har marknaðurin stýrdi búskapinum, kom keynski búskapurin. Búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes helt, at myndugleikarnir bæði kundu og áttu at leggja seg út í búskaparviðurskifti. Eftir krakkið í Wall Street gjørdi hann eina nýggja búskaparliga læru. Hann mælti myndugleikunum til at økja tann fíggjarliga eftirspurningin og syrgja fyri arbeiði til allar hendur innan fyri rammurnar av einum blandingsbúskapi og einum vælferðarstati. Síðst í 1940-árunum fór bretska arbeiðarastjórnin at fremja politikkin eftir læruni hjá Keynes í verki. Longu í 1946 bundu ameri- kansku myndugleikarnir seg til at virka fyri arbeiði til allar hendur, men sum nevnt varð ikki farið undir at fremja hetta í verki fyrr enn í sekstiárunum. Onnur lond í Vesturheiminum gingu somu leið. Viðurskiftini broyttust, tá OPEC hækkaði oljuprísin heilt nógv síðst á árinum í 1973. Teir høgu oljuprísir- nir gjørdu, at lønir og prísir ruku upp í loft, heimurin fekk lágkonjunktur, ar- beiðsloysið gjørdist stórt, og í fleiri londum fór infla- sjónin upp um 20%. Læran hjá Keynes, sum hevði riggað so væl í 30 ár, var ikki før fyri at loysa trupulleikarnar. Politikarar vóru á einum máli um, at nú kravdist ein onnur bú- skaparlig stýring: ein strangari fíggjarpolitikkur og eftirlit við peninga- nøgdini. Fíggjarmálaráð- harrar í øllum londum í Vesturheiminum løgdu dent á, at neyðugt var at basa inflasjónini og minka tær almennu útreiðslurnar. Treytirnar, sum fylgdu við lánum, vóru strangar. Í 1976 noyddist bretski fíggj- armálaráðharrin Denis Healey út at taka lán. Al- tjóða Valutagrunnurin IMF setti sum treyt, at Bretland minkaði tær almennu út- reiðslurnar og basti infla- sjónini. Frá hesi løtu var hug- sjónin hjá Keynes um tann sterka statin deyð ella doyggjandi. Á landsfundin- um hjá Labour sama ár segði forsætisráðharrin James Callaghan: “Vit hildu, at vit kundu koma burtur úr lágkonjunkturi og skapa arbeiðspláss við at… økja almennu útreiðslur- nar. Eg sigi tykkum øllum erliga, at henda møgu- leikan hava vit ikki longur.” Í USA kom Carter forseti til somu niðurstøðu og skerdi almennu útreiðslur- nar. Noreena Hertz skrivar: “Tá tað leið móti endan- um á sjeytiárunum varð Keynes – maðurin sum Vesturheimurin hevði fevnt og fylgt í royndunum at byggja uppaftur ein heim, oyðilagdur av kríggi, sam- stundis sum eitt trygt bul- virki móti kommunismuni varð bygt – burturvístur til eina fótnotu í søguni. Men hóast keynesianisman var burtursøgd, gingu nøkur ár, áðrenn eitt nýtt slag av kapitalismu við einari greiðari hugsjón kundi reypa av sigri. Í stjórnar- tíðini hjá Callaghan og Carter varð framvegis hild- ið, at staturin var til fyri at loysa inkonsekvensin í marknaðinum, at hann hevði ein týðandi leiklut í búskapinum.” ∆ Búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes skapti eina nýggja læru, tá amerikanski búskapurin skuldi fáast á føtur. Men í dag er hann mest av øllum átøkur eini fótnotu í búskaparfrøðini