Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

teir serligu tørvir, sum seljarar og keyparar hava. Tæna øllum pørtum Hann sigur, at økta tæn- astan eitt nú skal skapa møguleikar fyri skiljing í fleiri støddir, soleiðis at viðskiftafólku skulu kunnu fáa tað, tey vilja hava. - Ein slík tænasta tænir bæði teimum, sum flyta feskan fisk av landinum, men eisini teimum virkjum í Føroyum, sum ynskja at arbeiða ávís fiskasløg – og ikki minst ávísar støddir av fiski. Kristian Fríðrik ásannar, at keyparar stundum hava havt fleiri ynskir, enn fe- løgini hava kunnað gingið á møti. - Nú vilja vit brúka ork- una og førleikan betri, soleiðis at meira kann fáast burtur úr – viðskiftafólk- unum og okkum øllum at gagni. Hann heldur, at tað týdn- ingarmesta er, at tvey feløg, sum hava líknandi funk- tiónir – undir liðini á hvørjum øðrum - ikki drepa hvørt annað, men heldur í samstarvi kunnu veita eina betri tænastu og harvið tjena pening, sum er neyð- ugt, um virksemið skal vera varandi. Útróðrarfiskurin Vit spurdu eisini Kristian Fríðrik Olsen, um hann væntar, at útróðrarfiskurin kanska fær eina sterkari støðu á marknaðinum, nú feløgini eru gingin saman um samstarv. Hann gevur okkum rætt í, at útróðrarfiskurin er vorðin "det sorte får" í skipanini, men hann sigur seg vóna, at eisini útróð- rarfiskurin kemur at fáa nakað burtur úr hesum. - Útróðrarfiskurin er vorðin nógv betur við tíð- ini. Menn gera meira burtur úr við at hava góðan fisk – og toskurin er sum so eingin trupulleiki. Trupul- leikin er serliga hýsan, sigur hann. Kristian Fríðrik Olsen sigur, at tann góði útróðrar- fiskurin skuldi verið flokk- aður fyri seg, soleiðis at teir, sum hava góðan fisk, fáa meira fyri sína veiði. - Tað skal loysa seg at gera eitt gott arbeiði – eisini hjá útróðrarmonn- unum. Hetta eigur sjálvsagt at síggjast aftur í prísinum, leggur hann aftrat. Nr. 52 - 16. mars 2005 23 Sterk bilasøla Hóast talan í fjør var um eina niðurgongd upp á eini 20% fyri bilasølurnar kring landið, so tykist hetta ikki hava skalað Berg Motors. Virkið hjá Johannes Berg, sum er eitt hitt størsta av sínum slag í landinum, hevði í fjør eitt úrslit á 4.115 tkr. eftir skatt. Hetta eru 878 tkr. lakari enn úrslitið fyri 2003, men verður serliga gongdin hjá bilasølum í Føroy- um havd í huga, so má kortini sigast, at talan er um nøktandi úrslit. Frá seinnapartin av 90’unum og fram til 2003 hevði føroyska bilparkin ein óvanliga stóran tørv á endur- nýggjan, og tað ávirk- aði eisini talið av seldum bilum. Nú verður mett, at bila- sølan er komin í eina meira náttúrliga legu. Eginpeningurin hjá Berg Motors er nú 24.175 tkr. 20 fólk starvast hjá fyritøkuni. -jm Pengar í leikunum Sp/f Aspo, sum er fe- lagið handan BR-leik- ur í Føroyum, hevði aftur í fjør eitt hampu- ligt avlop í roknskap- inum. Talan gjørdist um eitt úrslit á 1.467 tkr., sum er ein mink- ing upp á 460 tkr. sam- mett við árið fyri. Leiðslan fyri felagið hevur ikki nakra árs- frágreiðing við í al- menna roknskapinum, men tað skerst ikki burtur, at talan er um eina væl konsolideraða fyritøku. Eginpeningur felagsins er 9.358 tkr., og sæð burtur frá smá- vegis skuld til ognarar umframt mvg og skatt, hvílur eingin skuld á felagnum. Seks fólk starvast á BR-leikum. -jm Í staðin fyri at landa skip og bátar, fer P/F Snodd nú – í samstarvi við Landingarmiðstøðina hjá Fiskamarknaði Føroya – burtur av at leggja seg eftir at pakka fisk Mynd: Vilmund Jacobsen - Endamálið við samstarvsavtaluni millum Landingarmiðstøðina og Snodd er at veita seljarum og keyparum eina betri tænastu. Tað er betri at samstarva og fáa nakað burtur úr einum góðum samstarvi - enn at drepa hvønn annan, sigur Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á Landingarmiðstøðini Mynd: Vilmund Jacobsen