Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 52 - 16. mars 2005 Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan fíggjarpolitik, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsar- haldið hevur so stórt hall, at tað hevði koyrt øll onnur lond á húsagang VALUTA Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Vikan, ið fór, vísti at doll- arin enn er minkandi í virði mótvegis euro. Eygleiðarar eru at kalla allir samdir um, at hetta fer at halda fram í rúma tíð framyvir. Haraftrat er vandi fyri, at tað knapp- liga kann koma at ganga ógvisliga skjótt niður á bakka við dollara, men um? og nær? Tað dugir eingin rættiliga at siga nakað vist um. Fyri einum mánað síðani gav ein euro 1,28 dollar; tað er nú umleið 1,34. Ella euro er styrknað við umleið 5 procentum. Í seinastu viku fekk dollarin fleiri álvarsligar "ávaringar", og hetta gav euro økta styrki einaferð aftrat, úr 1,3197 upp í 1,3372 nú mánadagin, sum kurvumyndin vísir. Mánadagskursurin, fast- settur av ECB, var tó eitt sindur lægri enn seinasta fríggjadag. Ávaringar úr Japan, Korea og Kina Hvørjar "ávaringar" var tað so, at dollarin fekk? Jú japanski fíggjarmálaráð- harrin hevði í eini røðu fleiri ábendingar um, at Japan fór at "divercifiera" ella spjaða innihaldi í sín- um valutagoymslum meira. Tað merkir, at teir fara at selja dollaran burtur, tí í løtuni er størsti parturin av japansku valutagoymsluni bygdur upp av dollars. Hetta vóru somu "ávaring- ar", sum lóku út í Suður- korea fyri tveimum vikum síðani, og sum skakaði dollaran, hóast teir beinan- vegin dementeraðu ella avsannaðu hesi tíðindi. Frá aðrari síðu eru komnar ábendingar um, at Kina longu er farið at selja dollar burtur úr valutagoymsluni har, tó uttan at siga eitt orð um tað. Tað hevði kanska eisini verið óklókt, tí so hevði kursurin verið upp- aftur lægri, og teir høvdu fingið minni fyri pengar- nar. "The twin deficits" Amerikanski búskapurin hevur bæði sterkar og veik- ar síður.Tær veiku síðurnar eru • í fyrsta lagi, at USA hevur eitt risastórt hall á landshúsarhaldinum ella fíggjarlógini; • harnæst er eitt skelk- andi stórt hall á handils og gjaldsjavnanum. Hetta eru strukturel pro- blem. Nakað sum er skeivt skrúva saman. Hetta er komið at eita "the twin deficits". Hesi bæði "deficits" skulu fíggjast so ella so. Við lánum, við útlendskum íløgum ella keyp av amerikanskum virðis- brøvum. Tað hevur ging- ið gott higartil, men kann ikki bara halda fram. Tær sterku síðurnar eru, • at búskaparligi vøkst- urin er væl størri í USA enn í Europa og Japan. • Hartil er arbeiðsloysið (í hvussu so er tað registreraða) lágt í mun til tað europeiska. Skattalættar til tey ríku Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan fíggjarpoli- tikk, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsarhald- ið hevur so stórt hall, at tað hevði koyrt øll onnur lond á húsagang. Hetta hallið á fíggjarlógini kemst av Irak- krígnum og stórum skatta- lættum í USA. Skattalættar, sum Bush og hansara kon- servativa stjórn hava givið, og serliga vinnulívið og tann ríkari parturin av fólk- inum hevur fingið fyrimun av, meðan tey fátæku hava versnandi kor. Hóast ein dollari, sum hevur minkandi virði, skuldi lætt um útflutnings- vinnurnar og givið avlop á handilsjavnanum, so er hetta ikki hent. Hallið bara veksur og veksur. Men landsbankastjórin Green- span hevur gott tol. Hann trýr enn, at væl stendur til, og at útflutningurin fera at mennast onkuntíð. Ameri- kanska Department of Commerce sigur at hand- ilshallið vaks frá 55,7 milli- ardir $ í januar til 58,3 milliardir í februar. Eyg- leiðarar høvdu ikki væntað, at tað fór at versna so nógv. Sum kurvumyndin vísir, so øktist virði á dollara frá fyrst í januar til fyrst í februar. Hví? Tað verður forklárað við, at hóast "the twin deficits" hava gjørt seg galdandi í langa tíð (eisini longur enn kurvu- myndin vísir). So fokuser- aði valutamarknaðurin henda mánaða meira uppá tær positivu síðurnar, sum kunnu stýra rákinum eina stutta tíð. Lítið arbeiðs- loysi, fleiri nýggj arbeiðs- pláss, lítil inflatión, stórur vøkstur í framleiðsluni (GDP). Men nú eru tað so aftur teir strukturellu veik- leikarnir, the "twin de- ficits", og hóttanin um at asiatisku londini knappliga fara at kassera dollar sum tiltaksvaluta, sum fær doll- aran at falla. Uppskriftin hjá Peter Bofinger Ein limur í týska búskapar- ráðnum, Peter Bofinger, professari, hevur sínar ser- ligu meiningar um týskan búskap, sum er tann størsti í ES og euro-økinum. Mál- ini í Týsklandi eru millum onnur • Stórt arbeiðsloysi • Lágur vøkstur í fram- leiðsluni • Hall á statshúsarhald- inum Men hin vegin er: • Stórt avlop á handils- javnanum, hóast sterka euro • Produktiviteturin í framleiðsluni er høgur Peter Bofinger sigur, at løn- irnar skulu setast upp, so tær svara til produktivitetin (framleiddar vørur pr. tíma). Hetta hevði alt størri eftirspurning í landinum, og tað hevði givið stats- kassasum størri skatta- inntøkur. Í løtuni eru nógvir týskarar ótryggir, tí social- og arbeiðsloysislógin er broytt (kallast Hartz 4). Tí spara týskarar upp, og seta nógv til síðis, sum sostatt ikki gevur beinleiðis eftir- spurning og framleiðslu- øking. Lønirnar skulu upp, tað hevði sett meira ferð á búskapin Í samrøðu við danska vinn- ublaðið Børsen (110305) sigur Bofinger, at kapping- arevnini og produktivitet- urin í vinnulívinum eru batnað munandi. Hetta var sama fyribrigdi, sum bretska The Economist vísti á fyri nøkrum vikum síð- ani, og sum vit endurgóvu her á Vinnusíðunum. "Út- flutningsvinnan hevur tað fínt, men tað slær ikki rætti- liga ígjøgnum á heima- marknaðinum enn. Her høvdu lønarhækkingar gjørt ein mun", sigur Peter Bofinger. Hann vísir eisini til tey skandinavisku lond- ini Danmark og Norge, har lønirnar eru hægri, men hóast tað, so hevur vinnu- Ábendingar um at Kina longu er farið at selja dollars? Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan fíggjarpolitik, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsarhaldið hevur so stórt hall, at tað hevði koyrt øll onnur lond á húsagang Sum kurvumyndin vísir, so øktist virði á dollara frá fyrst í januar til fyrst í februar