Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 52 - 16. mars 2005 - Hetta er eitt sam- starv, sum hevur til endamáls at gera okkum betri at ganga seljarum og keypar- um á møti í teirra ynskjum um landing, skiljing og pakking av fiski, sigur Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á Landingarmiðstøð Føroya FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landingarmiðstøð Føroya, sum P/F Fiskamarknaður Føroya eigur og P/F Snodd á Toftum, eru nú farin undir eitt royndarsamstarv, har Landingarmiðstøðin í fyrsta lagi landar og skilir fiskin, meðan Snodd tekur sær av pakking, tá ið viðskiftafólk ynskja, at fiskurin verður pakkaður. Samstarvið merkir, at Snodd ikki longur fer at landa skip sum higartil, men í fyrsta lagi fer at leggja seg eftir at pakka. Væntandi merkir avtalan, at fleiri landingar verða um Landingarmiðstøðina, tá ið Snodd ikki longur fer at landa, og tí er ætlanin, at nakrir av landarunum hjá Snodd fara at landa fyri Landingarmiðstøðina. Ov lítið í part Bæði feløgini hava landað skip og skilt, men mett verður, at nýggja samstarv- ið fer at tæna báðum pørt- um – og ikki minst seljar- um og keyparum, nú bæði feløgini fara at leggja seg eftir tí, sum tey duga best og ikki hava somu "funk- tiónir" á bryggjuni á Toft- um. Við hesum er ikki sagt, at bæði feløgini ikki duga at landa og skilja, men markn- aðurin er ikki so stórur, at nóg mikið er til báðar partar. Sum skilst, hevur land- ingarparturin ikki kastað tann nógva peningin av sær. Landingarmiðstøðin hev- ur framkomna skiljilinju, og hjá Snodd hava tey stóra pakkilinju og drúgvar royndir í at pakka fisk. Er nógv at gera, kunnu bæði feløgini vera saman um fleiri av uppgávunum, soleiðis at tænastan hjá seljarum og keyparum verður betur enn higartil. Mennandi samstarv Kristian Fríðrik Olsen er stjóri á Landingarmiðstøð Føroya, sum hevur landing á Toftum og í Klaksvík. Hann sigur, at eitt av endamálunum við avtaluni, sum er gjørd millum Land- ingarmiðstøðina og Snodd, er at menna hendan partin av fiskivinnuumhvørvin- um á Toftum. - Málið er at optimera landing, skiljing og pakk- ing og harvið at kunna bjóða okkara viðskifta- fólkum eina betri tænastu. Kristian Fríðrik ásannar, at tænastan, sum Landing- armiðstøðin hevur bjóðað sínum viðskiftafólkum, hevur ikki verið nóg góð. - Nú vilja vit í felag kunna bjóða seljarum og keyparum fleiri tænastur og vilja náa málinum at nøkta Landingarmiðstøð Føroya og Snodd gingin saman í samstarv Landingarmiðstøðin hjá Fiskamarknaði Føroya fer nú at landa øll skip og bátar, sum landa á Toftum. Væntandi verður brúk fyri nøkrum av landarunum, sum áður landaðu fyri P/F Snodd Mynd: Vilmund Jacobsen