Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 52 - 16. mars 2005 Phoenix-skandalan: Í minsta lagi 130 føroy- ingar ganga í dag við óvissuni um, hvat verður av pening- inum teir settu í íleggjarafelagið Phoenix Kapital- dienst. Peningurin kann vera horvin. – Vit eru líka so sjoker- að sum tit, sigur stjórin Claus Schæfer ÍLEGGJARAR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað er trupult at siga heilt nágreiniliga, hvussu nógv- an pening føroyingar hava sett í Phoenix. Men talan kann vera heilt upp ímóti 100 milliónum krónum. Harafrat er greitt, at oman fyri 130 føroyskir íleggjarar hava sett pening í felagið, og sum nú er ávegis húsagangi. Tað váttar stjórin fyri donsku deildina av Phoenix Kapitaldienst, Claus Schæfer fyri Sosialinum. Men tað ber kortini ikki til hjá honum at siga nakað um, hvussu stóran part av hesi upphæddini, ið føroy- ingar hava mist ella kunnu missa. Og hann hvørki fær ella kann siga nakað um, hvør ella hvørjir teir føroying- arnir eru, sum í fyrsta umfari hava sett pening í felagið. Vitjað javnan í Føroyum Síðani tíðindini bórust um burturblivnu pengarnar í felagnum, hevur telefonin gingið heit hjá Claus Schæfer, ið er stjóri fyri norðurlendsku deildina hjá felagnum. Nógv hava ringt og spurt um lagnuna hjá teirri upp- hæddini, tey hava sett í felagið. Her kann vera talan um bæði fimmsiffraði, sekssifraði og upphæddir av enn størri slagi, sum fólk hava sett í. Felagið bjóðaði kundum sínum eina góða úrtøku, og eingin ivi er um, at nógv hava fingið væl burturúr peninginum hesa tíðina. Men við einum stórum av- kasti er eisini váðin tað størri. Hetta hevur tó ikki forð- að føroyingum í at seta hópin av peningi í felagið. Umboðsmenn frá felagnum hava, tey seinastu 10 árini, javnan verið í Føroyum fyri at hitta nýggjar kundar. Teir hava verið her eina til tvær ferðir um árið. Úrslitið av ferðunum hevur verið sera gott, tí líkt er til, at teir hava fingið fatur á fleiri peningasterk- um føroyingum við váða- fúsum kapitali. Harmfullur Eitt gott dømi um tann før- oyska áhugan í felagnum er tann lýsingin, sum hongur á B36-húsinum og sum vit avmyndaðu í blaðnum í gjár. Eitt annað dømi um henda áhugan er, at júst stjórin, Claus Schæfer eis- ini hevur verið við á hesum Føroya-ferðunum. – Eg havi sjálvur verið her einar 5-6 ferðir. Eg kenni tí til viðurskifti tykk- ara, og eg veit tí eisini, hvat stendur uppá spæl hjá mongum. – Eg eri tí ógvuliga keddur um støðuna, sum vit í Danmark ikki hava havt nakra ávirkan á. Tað harmar meg almikið, og vit eru líka so sjokerað sum tit. Hetta hevði eingin væntað, sigur hann við Sosialin. Ítróttur og skip Hesir 130 íleggjararnir eru øll sløg av fólki, og finnast í øllum løgum av samfe- lagnum. Felagsnevnarin fyri tey er, at tey hava pening tøkan, sum tey ynskja at seta í feløg uttanlands. Tað er helst so, sum onkur hevur sagt, at henda peningin hava tey í roynd og veru ikki brúk fyri, og at tey tí seta hann í onnur feløg. Millum teir mongu før- oyingarnar, sum hava sett hesar 100 mió. kr. í Phoen- ix finnur ein øll sløg av fólki. Her eru ítróttarfeløg, skiparar, sjómenn, reiðarar og hópin av feløgum og fyritøkum, sum nú altso eru í vanda fyri at missa eina rættiliga stóra peningaupp- hædd. Arbeitt verður nú við at greina út tapið hjá øllum pørtum - og herundir eisini tann føroyska partin. Nær nærri fæst at vita um hetta, dugir Claus Schafer ikki at siga. Stjórin: – Hetta hevði eingin væntað Hesir hava ikki sett í Vit hava ringt til nakrar fyritøkur, og spurt um tær hava sett pening í Phoenix Kapitaldienst. – Kenni ikki menninar Tummas Hanus Dam í Ítrótti sigur seg ikki kenna nakað til Phoenix. - Eg geri ikki íløgur í slíkt, sigur hann. – Teir hava runnið eftir mær Torbjørn Jacobsen, reið- ari og tingmaður kennir væl til Phoenix – alt ov væl! - Tey seinastu fýra árini hava teir ringt til mín minst tvær ferðir um vikuna fyri at fáa meg at seta pening í, sigur hann. Hesin umboðsmað- urin, Jørgen Jensen tosar, sambært Tobba "som et vandfald", og dugir uttan iva væl at sannføra fólk um at rætt er at seta pening júst í teirra felag. Teir frá Phoenix hava eisini sent honum eina sera snotuliga brosjyru fýra ferðir um árið. – Men eg hoppi ikki uppá slíkt, sigur Tobbi. – Ikki við Johannes Jakobsen, ið rekur El-húsið í Saltang- ará hevur heldur ikki sett pening í felagið. - Tíbetur, sigur hann stutt. – Fínar brosjyrur Beta í Fuglafirði hevur eisini fingið fyrispurn- ingar frá Phoenix um at seta pening í. - Teir hava sent okkum fínar brosjyrur, men vit hava ikki sett nakran pening í, sigur Ragnar Olsen. – Lýsingin ein tilvild Í blaðnum í gjár høvdu vit eina mynd av einum stórum lýsingaskelti á B36-húsinum, har lýst verður um tryggar íløgur í Phoenix. Kristan á Neystabø, fyrrverandi formaður í B36 sigur, at felagið ikki hevur nakran pening í klemmu í Phoenix. Og lýsingin kom eftir at fótbóltsfelagið sjálvt hevði biðið um hana. – Vit vildu hava lýs- arar, og tí ringdu vit runt til ein hóp av feløgum og fyritøkum. Og soleiðis fingu vit lýsingina frá Phoenix, sigur Kristjan á Neystabø. Hvør hevur so sett pening í? Aðrastaðni á síðuni hava vit tosað við nakrar menn, sum IKKI hava sett pening í Phoenix. Tann stóri spurningurin er, hvør so hevur gjørt tað? Eru tølini rætt – at omanfyri 130 føroyingar hava sett einar 100 mió. kr. í felagið - so eru uttan iva onkur sum hevur sett nógv, meðan onnur hava sett smærri upphæddir, kanska heilt niður í 50 til 60.000 kr. Óhugsandi er ikki, at fleiri vinnulívsmenn hava sett pening í felagið sum eitt slag av uppsparing til eina koman di pensjón. Til ber hjá teimum at seta pening í partabrøv, men tað krevur at ein fylgir rættiliga væl við gongdini. Fleiri hava tí valt íleggjarafeløgini – harav summi hava kastað væl av sær, meðan ein í hesum førinum við Phoenix er í vanda fyri at missa alt ella ein part av ískotna peninginum. Summir fegnast, meðan onnur hugsa um útsjóndina, nú útbyggingar standa fyri framman við ídnaðarøkið í Kollafirði HAVNABYGGING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: Eingin ivi er um, at kollfirðingar hava sera stóran áhuga í tí, sum hendir á vinnuliga økinum í bygdini. Tað prógvaði til fulnar tann fundurin, sum mána- kvøldið varð hildin í Bygdarhúsinum, har kunn- að varð um ætlanirnar á havnaøkjunum í Kollafirði og á Oyrareingjum. Býráðið í Havn var eisini væl umboðað á fundinum. Við hesum ynskti ein at koma nær til borgaran við hesi ætlanini, sum uttan iva kemur at verða til gagns fyri bygdina. Fyri og ímóti Oman fyri 150 fólk høvdu leitað sær í Bygdarhúsið fyri at hoyra um ætlanirnar fyri ídnaðarøkið og havna- lagið í bygdini. Á økinum liggur í rúgvuvís av gróti úr Vága- tunlinum, og spurningurin er nú, hvat tað skal nýtast til. Á fundinum varð nortið við ætlanirnar at gera eina bingjuhavn á Oyrareingj- um. Hinvegin skilst, at tað eru ymiskar hugsanir um hetta málið millum bygdafólkið - summi eru fyri og onnur ímóti. Tey, ið eru fyri hesi ætl- anini, hugsa helst sum so, at tað er gott at tað hendir okkurt munagott á vinnu- liga økinum í bygdini. Og tey, sum eru ímóti hugsa helst sum so, at ein bingjuhavn á Oyrareingjum fer at skemma útsjóndina í bygdini. Og helst verður eisini meiri óljóð at hoyra, um so verður at ætlanin verður sett í verk. Á fundinum varð eisini tosað um tær ætlanir sum uppá longri sikt eru við- víkjandi havnaviðurskift- unum í Kollafirði. Hesin fundurin var tí at meta sum ein kunning um eitt arbeiði, sum er í umbúna, og sum helst fer at halda fram í framtíðini. Stórur áhugi fyri menningini Býráðslimir í Havn vóru væl umboðaði á fundinum í Kollafirð, har kunnað var um havnaútbyggingar í bygdini Mynd: Jens Kr. Vang