mikudagur 16. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
21
FRÁLANDAVINNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast svørt skíggj og vána-
ligir konjukturar gera seg
galdandi í búskapinum hjá
stórum pørtum av føroysk-
um vinnulívi, so eru tað tó
tey, sum mennast og bróta
upp úr nýggjum. Eitt av
hesum feløgum er Thor í
Hósvík, sum í dag hevur
skip síni í arbeiði á mestum
øllum heimsins høvum –
frá Norðsjónum til Mexi-
kanska Flógvan og til
strendur Afrika.
Thor, sum hevur ment sítt
virksemi stig fyri stig – og
hevur valt at hava fleiri bein
at standa á tvs. bæði fiski-
skip og frálandaskip –
gjørdi nú um dagarnar enn
eina íløgu í framtíðina, tá
tað keypti eitt frálandaskip
í Noregi fyri umleið 20
mill. kr. Skipið kom fyri
fyrstu ferð á Hósvík í viku-
skiftinum og fær skipið
navnið "Thor Supplier".
Talan er um ein kombi-
nerðan supply- og stand-
bybát. Tvs. at hann bæði
kann flyta vøru til og frá
oljupallum og hava vaktar-
hald við pallin.
Ætlanin er at brúka
nýggjasta skipið í Thor-
flotanum sum veitingarskip
hjá seismikkskipum í byrj-
anini. Sáttmáli er gjørdur
við Mærsk um uppgávur í
danska partinum av Norð-
sjónum.
Hans Andreas Joensen,
stjóri í Thor sigur, at teir
sjálvandi eisini hyggja eftir
møguleikum í føroyskum
øki, bæði í sambandi við
seismikkarbeiði og annars
boring. –Vit eru búnir í dag
til at bjóða skipið fram sum
eitt veitingarskip á føroya-
økinum, eitt nú í næsta ár,
tá fleiri av feløgunum fara
at bora brunnar sigur Hans
Andreas Joensen. Statoil
hevur annars brúkt júst
hetta skipið sum stand-
byskip í Norðsjónum í seks
ár.
Í dag eigur og chartrar
Thor umleið 10 skip, sum
arbeiða í altjóða frálanda-
vinnuni. Haraftrat er talan
um tey fiskiskip. Hesi
mongu skipini geva arbeiði
til umleið 120 fólk.
Hans Andreas Joensen
sigur, at fyritøkan miðjar
eftir at arbeiða globalt, tí
tað gevur støðugt arbeiði og
ikki minst nógvar royndir.
Men tað er so heldur eingin
loyna, at felagið fegið sær,
at tað kann fáa uppgávur í
Føroyum eisini, tá slíkar
gerast veruleiki. – Royndir-
nar úti í heimi skulu so
eisini gera okkum klárar og
búnar til at kunna fara undir
uppgávur í heimasjógvi, tá
tað verður aktuelt aftur. Tá
og um nógv arbeiði verður
fyri frálandaskip í føroysk-
um sjógvi, er Thor tilreiðar
við síni vitan og sínum
skipum sigur virkisfýsni og
bjartskygni skiparin og
stjórin, sum hóast nógva
virksemið á heimsins høv-
um, tó tykist at hava bæði
beinini væl á jørðini.
Thor í Hósvík stevnir út á heimsins høv
Keypa frálandaskip fyri 20 mill. kr.
Nýggjasta farið í Thor-flotanum í heimligum umhvørvi
±Mynd Jens K Vang.
Hans Andreas Joensen, stjóri fegnast um keypið av enn einum frálandaskipi til Thor-flotan
Mynd Jens K Vang