Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Úttøkuvenj- ing til U15- landsliðið Venjararnir hjá føroyska U15-landsliðnum í fót- bólti, Mathias Davidsen og Eli Hentze, hava boð- sent 22 dreingjum til út- tøkuvenjingar á Toftum komandi sunnudag. Teir 22 dreingirnir eru hesir: Heini Vatnsdal VB, Gilli Sørensen TB, Christin R. Mouritsen, Gunnar Thomsen, Tumm- as Juul Thomsen HB, Ró- aldur Jacobsen, Ámund Hansen, Cristian í Garði B36, Arnar Dam ÍF, Jóan Símun Edmundson, Remi Langaard B68, Viljormur Davidsen, Karl Løkin, Monrad H. Jacobsen NSÍ, Jens M. Jensen EB/ST, Hans Jørgensen SKÁLA, Kaj Leo í Bartalsstovu GÍ, Henning S. Joensen MB, Andrias Ellings- gaard, Daniel H. Dam, Jan Elmar Sørensen, Sør- mundur Kalsø . tn Avgreiðast í vikuni Útsettu dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið skulu avgreiðast í hesi vikuni, hevur Fótbóltssambandið gjørt av LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Allir tríggir dystirnir, sum skuldu verða farna vikuskifti í kappingini um Løgmanssteypið, skulu fáast frá hondini í hesi vikuni, so at tað ikki ávirkar næsta umfar, sum skal spælast komandi vikuskifti. Dómarin tekur avgerðina FSF hevur gjørt av, at dystirnir skuldu spælast í gjárkvøldið, um líkindi vóru til tess. Um mett var, at tað ikki var gjørligt at spæla týskvøldið, skulu dystirnir avgreiðast í kvøld. Ber hetta heldur ikki til, verða dystirnir fluttir til í annaðkvøld. Tað er dómararnir í teimum ymisku dystun- um, sum tekur avgerðina, um tað er ráðiligt at spæla dystirnar ella ikki. Teir fýra útsettu dystirnir eru: LÍF-AB, SÍ-FS Vág- ar 2004 og NÍF-Fram. Nr. 52 • mikudagur • 16. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Rógvi skoraði fyri KR Einasti føroyingurin í íslendskum fótbólti, Rógvi Jacobsen, var á rætta staðnum, tá ið KR mánakvøldið vann 3-0 á ÍA ÚTISETAMÁL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan var um ein venjing- ardyst millum KR og gamla felagi hjá Julian Johnsson, ÍA av Akranesi, sum var fingin í lag, tí at tveir út- lendskir spælarar í hesum døgum eru til royndarvenj- ingar í KR. Fyrsta málið hjá Rógva í KR Teir báðir útlendingarnir, sum í løtuni royndarvenja í KR, eita ávíkavist Helmis Matute og Mychal Turpin, og teir eru ávíkavist verju- leikari og miðvallari. Rógvi myndaði saman við Arnar Gunnlaugsson álopið hjá KR, og álops- felagin legði KR á odda, tá ið eitt lítið korter var farið av dystinum. Í seinna hálvleiki gjørdi føroyski landsliðsmaðurin vart við seg, tá ið hann átta minuttir eftir steðgin var hægstur og stútaði bóltin í netið til 2-0. Hetta er fyrstu ferð, at Rógvi hevur skorað fyri KR, síðani hann fór til Íslands, og tað kemur óivað væl við hjá klaksvíkingin- um, at hann endiliga fær víst sítt máltev í Íslandi. Stutt eftir málið hjá Rógva legði Arnljótur Ást- valdsson KR á odda 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Meðan tað ikki hevur hiln- ast serliga væl hjá Kyndil í fremstu vaksnamanna- deildunum, so hevur tað tó gingið stak væl hjá yngru liðunum. Havnarfelagið hevur nevnliga vunnið bæði gentu- og dreingjadeildina hjá teimum 10 ára gomlu. Dreingjaliðið hevur vunnið deildina triðja árið á rað, og tað má sigast at verða eitt sera gott avrik. Í gentu- deildini er tað hinvegin so, at talan er um fyrsta meist- araheitið hjá Kyndil í gentur tíggju ár í ellivu ár og bert tað triðja í søguni. tn Kyndil vunnið bæði gentur og dreingir 10 ár Føroyski landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen var á blettinum fyri lið sítt KR, tá ið teir mánakvøldið vunnu 3-0 á ÍA av Akranesi í venjingardysti. savnsmynd Kyndil - gentur 10 ár føroyameistarar: Guðrið Eystberg, Turið Arge, Kirstin í Garði, Rannvá Egholm, Gunnvør Brekkstein, Annika Sigurdsdóttir, Sissal Skaale, Sára Sondum, Sissal Samuelsen og Elin Carlsson. Venjarar eru Sólva Eystberg og Birgir Sondum Kyndil – dreingir 10 føroyameistarar: Andrias Eriksen, Magnus Egilsson, Eirikur Simonsen, Ári Mohr Danielsen, Eli Nolsøe, Kjartan Nielsen, Bogi Sørensen, Rani Kyster og Johan Hansen. Venjari er Lotte Sørensen