Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2005 27 Spæla um pláss í meistaradeildini Leygardagin í næstu viku verður tað av- gjørt, um tað verður SÍ ella Fleyr, sum fara at vinna sær sætta og seinasta plássið í meistaradeildini hjá kvinnum komandi kappingarár UPP- OG NIÐURFLYTING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er longu greitt, at SÍ endar á aftasta plássi í meistaradeildini hjá kvinn- um í flogbólti. Hetta merk- ir, at sørvágskvinnur skulu spæla um upp- og niður- flyting móti fremsta liðnum í 1. deild. Fleyr greiður vinnari av 1. deild Kvinnurnar hjá Fleyr, sum í fjør fluttu úr meistaradeild- ini, hava langt síðani vunn- ið kappingina í 1. deild, og tað verða tí tær, sum skulu spæla móti SÍ um plássið í bestu deildini. Flogbóltssamband Før- oya hevur nú ásett, at upp- og niðurflytingardysturin millum kvinnuliðini hjá SÍ og Fleyr skal spæla leygar- dagin 26. mars klokkan 15.00 í Hoyvíkshøllini, og tá fæst so greiði á, um tað verður SÍ, ið framhaldandi fer at verða í fremstu deild- ini, ella um kvinnurnar hjá Fleyr endurvinna sær sess millum tær bestu. Jón Rói Jacobsen spældi allan dystin, tá ið Frem mánakvøldið hevði seinastu dystar- royndina undan fyrsta dystinum í Via- sat Sport kappingini, sum fer av bakka- stokki aftur um viku- skiftið ÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mótstøðuliðið hjá Frem mánakvøldið var AB, sum eisini spælir í Viasat Sport kappingini. Jón Rói var sum vant í miðverjuni hjá Frem, og hann kundi fegn- ast um, at Frem legði seg á odda 1-0. Men akademikar- arnir úr AB vóru treiskir, og tá ið avtornaði vann AB dystin 2-1. Ungi føroyski málverjin hjá Frem, Gunnar Nielsen, sat á beinkinum allan dyst- in. Ein annar føroyingur er sáttmálabundin í Frem, og tað er Jónas Tór Næss, sum tó ikki var við í hópinum mánakvøldið. Fyrsti dysturin hjá Frem í Viasat Sport kappingini eftir vetrarsteðgin verður sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av Ølstykke. Lítið man verða at ivast í, at før- oyski landsliðsmaðurin Jón Rói Jacobsen verður í miðverjuni hjá Frem frá byrjan. Nú kappingin fer í gongd aftur, liggur Frem næst- fremst í Viasat Sport deild- ini, og eydnast tað liðnum at halda fast í hesum plássi, er uppflytingin til Super- ligaina tryggjað. Frem tapti í seinastu royndini Føroyski landsliðsmaðurin Jón Rói Jacobsen verður ivaleyst millum teir fyrstu ellivu, tá ið lið hansara BK Frem sunnudagin aftur leggur til brots í Viasat Sport kappingini í Danmark savnsmynd Kvinnurnar hjá Fleyr hava leygardagin í komandi viku møguleika at endurvinna sær sessin í bestu deildini, so at tær aftur kunnu dystast við eitt nú TB savnsmynd Andrew fekk ein hálvleik Leygardagin spældi Fremad Amager seinasta venjingar- dystin, áðrenn farið verður undir seinnu hálvu av landskapp- ingini í næstfremstu donsku deildini. Andrew av Fløtum var við hjá Fremad Amager eftir steðgin ÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Líkt er ikki til, at Andrew av Fløtum fer at teljast millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá Fremad Am- ager, sum í næstum fer undir seinnu hálvu av kappingini í Viasat Sport deildini. Brendi gyltan møguleika Leygardagin spældi Fremad Amager venjing- ardyst móti Skjold, men Andrew av Fløtum taldist heldur ikki hesaferð mill- um teir fyrstu ellivu. Før- oyski landsliðsframherjin kom tó á vøllin í steðgin- um, og bert tveir minuttir seinni hevði hann ein gyltan møguleika at leggja Fremad Amager 1- 0. Andrew gjørdist leysur við málverjanum hjá Skjold, men tá ið hann skuldi lyfta bóltin upp um málverjan, rakti Andrew ikki bóltin nóg neyvt, og so var tann møguleikin burturspiltur. Úrslitið av venjingar- dystinum gjørdist 1-1. Sunnudagin verður far- ið undir Viasat Sport kappingina, og fyrsta avbjóðingin hjá Andrew av Fløtum og Fremad Amager verður móti landsliðsfelaganum Johan Byrial Hansen og AC Horsens, ið eru á odda í kappingini, á heimavølli. Tveir kvinnu- dystir í kvøld Í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti verða tveir dystir á skránni í kvøld. Dysturin millum oddaliðið Mjølnir og botnliðið SÍ, sum skuldi verða farna vikuskiftið, men bleiv útsettur fyri veður, verður ístaðin leiktur í KÍ-høllini í kvøld. Um Mjølnir vinnur dystin móti sørvágskvinn- um í kvøld, endurvinna tær samstundis oddasess- in frá TB. Hin dysturin verður í Hoyvík, har heimaliðið KÍF fær vitjan av Drátti. tn Dysturin í Sunset-kapp- ingini millum Tjaldur og VÍF, sum skuldi verið leiktur sunnudagin, men sum bleiv avlýstur fyri veður, verður ístaðin leiktur í Runavík í kvøld. Sunnudagin var ikki mett ráðiligt, at kvinnurnar úr Vestmanna skuldu fara til Runavíkar í øllum kava- veðrinum, og tí samdust feløgini um at útseta dystin. byrjar klokkan hálvgum átta í kvøld. tn Tjaldur-VÍF í kvøld