mikudagur 16. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
25
lívið
framúr
kappingarevnir í hesum
londum.
Peter Bofinger hevur
eisini tað sjónarmiðið, et
Europeiski Centralankin,
ECB, skal leggja uppí
valutahaldilin fyri á tann
hátt at forða fyri at heims-
valuta nr eitt og tvey,
Dollar og Euro, svinga alt
ov nógv. Hann sigur at
bankin
skal
royna
stabilisera euro’na á einum
passaliga lágum støði, og
ikki bara lata dollar falla
og falla og at enda kanska
skrædla. Sum er í løtuni
vilja hvørki amerikanski
Federal Reserve Bank ella
ECB
leggja
uppá
og
stalilisera
valuta-
marknaðin.
Fer oljuprísurin uppá
80$ fyri tunnina?
Blaðið Neue Zürcher Zeit-
ung í Schweiz viðgjørdi
eftirspurning og prísin á
olju í grein tann 12-03-
05.Høvuðsniðurstøðan var,
at eftirspurningurin fer í ár
at hækka við 2-3 %. Tað
ljóðar kanska ikki av nógv-
um, men problemið er, at
tey oljuframleiðandi lond-
ini, bæði í og uttanfyri
OPEC, hava ilt við at
fylgja
við
eftirspurninginum. Tann
stóri framleiðsluvøksturin
bæði í USA og Kina slúkar
óvæntaðar stórar nøgdir av
olju.
Fyrr
var
ein
framleiðslukapacitetur,
sum var til taks. Men nú
gongur oljupumpingin á
tambi. Í hesi meting eru
bæði OPEC og IEA (Inter-
national Energy Agency)
samd. Oljuprísurin, sum
hesar dagarnar er 53-54 $
fyri tunnuna, kann tí fara
heilt uppí 80$, sigur NZZ.
Búskaparfrøðingar hava
verið trekir at góðtaka
henda
møguleika
(ella
ræðuleika?), men eru nú
farnir at gera framskriv-
ingar við prísum á leið mitt
ímillum, ella 60-65$ fyri
tunnuna.
Føroyski fiskiflotin?
Hvønn týdning hetta kann
fara at fáa fyri føroyska
fiskiflotan, kunnu reiðarar
og aðrir helst vurdera nógv
betri enn eg. So komi tit
við einum boði uppá eini
framskriving uppá renta-
bilitet, sum byggir á ein
oljuprís uppá 60-70 $
tunnuna!
∆
2004 varð besta árið
hjá Kaupthing
Føroyar higartil
Hetta sigur felagið í tíð-
indaskrivi, sum varð sent
miðlunum mánadagin.
Úrslitið áðrenn skatt var
5.272 tkr., meðan úrslitið
eftir skatt var 4.236 tkr.
Hetta svarar til eina renting
av eginpeninginum á 32%.
Úrslitið av fíggjarpostum
gjørdist 16.382 tkr. - ein
hækking á 40% í mun til
undanfarna ár. Samlaðu út-
reiðslurnar vóru 11.410 tkr.
Tað er ein hækking á 21% í
mun til 2003.
Fíggjarstøðan javnvigar
við 21.053 tkr. Við ársenda
2004 var eginognin 17.615
tkr. og solvensurin var
119% í mun til minsta-
kravið, sum er 8%.
- 2004 royndist væl og vit
eru nøgd við úrslitið, men
vit hava ætlanir um at víðka
virksemi okkara meira og
at náa enn betur úrslitum,
sigur Peter Holm, stjóri.
Fyri
lánsbrævaeigarar
gjørdist 2004 nøktandi, og
eisini partabrøv, serliga
norðurlendsk, stóðu seg
væl í 2004, annað ári á rað.
Ognirnar, sum Kaupthing
Virðisbrævameklarafelag
P/F umsitir fyri føroyskar
kundar eru vaksnar við um-
leið 10% í 2004. Felagið
umsitur ognir fyri umleið
1,2 milliardir kr.
Eitt munandi íkast til
raksturin hjá Kaupthing
Virðisbrævameklarafelag
P/F í 2004 var vinnutæn-
asta. Í 2004 hevur Kaup-
thing
Virðisbrævamekl-
arafelag P/F millum annað
verið ráðgevi í sambandi
við munandi keyp av fyri-
tøkum. Eisini hevur Kaup-
thing Virðisbrævameklara-
felag P/F skipað fyri størri
kapitalhækkingum.
Í mai 2004 byrjaði Kaup-
thing Virðisbrævameklara-
felag P/F at bjóða fram
útlán til føroyskar fyritøkur.
Hetta hevur gingið væl. Við
ársenda 2004 hevði Kaup-
thing-samtakið útlán fyri
umleið 500 milliónir kr. í
Føroyum.
Aðalfundurin í Kaup-
thing Virðisbrævameklara-
felag P/F var hildin 8. mars
2005 og á fundinum varð
nevndin broytt nakað. Í
nevndini sita nú: Sigurður
Einarsson, formaður, Jógv-
an Páll Lassen, Johnie
Brøgger og Anfinnur Ol-
sen.
Gott ár hjá Kaupthing
Kaupthing Føroyar upplivdi sítt higartil besta roknskaparár í fjør
Sparikassin staðfestir,
at hóast búskaparliga
lágkonjukturin í Før-
oyum, so er talan um
ein sterkan búskap
BÚSKAPUR
Jákup Mørk
Hetta framgongur av árs-
frágreiðing bankans, har
tey millum annað hava nýtt
tríggjar búskaparfrágreið-
ingar til at greina støðuna í
føroyska búskapinum.
- Tað, sum serliga ávirkar
búskapin, er niðurgongdin í
fleiri pørtum av fiskivinn-
uni og í alivinnuni. T.d.
hava upsa- og hýsuprísirnir
verið lækkandi, og tí er
úrtøkan til manning og
reiðarí farin sama veg.
Somuleiðis hevur fiski-
vinnan á landi verið merkt
av versnandi kappingarføri,
ið sæst aftur í eini øking í
útflutninginum av óvirkað-
um fiski.
- Versnandi gongdin í
fiskivinnuni kemst millum
annað av lækkandi dollar-
anum, eini herdari kapping
frá
láglønarlondum
í
Eysturevropa og Fjareystri,
og smáfallandi støddum í
fiskiveiðuni undir Føroy-
um. Samstundis hevur ali-
vinnan verið fyri eini sera
ógvusligari minking í virk-
seminum vegna lækkandi
marknaðarprísir og hervi-
liga sjúkustøðu.
Tilsamamans, staðfestir
Sparikassin, varð talan um
eitt fall í lønarútgjaldingum
innan tilfeingisvinnuna upp
á 8,5%
Hóast kanska døpru út-
litini, so meta tey í bankan-
um ikki, at nøkur orsøk er
at missa mótið. Sagt verður,
at føroyski búskapurin er
grundleggjandi sunnur og
sterkur. Privati sektorurin
er fíggjarliga væl fyri, eins
og tann almenni parturin er
sera væl konsolideraður.
Nakað
sum
ger
tað
møguligt at halda aktivitet-
inum á einum jøvnum støði
hóast búskaparligu sveigg-
ini.
Lítil almenn skuld
Tá tosað verður um al-
mennu skuldina, staðfestir
Sparikassin eisini, at før-
oyski landskassin stendur
seg heilt væl í so máta.
Nettoskuldin hjá Lands-
kassanum er einar 2 mia
kr., sum svara til 20% av
BTÚ. Til
sammetingar
verður nevnt, at danski
statskassi hevur eina skuld
upp á 50%, tann ameri-
kanski upp á 65%, meðan
miðaltalið fyri ES-londini
er ein almenn skuld, sum
svarar til 74% av BTÚ.
Hartil skal eisini havast í
huga, at landið eigur parta-
brøv, sum svarað til eini 4
mia kr., og at nettoognin hjá
landskassanum sostatt er 2
mia kr.
At enda verður tó stað-
fest, tað framhaldandi skal
gerast eitt støðugt arbeiði
fyri at halda føroysku sam-
felagshjólunum malandi.
- Tað er tó framvegis ein
avbjóðing fyri føroyska
samfelagið at skapa fram-
leiðslu, sum ikki byggir á
fiskatilfeingi ella annað
náttúrubundið tilfeingi.
- Sum frá líðir ber heldur
ikki til at hava varandi
undirskot á fíggjarlógini,
og tí má tað almenna fáa
nýggjar inntøkur til vega
ella skarva av útreiðslun-
um. Týdningarmikið er, at
almennu stovnarnir altíð
hava røttu tilskundanina til
at effektivisera, eitt nú við
at taka nýggjastu tøknina í
brúk.
Sterkur búskapur
Hóast búskaparligu
afturgongdina, so ber
Føroya Sparikassi ongan
ótta fyri føroyska
búskapinum